fríggjadagur 5. oktober 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 193 • 5. oktober 2007
liðnum stendur klárur í minninum.
Tað var ikki langt fráliðið síðani
kríggið, og tað var ein sterk
uppliving at síggja, hvussu illa
landið var farið. Bygningar vóru
gjøgnumgataðir av skotholum,
og kirkjugarðar sóust allastaðni.
Men so, beint áðrenn vit skuldu
byrja at senda beinleiðis frá
dystinum, fór streymurin um alt
stadion. Tað var bølamyrkt og
einki at gera, vit fingu ikki sent.
Men so frættu vit heimanífrá,
at streymurin eisini var farin í
Føroyum, júst somu tíð, og at øll
har heima eisini sótu í myrkri. So
var bara at vóna, at streymurin
kom fyrr aftur hjá okkum, so
hyggjararnir ikki skuldu merkja
nakað. Tað hendi tíverri ikki,
haha, og øll í Føroyum sótu og
bíðaðu eftir, at streymurin skuldi
koma aftur í Bosnia.
Er nakað, ið tit hava flent at?
- Ja, eg minnist einar oyggjaleikir,
tá eg skuldi dekka triathlon. Tað
hevði eg ikki gjørt áður, og eg
visti ikki heilt hvussu tað gekk fyri
seg. Men beint áðrenn kappingin
skuldi byrja, fekk eg so fatur á
føroyska luttakaranum og gjørdi
eina samrøðu við hann. Eg var
so upptikin av prátinum, at eg
ikki hoyrdi startskotið smella.
Knappliga sóu vit bara, at allir
hinir luttakararnir hildu til beins,
og eg kvetti setningin, sum eg
var í holt við, av, og rópti “far!,
far!”. Og so gassaði hann avstað.
Men tað kom við uppá kamera,
at eg geylaði á hann, at hann
skuldi fara. Og tað kom eisini í
kabarettina tað árið, haha.
Góður við ítróttarfólk
Gerst tað aldri einstáttað bert at
arbeiða við ítrótti?
- Nei, um eg helt tað, so var eg
nokk ikki rætti maðurin til hetta
arbeiðið. Men tað er nokk sum
við øllum øðrum arbeiðum, at
man viðhvørt hevur góðan hug,
og aðrar tíðir er hugurin eitt
sindur minni. Men tiltøk sum
oyggjaleikir eru avgjørt við til
at toga tað upp. Ikki tí, tað er
ógvuliga strævið at dekka t.d.
oyggjaleikir, tí vit arbeiða frá tí vit
vakna, og til vit lata eyguni aftur
um kvøldið, men tað er ein heilt
serstakur stemningur. Og tað eru
ofta tey somu fólkini, sum eru
við, so man kemur at kenna tey
rættiliga væl. Og man verður á
ein hátt nokkso góður við øll hesi
fólkini, tí man fylgir nógvum teirra
ígjøgnum fleiri ár.
Hvussu er at arbeiða við føroysku
ítróttarfólkunum?
- Eg má siga, at tey eru óalmindi-
liga opin og løtt at koma í
samband við. Tað er faktiskt
rættiliga hugtakandi at arbeiða
við føroyskum ítróttarfólkum. Av
og á kunnu fólk blíva fratør, um
vit t.d. hava víst okkurt, sum ikki
gagnar teimum og teirra felagi,
men vit mugu jú vísa tað, sum
fer fram undir hesum ymisku
kappingunum - eisini tað minni
pena. Men sum heild eru tey
stuttmint, tá tað kemur til slíkt,
og næstu ferð eg tosi við tey, eru
tey blíð aftur. Harafturat haldi eg,
at føroysku ítróttarfólkini veruliga
brenna fyri tí tey gera, og tí eru
tey eisini so áhugaverd at práta
við.
Fer Tórður Mikkelsen at
starvast á 3-2 restina av sínum
arbeiðslívið?
- Í løtuni dámar mær tað væl,
so eg ætli mær ikki at gevast í
bræði. Men tað er sjálvsagt so
nógv annað spennandi arbeiði,
sum eg kundi hugsað mær at
farið undir. Til dømis at gjørt
sendingar um mannalagnur.
Men 3-2 er tað rætta fyri meg
beint nú, og eg haldi eisini, at
vit hava funnið rætta leistin til
sendingina. Tað er ein rútma,
har 3-2 livir sítt egna lív, og fólk
kenna tað. Tað er sjálvandið við
hjálp frá nógvum góðum fólki,
bæði teknikarum, freelansarum
og øðrum, men eg haldi, at tað
fungerar væl nú. Tað koyrir bara.
… um øvundsjúku
Tað er eitt drepandi fyribrigdi. Eg haldi eisini, at tað sæst
innanfyri ítróttin, tí fólk eru ofta ov skaðafró. Tað er harmiligt,
at fólk gleðast líka nógv um, at tað gongst illa hjá øðrum, sum
at tað gongst væl hjá teimum sjálvum. Tað er spell, tí tað ger,
at fokus verður sett á tað negativa. Men eg haldi ikki, at tað er
verri her hjá okkum, enn tað er aðrastaðni. Vit áttu tó at dugað
betri at gleðst saman, og hugsa um, at eingin er verri farin av,
at tað gongst væl hjá øðrum
… um føðingardagar
Eg haldi, at tað er ein góður siður, at føroyingar ganga so
nógv í føðingardag hjá hvørjum øðrum. Eg haldi, at hetta er
ein framíhjárættur, sum vit føroyingar hava, tí vit enn koma
hvørjum øðrum við. Tað er í øllum førum meiri lívsjáttandi enn
bert at ganga til jarðarferð hjá hvørjum øðrum. Vit halda altíð
føðingardagar heima hjá okkum, og tað man vera sum hjá
teimum flestu, at vit bjóða ongum, men øll eru vælkomin.
tur
Navn:Tórður Mikkelsen
Aldur: 49 ár
Bústaður: Hoyvík
Starv: Programmedarbeiðari
á svf, við høvuðsdenti á 3-2
Ítróttargrein: Spælir
hugnaflogbólt.
Fakta
- Fyrsta 3-2 sending varð send 24. mars 2003.
-Komandi mánakvøld fer sending nr. 198 í luftina, so tað eru nógvir
tímar tilsamans.
-Í januar varð byrjað við 5 min. av 3-2 sum part av Degi og Viku
hóskvøld
-Tað eru fyri tað mesta Kaj Joensen og Tórður Mikkelsen, sum
skiftast um at vera vertir og redaktørar á sendingini. Høgni í
Jákupsstovu var eisini við at byggja sendingina upp.
-Ragnar A. Joensen er sum oftast maðurin við tekninsku ábyrgdini
Fakta