Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 192 - 4. oktober 2007 Royndu radiofólkini, Jón Brian Hvidtfeldt og Elin Winther Poulsen, skulu verða við til at mynda nýggju Rás 2, ið fer at senda fyrstu ferð fríggjadagin. Uppgávan at byggja eina nýggja útvarpsstøð frá grundini var ov spennandi at siga nei til, halda tey Nýtt radio Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Seinnapartin fríggjadagin fer nýggja Rás 2 at senda fyri fyrstu ferð, og mána­ dagin verður farið undir nýggju sendiflatuna á rás­ ini. Millum tey, sum skulu standa fyri nýggju útvarps­ støðina, eru tveir rættiligir útvarpsprofilar. Í mai mánaði varð Jón Brian Hvidtfeldt kosin Árs­ ins journalistur í Føroyum, og útvarpsmaðurin úr Fugla­ firði skiftir nú til Rás 2 at arbeiða. Eisini útvarps­ kvinnan Elin Winther Poul­ sen skiftir úr Sortudíki og í Vágsbotn at arbeiða fyri nýggju útvarpsrásina. ­ Hetta er ein spennandi avbjóðing fyri meg, og eg havi tikið við hesi avbjóð­ ing, nú hon stóð mær í boði. Uppgávan var ov spennandi at siga nei til, sigur Jón Brian Hvidtfeldt, sum tók prógv sum journalistur í 2004 og hevur arbeitt í Út­ varpinum hjá Kringvarpi­ num síðani. ­ Tað er áhugavert at sleppa at royna nakað nýtt og verða við til at byggja eina útvarpsstøð upp frá nýggjum, sigur Elin Wint­ her Poulsen, sum hevur útbúgving sum løgfrøðingur og hevur tikið journalistisk fak á UCLA í USA. Hon hevur starvast í Útvarpinum seinastu fimm árini. Leggja frá landi Fyri nøkrum vikum síðani keypti Miðlavarpið útvarps­ rásina Rás 2, og síðani hevur verið arbeitt við at fyrireika nýggju rásina, sum fer at halda til í Miðla­ húsinum í Vágsbotni. Eisini fer útvarpsrásin at hava studio í Klaksvík. 1. oktober var almenni yvirtøkudagurin av Rás 2, og fríggjadagin verður yvir­ tøkan markerað við eini móttøku í Miðlahúsinum. Í tí sambandi verður sent bein­ leiðis úr Miðlahúsinum, og mánadagin verður so farið undir nýggju sendiflatuna á Rás 2. Rás 2 fer at hava eina fyrrapartssending frá klokk­ an 9 til 12 hvønn dag, og seinnapartin verða bæði Ynskiløta og nýggjar send­ ingar. Harafturat verður meira orka løgd í tíðinda­ og aktualitetspartin á rásini. Fleiri miðlar Rás 2 verður partur av miðlavirksemi, sum eisini umfatar blaðútgávu, inter­ net og aðrar miðlar, og júst hetta er nakað, sum ljóðar spennandi í oyrunum á nýggju útvarpsfólkunum. ­ Eg gleði meg til at koma inn í eitt spennandi um­ hvørvi við fleiri miðlum, ið helst skulu smelta saman. Við eini útvarpsstøð afturat einum blaði og interneti, eru enn fleiri møguleikar at arbeiða við fleiri miðlum samstundis. Harafturat er Miðlahúsið í Vágsbotni eisini eitt spennandi hús, sum hýsir nógvum tiltøkum. Alt hetta er við til at gera avbjóðingina spennandi, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. ­ Rás 2 skal verða ein livandi útvarpsstøð, sum eisini slær ígjøgnum í Sosi­ alinum, á internetinum og í dagliga kjakinum. Tíðindi, kjak og aktuelt tilfar skulu hava góða rúmd á rásini, eins og ítróttur og mentan. Harafturat skal Rás 2 eisini verða frísk og stuttlig at lurta eftir, heldur hann. ­ Vit hava møguleikan at byggja eina útvarpsstøð upp frá grundini, og hóast Rás 2 fer at hava eina fasta skrá, so skulu eisini verða møguleikar at broyta skránna, um okkurt serligt hendir. Skráin skal verða fleksibul, sigur Elin Winther Poulsen Fara frá góðum arbeiðsplássi Bæði Elin Winther Poulsen og Jón Brian Hvidtfeldt siga, at tey hava trivist væl í Útvarpinum, og at skiftið til Rás 2 fyrst og fremst byggir á, at her er talan um nakað heilt nýtt. ­ Eg havi havt tað gott í Útvarpinum, og eg fari at sakna fólkini, sum eg havi arbeitt saman við har. Men avbjóðingin at verða við til at byggja eina nýggja út­ varpsstøð upp er sera spenn­ andi, sigur Elin Winther Poulsen. ­ Eg havi havt trý spenn­ andi og lærurík ár í Út­ varpinum. Eg havi trivist sera væl í Útvarpinum og havi havt góðar starvsfelag­ ar. Men nú eg fekk møgul­ eikan at royna nakað nýtt, var tíðin komin til at skifta. Eg síggi stórt potentiali í Rás 2, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Elin og Jón Brian hava verið starvsfelagar í fleiri ár, og avgerðin um at skifta til Rás 2 gjørdist lættari fyri tey, tá ið tey bæði valdu at skifta til nýggju útvarps­ støðina. ­ Eg og Elin kennast væl frá Útvarpinum, har vit hava verið starvsfelagar, og vit hava arbeitt væl saman. Hon er stuttlig at arbeiða saman við, og vit hava dug­ að væl at útnytta styrkirnar hjá hvørjum øðrum, sigur Jón Brian. ­ Vit tíma væl at gera útvarp, og hetta er eitt spennandi høvi at sleppa at gera nakað nýtt, sigur Elin. Móttøkan hjá Rás 2 verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni fríggjadagin frá kl. 15.00 til 17.00, og mót­ tøka verður eisini í Pegsus í Klaksvík týsdagin millum 15.00 og 17.00. Jón Brian Hvidtfeldt og Elin Winter Poulsen verða millum røddirnar á nýggju Rás 2, ið fer at senda fyrstu ferð fríggjadagin. Mynd: Jens Kristian Vang Jón Brian og Elin skulu mynda Rás 2