fríggjadagur 5. oktober 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 193 - 5. oktober 2007
Deildarleiðari
Vit eru ein stovnur á flogi, tí leita vit eftir einum deildar
leiðara til eftirlitsdeildina á Norðurøkinum, sum kann
halda kósina.
Sum nakað nýtt eru vit fyrsti stovnur í almennum høpi, sum
hevur undirskrivað mál- og avrikssáttmála. Vit taka við hesi
avbjóðing.
Vit vænta at tú:
• hevur útbúgving frá hægri lærustovni, so sum Cand.
Merc., HA, HD, ella líknandi
• hevur fakliga vitan, sum er grundarlag undir eini
dygdargóðari tænastu
• vil støðugt menna hesa vitan og er fleksibul í tínum
arbeiðslagi og viðurskiftum við starvsfólk og
samstarvsfelagar
• dugir væl at samstarva og hevur vilja og førleika at vera
góður leiðari
• er før/ur fyri at samskifta í talu og skrift á enskum og
norðurlendskum.
Arbeiðsuppgávurnar eru:
• daglig leiðsla av eftirlitsdeildini, herundir kolvetni at
íverkseta mál og avriksstýring og at hava ábyrgd av at
mál verða rokkin
• at gera virðisgrundarlag okkara virkið
• samstarv við virkir, stovnar og einstaklingar.
Vit kunnu bjóða:
• fjølbroytt og sjálvstøðugt arbeiði í nýggjum bygnaði, har
tú hevur møguleika at ávirka arbeiðsgongdina
• fakligar avbjóðingar og møguleikar fyri eftirútbúgvingum
• flextíð
Kennir tú teg aftur:
Kennir tú teg aftur í hesum og hevur áhuga at arbeiða
saman við okkum og flyta stovnin inn í framtíðina, so vænta
vit at tú sendir okkum eina umsókn.
Setanartreytir:
Setanarøkið er Norðurøkið, men starvið fevnir annars um
allar stovnar undir Fíggjarmálaráðnum.
Løn- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvs-
royndum og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir:
Fleiri upplýsingar fært tú við at venda tær til Ingolf Lam-
hauge, økisstjóra á tlf. 352600.
Umsóknarfreist: 18.10.2007
Send umsókn við avriti av prógvi og upplýsingum um
útbúgving og starvsroyndir til:
Toll og Skattstova Føroya
Norðurøki
Postsmoga 2151
FO-165 Argir
ella til tollskatt@tollskat.fo
Stílað: Ingolf Lamhauge, økisstjóri
Vit vísa vælvild, áhuga og virðing og gera okkara besta
fyri at menna eitt opið og nærverandi samskifti!
Toll og Skattstova Føroya
Toll- og Skattstova Føroya
er stovnur undir Fíggjar-
málaráðnum, hvørs upp-
gáva er at fyrisita toll- og
avgjaldsskattalógina og
skuldarinnkrevjing hjá
landinum.
Stovnurin hevur 135
starvsfólk og er skipaður
við einum stýri og trimum
økisskrivstovum.
Stýrið heldur til á Argjum
og høvuðsskrivstovurnar
í Norðurøki, Miðøki og
Suðurøki halda til í ávikavíst
Saltangará/Klaksvík,
Tórshavn og á Tvøroyri.
Á Norðurøkinum, har
viðkomandi kemur at
starvast, eru 35 starvsfólk.
www.tollskatt.fo
E-mail:
tollskatt@tollskatt.fo
Hús á GarðaveGnum
Um hóskandi boð fæst, eru eini hús á
Garðavegnum í Klaksvík til sølu.
Húsini eru 96 m2 í 2 hæddum.
Húsini eru nýumvæld innan í 2005-2006 við
t.d. nýggjum køki, bað og gólvum
Tlf. 210689
lýsingar