Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-03, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 191 - 3. oktober 2007 33 Bókavørður Eitt starv sum bókavørður er leyst at seta frá 1. november 2007 ella skjótast til ber. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um vanligt bóka- varðaarbeiði, eitt nú skráseting, røkt, avgreiðslu og ráðgeving. Starvið fevnir eisini um aðrar ikki-bókavarðaupp- gávur sum bókhald og avgreiðslu um FSL-skipan- ina. Landsmiðstøðin nýtir bókasavnsskipanina Aleph/eLib-booking, og hevur bókavørðurin saman við KT-vørðinum ábyrgd av samskiftinum við veitaran av skipanini. Vit sóknast eftir fólki, sum hevur • útbúgving sum bókavørður • royndir við bókasavnsarbeiði • royndir og/ella áhuga fyri bókhaldi og at nýta FSL-skipanina • førleika og áhuga í at nýta teldu í arbeiðinum, og sum kennir til Aleph ella aðra líknandi bóka- savnsskipan og hevur • hollan kunnleika í føroyskum. Skrivstovufólk Eitt starv sum skrivstovufólk er leyst at seta frá 1. november 2007 ella skjótast til ber. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um móttøku og avgreiðslu av viðskiftafólki, útlán av undirvísingar- miðlum, røkt av bókasøvnum og ymiskt praktiskt arbeiði í sambandi við skeiðsvirksemi. Landsmiðstøðin nýtir bókasavnsskipaninar Aleph og eLib-booking. Vit sóknast eftir fólki, sum hevur • skrivstovuútbúgving/skrivstovuroyndir • viðkomandi arbeiðsroyndir, eitt nú frá bókasavni • førleika og áhuga í at nýta teldu í arbeiðinum • kunnleika til Aleph ella aðra líknandi bóka- savnsskipan og hevur • hollan kunnleika í føroyskum. Felags fyri bæði størvini Lýkur tú øll ella flestu førleikakrøvini omanfyri, dámar tær at arbeiða sjálvstøðugt, ert tú røkin, ert tú tænastuhugað/-ur, hevur tú góð samstarvsevni og hevur tú lætt við at samskifta við fólk, er tað helst tær, vit hava brúk fyri. Vit kunnu bjóða eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv í einum stovni, sum hevur samskifti við flestu skúlar og lærarar í landinum, og sum hevur tætt samstarv við eitt nú Mentamálaráðið, Landsbóka- savnið og Føroya Gjaldstovu. Talan er um størv í fulla tíð. Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, starvs- royndir v.m. skulu vera Landsmiðstøðini í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. oktober 2007. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v., o.ø. skulu sendast til: Landsmiðstøðin Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3084 FO-110 Tórshavn ella t-post: lms@lms.fo Umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. oktober 2007. Gjøllari upplýsingar fáast við at venda sær til Petur Simonsen, stjóra í Landsmiðstøðini, tlf. 356850 ella 220414. Hús í miðbýnum til leigu! Hugnalig og væl hildin hús í miðbýnum til leigu frá 1. januar 2008. Húsini eru tils. 170 m2 og hava sera gott útsýni, tey liggja væl fyri í yndisligum umhvørvi framvið Rættará og eru vælegnaði til eina familju at búgva í. Prísur 10.000-12.000,- um mánaðin Um tú hevur áhuga ring +353 862631306. Summarhús í Svínoy til sølu Grundøki er umleið 400 m2 matr. 13 við tilhoyrandi hjalli sum er í besta standi Húsini eru 9x11 alin til støddar og eru totalt renoveraði í 1993, beklødd við Føroyaprofili, bjálv­ aði og øll vindeyguðu eru skift. Kjallarahæddin er klødd – øll sum hon er – við timbri, og er innrættað við brúsurúm og vaski. Miðhæddin er alt eitt rúm við køki og stovu, umframt eina lítila gongd. Lofthæddin hevur 2 sovirúm gongd og vesi. Pláss er til 10 liggjandi gestir. Húsini eru øll klødd innan við profilbrettum sum eru hvítbeisaði Húsini hava sentralvarma og hava eisini ein hugnaligan kolovn. Húsini liggja úti á uttara Vali í sera hugnaligum og barnavinarligum umhvørvi. Húsini verða bert seld um nóg høgt boð verður givið. Telefon 456436 / 250436 10. mannafar til sølu Opin bátur, ið er væl røktur. 45 hesta maskinu. GPS/VHF/GSM telefon o.a. Báturin hevur fiskiloyvi Prísuppskot, kr. 130.000 Telefon 219376 lýsingar