fríggjadagur 5. oktober 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Nr. 193 • 5. oktober 2007
Vikuskifti
viðvíkur, eitt nú kannabis, er tað
heldur skítbítt at lata oftani hesi
somu harkalið fara avstað við
vinninginum. Hví í Guds garði
ikki lata landskassan, eins og
við sigarettum og rúsløgi, heysta
vinningin umvegis skatting og
avgjøld, ið so aftur fíggjar “tvær
stovur-modellið”, sum fyrst og
fremst eftirlønarmóttakandi
mikroøkonomurin úr Aarhus,
Gunnar Thorlund Jepsen—við
bóklinginum “Ti patentløsninger
på ti problemstillinger”—er
upphavsmaður til.
Fyrr enn vit viðurkenna, at vit
taptu “kríggið ímóti narko”, fara
vanlukkuligar søgur sum handa
um Rhys Jones ikki í søguna. Vit
hava barst í tríati ár, so nú má
tíðin vera komin, har vit endaliga
viðurkenna, at vit taptu hatta
kríggið og leggja á annan bógv
við at løggilda lortið.
Tí, gera vit tað—taka vit
ídnaðin aftur, sum av fyrstan tíð
gjørdi hesar ótespiligu bandar so
svínskt ríkar, og geva hann aftur
til læknar, apotekarar og handlar
við serligum loyvi—verður tað
nógv truplari hjá nihilistiskum
børnum at fáa atgongd til
skotvápn. Hav í huga, hvat enn vit
gera, fer viðhaldandi narkonýtsla
altíð at vera ein sorgarleikur hjá
tí einstaka narkomaninum. Men
við at forbjóða narko umgera
vit einans sorgarleikin til eina
vanlukka fyri so nógvar milliónir
afturat.
Við narkobandum ikki longur
eitt føroyskt undantak, og tá ið
nihilistisk børn ikki bert er eitt
stórbýarfyribrigdi, eiga vit at biðja
Nixon og hansara puritansku
forbjóðarar um at ríða og renna!
Vit hava tapt hatta “kríggið”, so
hví ikki bara viðganga tað, og
soleiðis, bara hesa einu ferðina,
faktiskt vera fyrst við onkrum sum
tjóð. Narko floymir yvir sjálvt teir
mest tómligu blettar á knøttinum,
og sum bandarnir vaksa, røkka
teir longri fyri hvørt ár. Og við
teimum koma skotvápn, ið drepa
tilvildarligan ungdóm á veg heim
frá fótbóltsvenjing.
Ella skula vit bara halda fram
við at tapa, og bíða eftir eini
endurtøku av tí, sum hendi í
Liverpool?
Útlendingar
– Who Cares?
Føroyar gerast so við og við
meira alheimsgjørdar. Ein partur
av hesum eru vaksandi talið
av útlendingum, sum búgva í
Føroyum. Nógvir útlendingar eru
giftir til Føroyar, men eisini fleiri
útlendsk pør búgva á klettunum.
Føroyingar hava í nógv ár leita
sær út í heim og eingin ivi er um
at vit stolt siga frá at Føroyingar
eru kring allan heimin, eins og
okkum dáma sera væl at ferðast.
Stigatakarar
Eitt av hesum pørum sum hava
verið víða um, eru Turið og Snorri
Brend.
Tey vita av royndum, at tað
kann verða torført og einsligt at
verða staddur úti í heimi og tá
tey vóru í London, tók ein kirkja
har stig til at hava hugnaløtur
fyri útlendingum. Hetta hava
tey so avgjørt at seta í verk í
Føroyum og í fyrsta umfari verða
hesar hugnaløgurnar einaferð um
mánaðin í Meinigheitshúsinum í
Havn.
Stórur tørvur
Fyrsta hugnaløtan var leygardagin
1. september og har vóru einir
20 útlendingar. Tað skiltist
beinanvegin á prátinum, at stórur
tørvur er á einum slíkum tiltakið,
serliga tí at nógvir útlendingar
ikki vita hvat ber til og ikki í
Føroyum. Harumframt kann tað
verða ein stór hjálp at hava
samband við onnur í somu støðu.
Málførleiki
Serliga var gjørt vart við at
flestu arbeiðspláss krevja
føroyskan málkunnleika, men
myndugleikarnir hava ikki skipaða
málsundirvísing sum ger, at
fólk sum vilja, kunnu læra seg
føroyskt og brúka sínar førleikar í
Føroyum.
Eitt annað sum var havt á lofti,
er hvussu ótrúliga tvørligt tað er
at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi
og hvussu mannminkandi tann
tilgongdin og bíðitíðin er.
Henda løtan í
Meiniheitshúsinum var hugnalig,
gevandi og mennandi. Tað eru
hópin av fólki, sum ikki eru fødd
her, men sum fegin vilja brúka
sína orku uppá Føroyar við at
búgva og arbeiða her.
Vilja vit?
Men spurningurin sum hongur
eftir er; vilja vit hava tey her? Vit
eru ikki hjálpsom tá talan er um
útlendingar og um vit hugsa um
myndugleikarnar, so ivast man í
um nakar politikari í Løgtinginum
ella Landsstýrinum kennir nakran
útlending, sum býr í Føroyum.
Okkara væntandi hjálp og/ella
skipanir eru hjá nógvum eitt so
forðandi haft um beinini, at øll við
innlitið í hesi viðurskifti trúgva
ikki tí tey síggja.
Politiskt og tann
einstaki
Evni má takast upp politiskt
m.a. tí at seinastu tíðina hava
tíðindi javnan verið frammi um
útlendingar og mismun. Vit hoyra
um tað í samband við ítrótt,
starvsetanir og annars bara í
dagliga samfelagnum og kanska
serliga í samband við arbeiðs- og
uppihaldsloyvir
Tað er eingin ivi um, at vit ikki
megna at bjóða útlendingum nóg
væl til Føroyar, og tað er bæði ein
uppgáva hjá tí einstaka at verða
við til at betra um hesi viðurskifti,
men størstur tørvur er á at
Landsstýri og Løgting slóða fyri
við at gera tað lættari at verða
útlendingur í Føroyum.
Henda hugnaløtan vísti á, at
vit hava fólk sum vilja verða
her, sum eru góð við Føroyar.
Eydnutíð hava vit eldsálir og
sannar heimsborgarar sum Turið
og Snorra um vilja verða við til
at hjálpa útlendingum at støðast
í Føroyum og tað eru fleiri við
teimum.
Vit hava eins og grannalond
okkara tørv á arbeiðsmegi og
vilja vit hava at fólk at støðast
her og at liva seg inn í føroyska
samfelagið, mugu vit eisini
geva teimum møguleika at læra
seg málið og mentanina. Fleiri
dømir eru um útlendingar við
útbúgvingum, sum er eftirspurd í
Føroyum, men sum ikki fáa starv
orsaka av málsliga førleikanum.
Tað eru nøkur tilboð til at læra
føroyskt, men ikki í so stóran
mun, sum krevst. Tað tilboðið má
verða ein uppgáva hjá lands-
mynduleikunum at taka sær av.
Tinghella
Bogi Eliasen
be@implementer.dk