Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-04, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 4. oktober 2007 37 Fiskivinnuroyndir 2008 Lýsing eftir umsóknum Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimála­ ráðnum, sum stuðlar gransking og menning innan fiskivinnu: Verkætlanir innan fylgjandi høvuðsøki hava fyrimun: • Fiskiskapur við ábyrgd • Royndarveiða, framleiðsla og søla • Virðisøking av fiski • Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni • Heilsa, trygd og umhvørvi Innanfyri høvuðsøkini verður aftur í ár lagdur dentur á at fáa verkætlanir, sum kunnu: • Lýsa og loysa praktiskar trupulleikar at fáa alla veiðu til høldar (fisk, livur, rogn innvølir vm.). Serligur dentur verður lagdur á, at • vinnan tekur lut í verkætlanini • eginfígging ella onnur fígging er verulig • samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum og/ella uttanlands. Fyritøkur, almennir stovnar og einstakling­ ar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnu­ royndum. Víst verður á, at møguleiki er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innanfyri omanfyrinevndu økir. Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar verkætlanir ber til at seta seg í samband við samskiparan um hetta. Umsóknir skulu verða samskiparanum í fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. okt. 2007 kl. 12.00. Meira fæst at vita: Programm, umsóknarbløð, vegleiðingar og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu okkara www.fvg.fo Áhugað eru vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara við møgulig­ um spurningum. Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2008. Jákup Mørkøre, samskipari tlf.: 35 30 30 / 35 32 48 fartel.: 55 32 48 (fyrr 21 73 69) t­post: jakupmo@fisk.fo Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálaráðið Samskiparin í fiskivinnugransking P.O.Box 347 Heykavegur 6 FO­110 Tórshavn Fiskimálaráðið Hús í miðbýnum til leigu! Hugnalig og væl hildin hús í miðbýnum til leigu frá 1. januar 2008. Húsini eru tils. 170 m2 og hava sera gott útsýni, tey liggja væl fyri í yndisligum umhvørvi framvið Rættará og eru vælegnaði til eina familju at búgva í. Prísur 10.000-12.000,- um mánaðin Um tú hevur áhuga ring +353 862631306. Til sølu Hvør vil eiga meg? Eg eri ein Suzuki Alto! Mamma mín er farin til Onglands at búgva. Eg eri 2 ár og 10 mánaðir. Havi koyrt 23.000 km. Eri sera væl viðfarin. Havi alu-felgur v/summardekkum + 4 felgur v/píkadekkum. Havi krók aftan. Havi eitt gott stereoanlegg. Hevur tú áhuga – so ring 31 42 22 Skrivstovufólk Søkt verður eftir skrivstovufólki at arbeiða ½ tíð fyribils í 1 ár. Arbeiðsuppgávurnar fevna um alt vanligt skrivstovuarbeiði eins og bókhaldsarbeiði. Starvið verður sett skjótast tilber. Løn sambært avtalu. Hoydalsvegur 40 -3hm · Tórshavn Tlf.: 314827 · Fax: 310557 · javni@javni.fo lýsingar Frá Sláturmiðstøðini Vit hava yvirtikið arbeiðið hjá AG – Kjøt á Toftum Vit eru byrjaðir at fletta, so um tú ikki hevur tíð og orku, so eru vit til reiðar at hjálpa tær, óav- markað nøgd. Eisini er møguleiki at bíða, ímeðan flett verður. Vit kunnu eisini skipa fyri flutningi, um tað er neyðugt. Skjótt og væl úr hondum greitt. Ring: 21 67 47 ella 28 67 87 Sláturmiðstøðin Fjøruvegur 1 · 785 Haraldssund