hósdagur 4. oktober 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VARPIÐ
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›
FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2007
Canal+Film1 • Leygardagin kl. 19.00
Big Momma’s House 2
Enn eina ferð noyðist FBI-agenturin
Malcolm Turner at átaka sær leiklutin
sum stóra og súra suðurstatskvinnan,
Big Momma. Fyri at kunna njósnast
eftir einum teldusníki, noyðist Turner
nevnliga at verða barnagenta hjá
trimum ríkmannabørnum.
DR1 • Sunnudagin kl. 21.05
Why Democracy: De
forbandede tegninger
Karsten Kjær greiðir frá søguni
um vreiðina, sum varð vend móti
Danmark undir Muhammed-kreppuni.
Talan er um ein persónligan
dokumentarfilm, har ferðast verður
til Libanon, Turkaland, Qatar og Iran,
har vit eisini hitta høvuðskreftirnar
handan mótmælini, sum broyttu 12
tekningar í einum donskum blað til
eina altjóða uppgerð millum Islam og
vesturheimin.
3+ • Hósdagin kl. 20.00
Terminator 3: Rise of te
Machines
Tað eru tíggju ár liðin, síðani John
Connor bjargaði mannaættini. Nú er
hann 25 ára gamal, og roynir at sleppa
sær undan Skynet-skipanini, ið roynir
at drepa hann. Hann roynir at liva eitt
lív, har eingin nýtsla av elektronikki
ella teldum kann avdúka, hvør hann er.
Skynet sendir tó nýggjasta Terminator
– tí vøkru men vandamiklu T-X - aftur
í tíðina í royndini at finna Connor.
Nú er góði gamli Terminator einasta
vónin hjá Connor, soleiðis at hann – og
mannaættin – framhaldandi kunnu
vita, hvør heimurin er, sum vit liva í.