fríggjadagur 5. oktober 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 193 - 5. oktober 2007
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Trivnaðartænastan
Leiðari til sambýlið á Mýrini 4-6
Søkt verður eftir leiðara til Sambýlið á
Mýrini 4-6 í Hoyvík til setan 01.12.2007.
Sambýlið á Mýrini er heim hjá 10 fólkum
við menningartarni. Endamálið við
sambýlinum er at skapa eitt trygt og
mennandi heim og umhvørvi fyri hvørt
búfólk.
Ynskiligt er, at tann, sum settur verður,
hevur kunnleika til og royndir innan
arbeiði við fólki, sum eru menningar-
tarnað. Eisini er tað ein fyrimunur, um
viðkomandi hevur roynt seg sum leiðari
áður og hevur framhaldsútbúgving
innan økið.
Vit sóknast eftir einum fólki, sum:
• hevur lokið námsfrøðiligt ella líknandi
prógv
• hevur hug og hegni at fyrisita og leiða
• kann standa fyri at fremja broytingar
• hevur vilja og evni at samstarva við
viðskiftafólk, avvarðandi, starvsfólk og
leiðslu
• hevur hugflog at síggja møguleikar
fram um forðingar
• kann seta greiðar linjur
Setanartreytir:
Setanarøki er Nærverkið, og tænastu-
staðurin er í løtuni í Trivnaðartænastuni.
Starvið verður sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi
yrkisfelag. Um pedagogur, ið framman-
undan er tænastumaður, verður settur í
starvið, heldur tænastumannasetanin
fram, og verður lønin sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Pedagogfelag.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær
til Jóanes N. Dalsgaard, deildarleiðara, á
telefon 360000.
Umsókn
Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum,
viðmælum og lívsgongdarlýsing skulu
sendast til:
Nærverkið
Trivnaðartænastan
att.: Jóanes N. Dalsgaard
Argjavegur 26
Postsmoga 3037
110 Tórshavn
Umsóknarfreist: 22. oktober 2007.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til brogaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Pedagogar til sambýlið á Mýrini 4-6
Søkt verður eftir pedagogum til Sambýlið
á Mýruni í Hoyvík til setan 01.12.2007 ella
eftir nærri avtalu.
Talan er um 3 fulltíðarstørv við skiftandi
arbeiðstíðum. Arbeitt verður í dag-,
kvøld-, náttar-, vikuskiftisvaktum (3.hvørt
vikuskifti) og serstakar frídagar.
Sambýlið á Mýruni er heim hjá 10 fólkum
við menningartarni. Endamálið við
arbeiðinum á sambýlinum er at skapa
eitt trygt og mennandi heim og um-
hvørvi fyri hvørt búfólk.
Førleikakrøv:
Vit vænta at tú ert sálarliga og likamliga
væl fyri. Tú skalt kunna arbeiðar sjálv-
støðugt og kunna taka ábyrgd og
avgerðir í arbeiðinum. Eisini er týðandi,
at tú kanst og vilt samstarva við fólk úr
øðrum fakbólkum.
Setanartreytir
Størvini eru sáttmálasett pedagogstørv,
sum verða lønt sambært avtalu millum
Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmála-
ráðið.
Um pedagogur, ið frammanundan er
tænastumaður, verður settur í starvið,
heldur tænastumannasetanin fram, og
verður lønin sambært avtalu millum
Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmála-
ráðið.
Um eingin pedagogur søkir starvið,
verður starvið sett við hjálparfólki
sambært sáttmála millum Føroya
pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til tlf. 211478
Umsókn:
Umsókn við próvskjølum, viðmælum og
C.V. skal sendast til:
Sambýlið á Mýruni
Á Mýrini 4-6
188 Hoyvík
Stílað: leiðslan
Umsóknarfreist: 22.10.2007
Tín útbúgving - títt val
Huxa, ungmannafelagið hjá Fólkaflokki-
num, skipar fyri tiltaki í Miðlahúsinum
týskvøldið 9. oktobur kl. 20.00.
Á skránni verður:
• Tónleikur við Guðrið Hansdóttir
• Viðgerð av uppskotum viðvíkjandi
føroysku miðnámsskúlunum:
• Næmingar skulu kunna seta sína egnu
miðnámsskúla útbúgving saman
• Lestrarstuðul til allar
miðnámsskúlanæmingar – Eisini til tey
undir 18 ár
Við kjakborðið vera:
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í
mentamálum
Jan Mortensen, stjóri á Vinnuhúsinum
Annika Olsen, lærari á miðnámsskúla
Rúni Heinesen, stjóri á Tekniska Skúla í
Klaksvík
Bjørk Olsen, forkvinna í HUXA og
miðnámsskúlanæmingur
Øll eru hjartaliga vælkomin!
– Eisini tit sum nærkast teimum 30 og
ikki halda, at tit eru so ung longur (tað
halda vit, at tit eru) :-)
Fólkafloksungdómur
HUXA og Guðrið Hansdóttir
í Miðlahúsinum
www.folkaflokkurin.fo
Navigatører og maskinister/
maskinmestre søges
ESVAGT A/S
Adgangsvejen 1
DK-6700 Esbjerg
Phone:+45 33 98 77 00
Telefax:+45 33 98 77 05
www.esvagt.dk
ESVAGT A/S er inde i en meget positiv udvikling og søger derfor til snarlig tiltrædelse
navigatører og maskinister/maskinmestre.
Rederiet er kendt og anerkendt for sit meget høje kvalitets- og sikkerhedsniveau.
Det høje niveau skyldes blandt andet dygtige medarbejdere. En del af forklaringen
er, at der sættes mange ressourcer af til træning og dygtiggørelse af medarbejderne.
Vi lægger også stor vægt på, at medarbejderne er selvstændige og samtidig dygtige
holdspillere, der kender og benytter kollegernes styrker i enhver situation.
Vi forventer, at du har de nødvendige papirer. Desuden skal du være klar til at gen-
nemgå ESVAGTs interne kursus i Esbjerg med opstart i uge 43 eller 47.
Der vil blive afholdt informationsmøder og samtaler på
Hotel Hafnia, Torshavn
den 15. & 16. oktober kl. 08.30, kl. 13.00 & kl. 16.00
Noter dig den dato, der passer dig bedst og tilmeld dig til HR Manager, Nick Ørskov,
enten på tlf. +45 33 98 77 56 eller e-mail nvo@esvagt.dk - venligst medsend dit CV.
Vi glæder os til at se dig.
ESVAGT A/S blev grundlagt i 1981 med det formål at være de bedste skibsbaserede redningsfolk
off shore. I dag opererer ESVAGT A/S over 23 skibe, som yder service indenfor olie- og gasindustrien.
lýsingar