Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-04, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2007síða 43

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 4. oktober 2007 43 tíðindi Spenningurin var sera stórur, tá atkvøðurnar frá kirkjuráðslimum og prestum vórðu tald­ar upp í gjár. Tá samanum kom, hevði Jógvan Fríðriks­ son fingið nærum helvtina av atkvøðun­ um ­ 190 Bispaval Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Vesturkirkjan: Hóast nær­ um helvtin av øllum prest­ um og kirkjuráðslimum atkvød­d­u fyri Jógvani, varð hann ikki vald­ur til bisp. Lógin tilskilar nevniliga, at eitt valevni skal hava mei­ ri enn helmingin av atkvøð­ unum fyri at verða vald­ur í fyrsta umfari. Jógvan fekk nærum eins nógvar atkvøður og øll hini fý­ra valevnini tilsamans, men hetta varð kortini ikki nóg mikið at verða vald­ur. Neyðugt er tí við einum umvali, og verður tað avgreitt í hesum mánaðin­ um, soleiðis at ný­ggi bispur­ in kann verða vígd­ur við hátíðargud­stænastu 25. nov­ ember. Úrslitið av valinum var annars hetta: Jógvan Fríðriksson 190 at­kvøð­ur, Jákup Reinert Hansen 72 at­kvøð­ur, Bergur Debes Joensen 49 at­kvøð­ur, Marjun Bæk 45 at­kvøð­ur, Uni Næs 35 at­kvøð­ur. Umvalið verður millum teir báðar sum fingu flestar atkvøður ­ Jógvan Fríðriks­ son og Jákup Reinert Han­ sen. Vantaði seks atkvøður at gerast bispur ­ Tað er ikki so lætt at fáa eitt orðaskifti í lag millum fimm valevni. Nú verða vit bert tveir, og tá skuld­i borið bet­ ri til at fingið eitt gott orðaskifti mill­ um okkum báðar, sigur Jákup Reinert Hansen, sóknar­ prestur á Sand­ og valevni til bisp. Bispaval Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sjálvur vóru hann, Jógv­ an Fríðriksson og hini trý­ valevnini á fleiri fund­um og greid­d­u frá sínum sjónarmiðum í samband­i við bispavalið. Nú, ið umval verður, fáa hann og Jógvan vón­ and­i møguleika at luttaka við fleiri tiltøk, soleiðis at kirkjuráðslimirnir bet­ ur kunnu skilja, hvat hvør einstakur teirra stend­ur fyri. ­ Tá tey læra okkum betri at kenna, verður læt­ tari hjá teimum at taka avgerð um, hvør skal verða bispur í føroysku kirkjuni, sigur Jákup í stuttari viðmerking. Onkur hevur nevnt, at um Jákup tók seg aftur sum valevni, so varð ikki neyðugt við umvali. Men her er lógin púra greið: Umval skal vera, og hetta vóru valevnini eisini greið yvir frammanund­­ an. Um hann tók seg aftur, so varð valið millum nr. 1 og nr. 3. Tað vil aftur siga, at skuld­i einki umval vera, máttu øll tey fý­ra valevnini taka seg aftur. Gott við orða­ skif­ti millum okkum báðar