fríggjadagur 5. oktober 2007síða 46
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 193 - 5. oktober 2007
Starvið
Í sambandi við at eitt av starvsfólkum okkara er farið
í annað starv, er eitt áhugavert og fjølbroytt starv sum
málsviðgeri leyst at søkja á próvstovuni.
Høvuðsuppgávurnar verða m.a. at:
• Málsviðgerða
• Samskipa og fyrireika ymiskar arbeiðsuppgávur á
próvstovuni – innstilling til próvtøku, skemalegging,
tekstuppgeving o.a.
• Saman við uppgávunevndum o.ø., gera
próvtøkuuppgávur klárar til prentingar, skriva tekstir,
gera uppseting (lay out) o.a.
• Prenta, pakka og senda próvtøkuuppgávur til allar
skúlar í skúlaverkinum
• Umsita virkisøki, sum verða løgd til próvstovuna, t.d.
samskifti við próvdómarar o.o.
• Avgreiða samsýning fyri próvdøming
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a., at umsøkjari hevur:
• Útbúgving og/ella royndir í skrivstovuyrkinum ella
øðrum, ið kann javnmetast við hetta
• Góðan kunnleika í nýtslu av edv (windows, word,
access, excel, power point, indesign og photo shop)
• Góðan kunnleika til føroyskt
• Góð samstarvsevni
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at arbeiða undir
tíðartrýsti
Vit bjóða
Starvið er spennandi við nógvum skiftandi uppgávum
og við nógvum samskifti inn- og úteftir.
Sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði
persónligari og fakligari menning.
Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi við
skiftandi uppgávum innan undirvísing og mentan.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í lønarfl okki 3.
Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um alt aðalráðið,
og allar deildir/stovnar tess.
Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Ella sum teldupost til mmr@mmr.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
8. oktober 2007, kl. 16.00.
Starvið verður at seta skjótast til ber.
Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, kanst tú ringja til
Bjarna Wilhelm, fyrisitingarleiðara í Mentamálaráðnum,
tlf. 35 50 50.
Mentamálaráðið Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru
uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Í aðalráðnum eru stápsfunktiónir innan m.a. løgfrøði, búskap, kunningartøkni og fyrisiting. Fyriskipanin er býtt í 3 deildir –
fólkaskúladeild, vinnu-/miðnámsskúladeild og mentamáladeild – sum stápsfunktiónirnar veita ráðgeving til, umframt til aðalstjóran
og landsstýrismannin.
Próvstovan, sum er í fyrisitingarpartinum av stápinum, hevur til uppgávu at umsita teim praktisku viðurskiftunum próvtøkuni
viðvíkjandi, so sum at gera og prenta próvtøkuuppgávur og annars at samskifta við uppgávunevndir, próvdómarar og skúlar.
Próvtøkufyrisitari
sansir.fo
Hús á GarðaveGnum
Um hóskandi boð fæst, eru eini hús á
Garðavegnum í Klaksvík til sølu.
Húsini eru 96 m2 í 2 hæddum.
Húsini eru nýumvæld innan í 2005-2006 við
t.d. nýggjum køki, bað og gólvum
Tlf. 210689
Sp/f S.H. Smíð | Oman Hoydalar 27 | FO-188 Hoyvík
tel. 32 12 24 | fartel. 52 12 24 | fax 32 13 24
Skulu tygum
Byggja hús
ella umvæla?
So ger Sp/f S.H. Smíð alt
timbur- og snikkaraarbeiði.
Tygum eru vælkomin at fáa
eitt óbindandi tilboð.
Kunningarleiðari
til Felagið Vágar
Felagið Vágar er eitt felag sum rekur Vága Kunn
ingarstovu og umboðar ferðavinnuna, handils
vinnuna og aðra vinnu.
Søkt verður eftir kunningarleiðara, starvið er
tíðaravmarkað til 3 ár.
Leingjan av starvstíð er treytað av framhaldandi
fígging.
Arbeiðsuppgávurnar hjá Kunningarleiðaranum
eru m.a.
• At kunna um Vágar – Mykines
• At marknaðarføra Vágar og Mykines
við faldarum o.ø.
• At menna og samskipa handils og
tænastuvinnuna í økinum.
• At kunna um tiltøk innan mentan í økinum
• At dagføra heimasíðuna hjá felagnum Vágar
• At hava dagligu leiðsluna av felagnum Vágar.
• At hava ábyrgd av fíggjarstýringini.
Kunningarleiðarin skal kunna:
• Arbeiða sjálvstøðugt og hava góð samstarvsevnir.
• Hava hollan málkunnleika
• Hava teldukunnleika
• Royndir innan ferðavinnu er ein fyrimunur
Nærri fæst at vita við at venda sær til Eyð Ellingsgaard
nevndarformann á tlf. 221431.
Løn sambært avtalu.
Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi innan 20.
oktober. 2007.
Felagið Vágar
Eyð Ellingsgaard
380 Sørvágur
Frá Sláturmiðstøðini
Vit hava yvirtikið arbeiðið hjá AG – Kjøt á Toftum
Vit eru byrjaðir at fletta, so um tú ikki hevur tíð
og orku, so eru vit til reiðar at hjálpa tær, óav-
markað nøgd.
Eisini er møguleiki at bíða, ímeðan flett verður.
Vit kunnu eisini skipa fyri flutningi, um tað er
neyðugt.
Skjótt og væl úr hondum greitt.
Ring: 21 67 47 ella 28 67 87
Sláturmiðstøðin
Fjøruvegur 1 · 785 Haraldssund
Summarhús
í Svínoy til sølu
Grundøki er umleið 400 m2 matr. 13 við tilhoyrandi
hjalli sum er í besta standi
Húsini eru 9x11 alin til støddar og eru totalt
renoveraði í 1993, beklødd við Føroyaprofili, bjálv
aði og øll vindeyguðu eru skift.
Kjallarahæddin er klødd – øll sum hon er – við
timbri, og er innrættað við brúsurúm og vaski.
Miðhæddin er alt eitt rúm við køki og stovu,
umframt eina lítila gongd.
Lofthæddin hevur 2 sovirúm gongd og vesi. Pláss
er til 10 liggjandi gestir.
Húsini eru øll klødd innan við profilbrettum sum
eru hvítbeisaði
Húsini hava sentralvarma og hava eisini ein
hugnaligan kolovn.
Húsini liggja úti á uttara Vali í sera hugnaligum og
barnavinarligum umhvørvi.
Húsini verða bert seld um nóg høgt boð verður givið.
Telefon 456436 / 250436
www.sosialurin.fo
lýsingar