Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-05, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 5. oktober 2007 39 Leys størv Tórshavnar kommuna Pedagogur til Dagstovnin Sólareygað Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 1. november 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum Sólareygað, Sundsvegur 23, 100 Tórshavn í hendi seinast mánadagin 22. oktober 2007. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mirjam Johannesen, stovnsleiðara, tlf. 30 24 30 ella 25 71 50. Pedagogur til Býlingshúsið inni á Gøtu Søkt verður eftir pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 22. oktober 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Býlingshúsinum inni á Gøtu, Ovaragøta 30 B, 188 Hoyvík í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. oktober 2007. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Ejdesgaard, stovnsleiðara, tlf. 31 77 01. Fríggjadagin 5. oktober kl. 17 kemur triðja nummar av skaldskapar­ tíðarritinum Vencili út. Í sambandi við útgávuna skipar Vencil fyri framløgu av ritinum í Sigmundarstovu í Hvonn. Á skránni verður upplestur av yrkingum og søgum, og tað verður eisin farið upp á gólv at kvøða nýggja kvæðið »Deyðastund Sigmundar«, sum er prentað í hesum triðja nummarinum av Vencili. Vencil fæst í bókabúðunum kring landið fyri kr. 160,00. Haldarar gjalda einans 200 krónur umframt post- og avgreiðslugjald fyri tvey nummur árliga. Vencil leggur fram í Sigmundarstovu í Hvonn Set teg fyri Vencil á heimasíðuni www.vencil.fo, ella ring á fartel. 219076 ella 260126. Soleiðis tryggjar tú tær skaldskap á høgum støði, og soleiðis kanst tú verða tann, ið tryggjar, at Vencil kemur út aftur og út aftur og út aftur og út aftur... lýsingar