fríggjadagur 5. oktober 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 • 5. oktober 2007
Vikuskifti
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Kirkjudagar
við viðkom
andi evnum
Miðvágur: Hvønn fríggjadag
í hesum mánaðinum verður
Miðvágs kirkja karmur um fleiri
áhugaverdar fyrilestrar.
Byrjað verður í kvøld við
fyrilestri eftir Jákup Reinert
Hansen, har hann fer at røða
um Jákup Dahl undir heitinum
“Havið sang yvir mær vøgguljóð”.
Í næstu viku fer Martin
Restorff Jacobsen at greiða frá
um ápostolsku fedrarnar. Seinni
verður fyrilestur við Ingu P. Dam
um kirkjuna í 2007 og við David
Johannesen sum tosar um
trúbótina í søguligum atliti.
Fyrilestrarnir verða í kirkjuni
og byrja kl. 20.
Profetisk
stevna um
vikuskiftið
Havn: Um vikuskiftið verður
samkoman Filadelfia í Havn
karmurin um eina heyststevnu
við eini sera spennandi skrá.
Stevnan byrjar í kvøld og
heldur fram til sunnukvøldið
við høvuðstalaranum Larry
Randolph úr USA.
Sagt verður um Larry, at
hann hevur serstøk evni at gera
torskildar andaligar sannleikar
lættar at fata hjá fólki.
Syngja í eina
heila viku
Nesvík: Í heystfrítíðini skipar
Heimamissiónin enn einaferð
fyri sangskeiði í leguhúsinum í
Nesvík.
Hetta er ein vika, har luttak
ararnir eru saman alla vikuna í
einum sangumhvørvi við kórsangi
og øðrum sangtiltøkum.
Skeiðið endar við konsert í
ítróttarhøllini á Skála leygar
kvøldið 20. oktober.
Alt hevur hann
gjørt væl
Mark. 7.37.
Fyri nøkrum døgum síðani vistu
miðlarnir at siga frá, at ein
amerikumaður hevur stevnt
Guði, tí at hann stóð aftanfyri
alla neyð og allar vanlukkur í
heiminum.
Nú taka ivaleyst øll hesi tíðindi
sum skemt. Men eingin ivi um,
at hugsanin um hin ónda Gud
býr í mongum mannasinni. Enski
heimsspekingurin John Stuart Mill
segði einaferð: “Annaðhvørt er
Guð kærleiki og ikki alvaldandi,
ella er hann alvaldandi og ikki
kærleiki, bæði tvey kann hann ikki
vera, tí annars hevði sæð øðrvísi
út í heiminum enn tað ger”.
Men ta er júst gátan við Guði,
at hann er bæði tvey. Hin veldigi
Guð, ið skapaði alt sára gott, og
eisini hin kærleiksfulli Guð, sum
oysti sín skapning undir við øllum
ríkidømi sínum. Hann vildi at vit
skuldu liva ævigt inni hjá sær. Har
var nóg mikið av øllum.
Guð er ikki tann, ið hevur ført
heimin út í óføri. Tað hava vit
menniskju gjørt eftir ráðum frá
djevlinum. Vit aktaðu hann betri
enn vit aktaðu Guð. Vit fingu í
yvirflóð í Paradís. Bara eitt einasta
tilskilaði Guð sær og sýtti okkum
at nema. Tað var fyri at vísa, at
hann er Harri og faðir okkara og
vit børn hansara. Men hetta eina
forboðið kundu vit ikki lata vera
við at smakka. Og úrslitið hava vit
sæð heilt til hendan dag, tí Guð
er eisini sannleiki og stendur við
orð sítt.
Men Guð gav kortini sína
fyrijáttan, at senda son sín í
heimin at bøta fyri syndir okkara,
og hvør tann, ið trýr á hann skal
ikki glatast, men hava ævigt lív.
orðið
Hesa vikuna:
John S.
Myllhamar
- Felagsskapurin við
føroyingar í Eliaskirkjuni
hevur sera nógv at týða
fyri meg, sigur tofta-
maðurin, Ovi Magnussen
sum lesur gudfrøði í
Keypmannahavn
Eftir summarsteðgin í ár byrjaði
ungi toftamaðurin lesnað sín á
Lærda Háskúlanum í Keypmanna
havn, samstundis sum hann fær
undirvísing á Dansk Bibel Institut.
Hóast nógv er at lesa og seta
seg inn í, ynskir Ove somuleiðis
at vera virkin í føroyska
arbeiðinum, sum verður gjørt í og
út frá Eliaskirkjuni.
Henda meinigheitin líkist nógv
teirri, sum eg komi frá heima á
Toftum.
Her savnast eisini missións
fólk ymsa staðni frá. Og tað er
eisini her at mín umgangskredsur
er. Tí eri eg her, sigur hann.
Møti verða hildin hvørt
leygarkvøld kl. 19 í hesi kirkjuni á
Vesterbrogade. Arbeiðið byrjaði
fyri 27 árum síðani.
Samtala og bøn
Fyri Ova er eingin ivi um, at hetta
er eitt sera gott stað fyri trúgv
andi føroyingar at savnast í.
Hann hevði hoyrt um arbeiðið
í Eliaskirkjuni frá vinfólkum
heima í Føroyum og hevði lisið
onkra grein um arbeiðið, áðrenn
hann sjálvur fór til Danmarkar í
lestrarørindum.
Fyri meg hevur arbeiðið ótrú
liga stóran týdning, serliga tí eg nú
lesi gudfrøði á universitetinum.
Har hevur undirvísingin
ofta ein heldur kritiskan dám
mótivegis Guds orði. Og tí er tað
sera týdningarmikið at hava eitt
slíkt stað at koma til, har eg kann
tosa við onnur og biðja saman við
teimum, greiðir Ovi frá.
Hann sær stóran týdning í tí, at
trúgvandi ungdómur sum flytur
til Danmarkar hevur ein slíkan
andaligan felagsskap at savnast í.
Annars er vandi fyri at tey
kunnu glíða út, slær hann fast.
Ovi verður eisini biðin sum
talari til tey føroysku møtini.
Hann talaði fyri góðum mánaði
síðani, og skal aftur tala í
november.
Eitt gott stað til ein
felagsskap
- Tann andaligi felagsskapurin hevur alt at siga, sigur Ovi Magnussen á
Toftum sum hevur sína føstu gongd í Eliaskirkjuni í Keypmannahavn. Sjálvur
verður hann av og á biðin sum talari
Mynd: Snorri Brend
Eliaskirkjan í Keypmannahavn
Endamálið við føroyska arbeiðinum í Eliaskirkjuni er í fyrstu syftu,
at boða evangeliið til trúgv á Jesus Krist og at styrkja hin kristna
felagsskapin.
Miðað verður eisini eftir at kalla til trúboðan úti og heima, og til
sosiala ábyrgd í heimi, kristna felagsskapinum og samfelagnum.
Tey royna at røkka hesum endamáli við at hava møtir, bíbliubólkar,
sunnudagsskúla og annað.
Larry Randolph verður høvuðstalari
á profetisku stevnuni
Noreg: Fyrstiskrivarin í norsku
arbeiðararørsluni, LO, Ellen Stens
rud tosar fyri at bønarrúm verða á
øllum norskum arbeiðsplássum.
Í rørsluni verður í dag tosað
um hesi bønarúmini fyri tey
starvsfólkini, ið ynskja tað, eisini
kristin fólk.
Biðirúm eru góð. Eg meini, at
slík áttu at verið á einumhvørjum
arbeiðsplássi har møguleiki er
til tað, og har starvsfólkini seta
fram ynski um tað, skrivar Ellen
í eini grein í blaðnum “Kristne
Arbeidere”, sum hon kallar
“Jesus í arbeiðslívinum”.
Eg eri sannførd um, at tey
sum trúgva uppá ein góðan og
rættvíst dømandi Jesus, sum er
her fyri okkum, eisini fáa styrki til
at tola meiri av teirri høgu ferðini
og trýstinum, sum finst í stórum
pørtum av arbeiðslívinum, skrivar
Ellen.
Hon meinar eisini, at norskir
arbeiðstakarar hava brúk fyri tí
stuðlinum sum Jesus kann geva á
ymiskan hátt.
LO-skrivari vil hava biðirúm
- Trúgvin gevur styrki til arbeiðsdagin,
sigur Ellen Stensrud