Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 5. oktober 2007 13 viðmerkingar Hin 22. juni 2007 var áhugaverdur fundur hildin í Fíggjarmálaráðnum. Nýtilnevndi landsstýris­ maðurin í fíggjarmálum Magni Laksáfoss hevði kallað umboð fyri arbeiðs­ marknaðin, vinnuna, fíggj­ arstovnar og kommunur á fund at umrøða búskapar­ útlitini í sambandi við fíggjarlógina 2008. Landsstýrismaðurin legði stóran dent á, at tað almenna skuldi tálma ser­ liga íløgunum, tí búskapar­ vøksturin eftir hansara tykki var ov stórur. Hesum sjónarmiði fekk hann tó als ikki treytaleysa undirtøku fyri. Fleiri ávar­ aðu m.a. um, at ein mink­ ing í almennu íløgunum fer at seta ferð á eina stóra búskaparniðurgongd. Eisini vístu fleiri á, at í føroyska samfelagnum eru ymsir strukturellir skeiv­ leikar, sum gera, at búskap­ arvøksturin av sær sjálvum steðgar upp, verður einki gjørt. Ein tann størsta forðingin er trot á arbeiðs­ megi. Staðfestast kann, at landsstýrið ikki hevur loyst hetta álvarsmál, og at Magni Laksáfoss á nevnda fundi segði, at tað heldur ikki var hansara borð. Landsstýrismaðurin hevur als ikki lurtað eftir ráðunum, tí hann hevur start seg púra blindan uppá eittans mál, ið er at steðga búskaparvøkstrinum. Øll onnur í samfelagnum hava annars eitt annað mál, ið er at vaksa um búskapin til tess at skapa betri vælferð fyri øll. Kommunurnar bindast niður Stýring skal til, treyðugt so, og tað er uppgávan hjá landinum at skipa karmar­ nar. Man kann velja detail­ stýring og harvið kvala allan framburð, ella man velir frælsari stýring og álit, ið er kveikjandi og mennandi fyri framburð í øllum samfelagsliðum. Magni Laksáfoss hevur bæði sum limur í Búskap­ arráðnum og nú sum lands­ stýrismaður talað fyri meira detailstýring av føroysku kommununum. Hann er ikki nøgdur við galdandi kommunustýris­ lóg, har kommunurnar stýra fíggjarviðurskiftunum sjálvar tó við teirri skila­ góðu avmarking, at lánis­ kuldin skal ikki vera størri enn ein skattaálíkning. Men Magni Laksáfoss hevur als ikki skilt, hvat virksemið fer fram í komm­ ununum. Hann hevur held­ ur ikki skilt, hvørjar upp­ gávur, kommunurnar loysa, og hvør hevur álagt komm­ ununum útreiðslurnar. Hann hevur heldur ikki skilt, hvønn týdning komm­ unurnar hava í samfelag­ num og allar minst hevur hann skilt nakað av, hvørj­ um kommunurnar tæna. Tað eru í stóran mun kommunurnar, ið skapa almennu framdriftina og búgva undirstøðukervið til at loysa avbjóðingarnar og tryggja vælferðina. At binda virkisfrælsið hjá kommununum niður í detailstýring fer at forkoma hesum. Høvuðsstaðurin, landið og Visjón 2015 Tórshavnar kommuna hevur, sum tann størsta kommunan í landinum, serligar skyldur eisini sum høvuðsstaður í einum landi, ið hevur sett sær stór mál fyri føroyska vælferð­ arsamfelagið anno 2015 í einum altjóðagjørdum heimi. Her búgva sum er 40 % av íbúgvunum, og dagliga brúka kanska eini 60­70 % av landsins íbúgvum býin her antin í arbeiði, útbúgv­ ing, frítíð og tænastum annars. Eingin ivi skal vera um, at vit í Tórshavnar býráði og kommunan øll gleðiliga tekur á seg hesar skyldur. Ein livandi miðdepil er eisini fortreyt fyri lívið og menning eisini kring landið. Vit kenna uppgávuna. Vit kenna ábyrgdina. Og vit loysa málini – eisini tey, ið landið hevur for­ sømt uppá tað grovasta. Men tað er øllum greitt, at tað kostar pening ikki minst í íløgum. Uppskotið til fíggjarætlan fyri 2008 hjá Tórshavnar kommunu er framsíggin, framsøkin og – ikki minst – alneyðug til tess at lúka lógarkrøvini, ið landið hevur sett, og tey sjálvsøgdu krøvini, sum borgararnir seta einum nýtímans høvuðsstaði bæði í mun til undirstøðukervi, vælferð og trivna. Ætlanirnar eru lagdar og fíggingin tøk. Men Magni Laksáfoss hevur kvitterað við at skýra okkum ábyrgd­ arloysingar. Tað er nógv fyri. Hvussu stórur verður útreiðsluvøksturin? Eingin veit, hvussu stórur samlaði kommunali útreið­ sluvøksturin í veruleika­ num verður. Vit tosað enn bert um fíggjarætlanarupp­ skot fyri komandi ár, og veruligi útreiðsluvøksturin verður ikki staðfestir fyrr enn seinni. Rakstrarútreiðslurnar vaksa altíð nakað í sam­ bandi við lønarvøkstur á arbeiðsmarknaðinum, men íløgur eru eingangsútreiðs­ lur, sum í mongum førum er við til at tálma vøkstri­ num í rakstrarútreiðslu­ num, tí íløgurnar skapa møguleikar fyri effektivari rakstri og harvið sparingar. Fíggjarstøðan hjá flestu kommununum er so mikið góð, at hetta er rætta tíðin til íløgur. Men Magni Laksáfoss hevur megnað at fáa orðið íløgur til at ljóða ljótt og vandamikið, og kanska var best, at ongar íløgur vóru. Hvat kann gerast? Magni Laksáfoss hóttir nú við lógarinntrivum og polit­ iskum átøkum, tí komm­ unurnar seta eld í búskap­ in. Í øllum førum skal Tórs­ havnar kommuna ikki sleppa at gera sínar íløgur, tí tað er ivaleyst politiskt sjálvmorð at seta somu krøv til allar hinar komm­ unurnar kring landið. Tosið um útjavning er eisini tað sama – tak frá Havnini og gev hinum, so at Havnin kann haldast niðri. Kommunurnar vilja fegnar samráðast við landið um yvirskipaða búskaparstýring, ið eisini tekur atlit til lógarkrøv og íløgutørv, men higar til dags hava ongar samráð­ ingar verið, bert einvegis docering og diktering frá landsstýrismanninum. Tað er óvirðiligt. Men er eldur í búskapi­ num? Hvat søgdu tey, ið góvu landsstýrismanninum ráð á fundinum um búskaparútlitini? Og hví lurtar Magni Laksáfoss ikki? Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu Heðin Mortensen Í kunngerð nr. 70 frá 06.10.1977: Reglugerð fyri Sjúkraverk Føroya, seinni broytt við kunngerð nr. 42 frá 14.03.95, er undir § 16 tilskilað, hvussu yvirlæk­ nin skal bera seg at, tá ið sjúklingur skal sendast til serviðgerð á sjúkrahúsi í Danmark: ”Áðrenn sjúklingur verð­ ur sendur niður, verður hann at visitera av serlæk­ na á viðkomandi sjúkra­ húsi. Serlæknin tekur støðu til og ger av, um sjúkling­ urin verður at senda niður. Er eingin fastur serlækni í sergreinini á sjúkrahúsi­ num, men tílíkur lækni er á øðrum sjúkrahúsi, verður sjúklingurin at kanna av hesum serlækna, ið so tek ur avgerðina, eisini um tað er neyðugt fyri kanningina, at sjúklingurin kemur inn á deild læknans, ella um kanningin kann gerast á annan hátt, eitt nú við tele­ fonsamtalu við yvirlæknan á staðnum. Er eingin serlækni á sjúkrahúsinum, verður sjúklingurin at kanna á Landssjúkrahúsinum. Sjúklingurin verður kannaður til viðgerð á donskum sjúkrahúsi ella deild v.m., ið verður rikin ella goldin av statinum, av praktiskum orsøkum helst til Rigshospitalet. Viðgerðin á niðanfyri nevndu sjúkrahúsum og deildum er eftir avtalu við ríkisstýrið kostnaðarleys fyri føroysku sjúkrahúsini (undirstrikað av hm): Rigshospitalet, herunder Kysthospitalet på Refs­ næs, Ortopædisk Hospital í Keypmannahavn, Finsens­ institutet,her under Radi­ umstationen.” Nógv annað er fyrisett í kunngerðini okkara sjúkraverki viðvíkjandi. Hóast hesa kunngerð, við støði í lóg fyri Føroyar nr. 621 frá 1976, so fráboð­ aði landsstýrið í 2000 við bóklinginum ”Frá heima­ stýri til fullveldi” ­ borin ókeypis í hvørt hús og heim ­ at serviðgerðir á sjúkrahúsum í Danmark ”ikki eru tænastur, sum føroyingar fáa ókeypis. Føroysku sjúkrahúsini rinda fullan prís fyri bæði uppihald og viðgerð.”. (Undirstrikað av hm). Hetta er beint ímóti tí, sum nevnda lóg og kunn­ gerð hava fastsett, og má tí haldast at vera so álvarslig fráboðan, at spurningurin er, hvørt tey, ið skrivaðu bóklingin, ikki vóru vit­ andi um lógina og kunn­ gerðina, ella um teksturin í hesum føri skal fortolkast !? Í hvussu er, so er hetta at síggja til ein sera ódám­ lig politisk atgerð. Árið eftir hendi so tað, at landsstýrið/løgtingið gjørdi av at niðurfrysta blokkin í 5 ár frá 2002 til 2006. Hetta árið (2001) kostaði serviðgerðir á sjúkrahúsum í Danmark 70,8 milliónir, og í samsvar við lóg og kunngerð varð tað fíggjað av ríkiskassanum (í blokki­ num), og í 2006 vóru hesar útreiðslur komnar upp á 103 milliónir, meðan fígg­ ingin úr ríkiskassanum (blokkinum) orsakað av niðurfrystingini var óbroytt 70,8 milliónir um árið. Við støði í landskassans rokn­ skapum kann staðfestast, at í nevnda 5­ára skeiði hava serviðgerðir á Ríkishospi­ talinum kostað samanlagt 472,9 milliónir, meðan tann niðurfrysta upphædd­ in til sama endamál var 354 milliónir. Munurin millum hesar báðar upp­ hæddir – 118,9 milliónir – er fíggjað úr landskassans likviditeti (gjaldføri). Við slíkari niðurfrysting kemur einki termometur í almennari nýtslu upp á ella niður á 37. Vit kunnu illa ímynda okkum tann fullkomna ruðuleikan, um kostnað­ urin til dómsvaldið, politi­ valdið, hundraðtals lesandi í Danmark, fólkatingslønir (sambært fráboðan er ein fjórðingur oyramerktur til Tjóðveldisflokkin), uttan­ ríkistænastan í øllum heimsins londum v.m. varð stappað í blokkin 1988 og 14 ár seinni niðurfryst á sama hátt sum heilsuverkið og almannaverkið varð fyri skjótt 6 árum síðani. Fyri at sleppa okkum úr tí fíggjarligu fløkjuni viðvíkj­ andi Ríkishospitalinum ­ heilsuverkinum í síni heild ­ og almannaverkinum, áttu okkara løgtingsmenn skjót­ ast gjørligt at fingið blokkin til nevndu málsøki úr ”djúp­ frystaranum” og dagførdan. Núverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum føroy­ ingar í stóran mun hava álit á, so sannførandi hevur hann greitt frá góðum og vánaligum fíggjarpolitikki, átti at sundurliða heildar­ veitingina í løgtingsfíggjar­ lógini, 20.54.1. Hetta hevði verið ein fyrimunur hjá løgtingsmonnunum, tá ið fíggjarlógin er til viðgerðar. Tann niðurfrysta heild­ arveitingin sundurliðar seg soleiðis: Heilsuverkið: Tey føroysku sjúkrahúsini 157,0 mió. Ríkishospitalið 71,0 mió. Annað 55,0 mió. Almannaverkið: Pensiónir v.m. 213,3 mió. Serforsorg 117,0 mió. Fiskirannsóknarstovan 1,6 mió. Um nú løgtingið tók stig til at fáa heildarveitingina úr djúpfrystaranum, hevði tað kanska ikki verið neyðugt at selt høghúsini á Frælsinum. Umbygging, umvæling og umsiting av øllum trimum sjúkrahúsu­ num kundi komið í eina sámiliga fíggjarlegu. Og ­ last but not least: Tað hevði verið ein sjónlig virðing fyri gomlum, sjúkum og brekaðum; ein virðing, sum sømir seg fyri framkomnum fólki. Niðurfrystingin, sum her umrødd, ber á brá at tey veikastu í okkara samfelagi eru eyðmýkt av politiskum myndugleikum. Heilsuverkið Heri MoHr Búskapurin SKAL vaksa Nú er tíð upp á at fara undir at gera flogvøll á Glyvurs­ nesi, so yvirskriftin verður til veruleika ­ alt annað er burt­ ur við, allir aðrir høvuðstaðir hava floghavn við hondina, taka vit eitt nú Keypmanna­ havn og París t.d. Nú skula vit aftur brúka pengar upp á flogvøllin har vestri – mín støða er púra greið, flogvøllurin í Vagum skal bara haldast við líka til tann á Glyvursnesi er klárur og hareftur sum ein alterna­ tiv floghavn. Okkara dugnaligu flog­ skiparar hava longu verið frammi og sagt, at flogvøll­ urin í Vagum ongantíð verður betur enn næstbest. At brúka meira pengar upp á vøllin har vesturi er burtur­ spilt, og at leggja hann á Sandoynni er ein onnur oyðimørk. Tíðirnar eru nógv, broyttar síðan flogvøllurin í Vágum kom – nú er tann føroyski flogvøllurin blivin ein partur av arbeiðinum hjá so nógvum føroyinum, eg hugsi um tey sum flúgva í arbeidsørindum bæði á landi og sjógvi. Sjálvur flúgvi eg nógv í samband við mítt altjóða arbeiði runt um í verðini, og ringast er at lenda í Føroyum/Vágum. Ein flogvøllur á Glyvurs­ nesi í altjóða stødd er lykilin til framtíðina – eisini standa vit á gáttini til eina olju­ vinnu har flúgving bara er eitt ‘must’ ­ har eisini er neyðugt við einari alterna­ tivari lufthavn – tað skal bara koyra. Eg hugsi eisini um útfluting loftvegis av feskum alifiski laksi og toski t. d. Síggi fyri mær eitt farmaflogfar lætta sær við fleiri hundrað tonsum av ali­ toski beinleiðis á japanska marknaðin t. d. So her muga menn sum varða av hesum økjum – stinga høvdini saman og koma ígongd so flogvøll a Glyvursnesi blívur til veru­ leika landi og fólki at gagni. 2015 hevur helvtin av Føroyum 7 min. á flogvøllin! ap@post.olivant.fo AndreAs Petersen