Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 92 - 16. mai 2001 Nr. 92 - 16. mai 2001 11 gult10 cyan10 magenta10 svart10 gult11 cyan11 magenta11 svart11 Umleið 100 fólk høvdu leitað sær inn í Føroyahúsið mána- kvøldið, tá MFS helt kunnandi pallborðs- fund um olju OLJUFUNDUR Í KEYPMANNAHAVN Halla Nolsøe Poulsen Stud. Scient. Pol. Mánakvøldið 30. apríl helt Meginfelag Føroyskra Stu- denta ein kunnandi pall- borðsfund um olju í Før- oyahúsinum í Keypmanna- havn. Pallborðsluttakarar- nir vóru Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingur, Suni á Dalbø, samfelagsfrøð- ingur og Jóannes Jakobsen, búskaparfrøðingur. Kári Mikkelsen var orðstýrari. Spurningurin, ið var til viðgerðar var, hvørji árin ein komandi føroysk olju- vinna kann væntast at hava á føroyska samfelagið, og serfrøðingarnir tosaðu so út frá hvør sínum øki. Suni á Dalbø legði út, og var hetta eitt spennandi og vælfyrireikað upplegg. Hann kom m.a. inn á, at hetta er ein stór avbjóðing hjá okkara politikarum, tí teir frá at hava tikið av- gerðir um fiskispurningar, nú skulu taka avgerðir um oljuspurningar, sum teir ikki vita tað stóra um. Nógvar umráðandi avgerðir skulu takast í næstum, m.a. hvat viðvíkur umhvørvis- vernd og eisini um hvat skal gerast við oljupen- ingin, so hann verður placeraður trygt, og ikki kemur at koyra samfelagið um koll. Frá einum samfelags- ligum sjónarhorni er tað av týdningi at ansa eftir, hvørji árin ein oljuvinna kemur at hava á ta føroysku mentanina. Hetta viðgjørdi Suni eisini, og vísti hann á, at kjaki enn ikki hevur snúð seg so nógv um hetta. Heldur hevur verið tosað um alt tað tekniska, ið kanska er meira ítøkuligt at halda seg til, t.d. hvar oljuhavnin skal liggja o.s.fr.v. Tað er tó vert at hugsa um, at á sama hátt sum samfelagið ávirkar einstaklingin og setur rammurnar fyri, hvørjar møguleikar tann einstaki hevur, á sama hátt ávirka vit sjálvi mentanina, og kunnu harvið sjálvi avgera, í hvønn mun ein oljuvinna fer at ávirka okkara ment- an. Tí er tað av týdningi, at vit skjótt taka støðu til, hvussu vit kunnu brúka oljuvinnuna til at menna mentanina og føroyska samfelagið sum heild. Suni tók samanum við at greiða frá, at tað eru tríggar tilgongdir til at fara í holt við eina oljuvinnu. Tann fyrsta er beinleiðis luttøka, ið viðførir fleiri arbeiðs- pláss, men eisini økt trýst á arbeiðsmegina í landinum, ið ikki er so stór. Annar hátturin er førleikamenn- andi, har dentur verður lagdur á tann lokala førleikan, m.a. við at stimbra granskingina á økinum, og triði hátturin er at satsa uppá avkastið, t.v.s. rentuna frá oljupeningin- um. Hesir tríggir hættir útihýsa tó ikki hvør øðrum, men kunnu sameinast. Hvør hátturin verður, verður helst avgjørt innan 2-5 ár. Búskaparin Jóannes Jakobsen, búskap- arfrøðingur legði út við at siga, at hann tosaði fyri egna rokning, og ikki sum talsmaður fyri Búskap- arráðið, har hann starvast. Hann legði dent á, at enn eru nógvir ósvaraðir spurn- ingar, og at avleiðingarnar eru ringar at spáa um, fyrr enn vit vita um har er olja, hvussu nógv olja, og hvussu nógv tað fer at kosta at fáa hana upp. Eisini er ringt at vita hvussu po- litikararnir fara at fyrihalda seg, og helt Jóannes, at trupulleikin við politikar- um er, at teir eru tíðar- ókonsistensir, t.v.s. teir kunnu t.d. avgera at seta peningin í ein grunn, men so broyta hugsan, og taka hann útaftur og nýta hann til ein undirsjóvartunnil til Nólsoyar. Jóannes sá tvey høvuðs- árin, ið oljuvinnan fer at hava á tí búskaparliga økinum. Tað fyrsta var, at hon fer at draga nógva arbeiðsmegi at sær. Hetta kemur so at hava avleið- ingar fyri verandi vinnur, kanska serliga fiskivinn- una. Jóannes helt ikki, at alivinnan fór at fáa trupul- leikar, tí har eru útreiðsl- urnar lágar. Í fiskivinnuni afturímóti hava vit flaka- og kryvjuvirkini, og hesi selja fiskin til meira ella minni fastan prís, so um lønartrýstið veksur við tí vaksandi eftirspurningi eftir arbeiðsmegi, fáa hesi virki ilt við at klára seg. Hitt árini verður, at olju- vinnan fer at geva eitt stórt úrkast til samfelagið, og sjálvt um peningurin møguliga fer beinleiðis i ein grunn, so fer forvant- anin um peningin at gera, at fólk fara at økja um sína nýtslu. Tey hugsa kanska, at tey hava peningin har, so um tey brúka eitt sindur meir av tí vanligu upp- sparingini, so ger tað onki. Hetta ger, at heimamark- naðurin fer at vaksa og krevja meira arbeiðsmegi, tí má lønin upp, og so eru tað aftur flakavirkini, ið fáa trupulleikar. Við inntøkum frá oljuvinnuni fylgir óttin fyri Hálendsku Sjúkuni. Hálendska Sjúkan inniber, at nýggjar inntøkur av fremmandum gjaldoyra elva til inflatión og lønar- trýst, ið oyðileggur kapp- ingarføri hjá pørtum av "gomlu" vinnuni, ið kappast á altjóða marknað- inum. Jóannes Jakobsen helt, at í veruleikanum eigur Há- lendska Sjúkan ikki at síggjast sum ein trupulleiki - ella sjúka - men sum ein nátúrlig tillaging til eina nýggja javnvág. Haraftur- ímóti kunnu trupulleikar stinga seg upp, um landsins leiðsla ikki er før fyri at lata hesa tillaging fara fram, uttan at blanda seg uppí. Um vandi er fyri at flakavirkini fara á heysin, ella verða yvirtikin av útlendingum, ja so má tað verða soleiðis. Størsta avbjóðingin í hesum er at lata vera við at royna at bjarga gomlu vinnuni. Føroyska samfelagið og oljan Halla Nolsøe Poulsen Pallborðið frá vinstru: Kári Mikkelsen, orðstýrari, Suni á Dalbø, Halgir W. Poulsen og Jóannes Jakobsen Meira enn 100 fólk vóru á fundinum Eisini mugu vit taka hædd fyri, at einaferð hvørvur oljuvinnan aftur, og tá mugu vit ikki vera so tengd at oljuinntøkunum, at bú- skapurin ikki klárar at fóta sær uttan. Tískil er tað av týdningi, at man lagar seg til at umstøðurnar skifta, og at vit eru fleksibel. Hálendska sjúkan Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingur, legði skemt- andi út við at siga, at hann metti Hálendsku Sjúkuna at vera kroniska i Føroyum, tá hugsað verður um trupul- leikarnar við at útoyggjar- nar doyggja út, meðan høvuðstaðarøkið bólgnar upp. Halgir hevði fingið sum arbeiðssetning at greiða áhoyrarunum frá um málið um undirgrundina, sum var so nógv frammi í donsku fjølmiðlunum hefyri, kanska serliga Ekstra Blaðnum. Hetta gjørdi hann eisini sera neyvt og undirhaldandi. Hann greiddi m.a. frá hvussu tað av fyrstan tíð vóru grønlendingar, ið vildu hava rættin til sína undirgrund, men tá teir meir ella minni vórðu knúlvaðir av dønum, og góvu upp, kom tað til, at føroyingar vildu hava rættin til sína undirgrund. Tað var so í 1988, at sam- ráðingar byrjaðu við danir um rættin til undirgrundina. Í dag er sambart Halgiri ongin ivi um, at Føroyar eiga undirgrundina eftir heimastýrislógini sum sermál. Halgir legði eisini dent á, at tað frá politiskari síðu alla tíðina hevur verið semja um, at tað almenna ikki skuldi blandað seg uppí oljuframleiðsluna, men skuldi lata oljufeløgini sleppa framat. Hetta metti hann sum eina styrki frá føroyskari síðu. Halgir gav so eitt søguligt yvirlit yvir gongdina fram til í dag, har vit seta á at bora í summar. Vit fingu t.d. oljulóg- gávuna í 1998, og metti Halgir hetta at vera eitt væl úr hondum greitt avrik. Hann helt ongan iva vera um tær góðu og vælmeintu reglurnar í lógini, men bæði Halgir og Jóannes vóru samdir í, at t.d. reglan um, at alt tilfar og manning til oljuboripallarnar skal um føroyskan bryggjukant, kann skapa trupulleikar. Jóannes væntaði, at eftir eini tíð fór henda reglan at detta burtur, tí hon fer at vísa seg at verða sera torfør at upprætthalda. Lóggávan er kanska merkt av, at hon var skrivað í eini tíð, har tørvur var á arbeiði, og samfelagið var úti í eini kreppu. Halgir tók saman- um við at siga, at hann helt ikki at nakar ivi var um, at oljan fór at koma, og at við henni kemur tað altjóða kapitalistiska samfelagið til Føroyar, og hetta er bú- skaparliga kreftir, vit mugu ansa okkum fyri. Samanumtikið var hetta ein góður og upplýsandi fundur, metir MFS. Ætlan- in er at royna at skipa fyri tílíkum tiltøkum eitt sindur oftari, fyri at tryggja, at tey lesandi hava møguleikan at fylgja við í kjakinum harheima. Fyribils er tað næsta tiltakið tó í Føroyum, nevniliga lestrarstevnan í summar, ið sum vant verður í Norðurlandahúsinum viku- skiftið áðrenn ólavsøku, t.v.s. sunnudagin 22/7. Hon fer í ár at snúgva seg um sambandið millum Før- oyar og ES. MFS metir, at hetta kjakid er rættiliga fráverandi í føroyska samfelagskjakinum, og vil tí vera við til at toga tað inn á politisku dagsskránna. Eisini fer MFS í summar at skipa fyri Pisudøgum. Hetta tiltak er ætla teimum nýklaktu pisunum runt landið, ið ætla sær undir víðari lesnað, og verður í august, væntandi á Fiski- rannsóknarstovuni í Havn. Har fara umbod frá MFS at greiða frá, hvat hugsast skal um, tá farið verður í gongd, og hvørjir trupul- leikar ein kann koma út fyri, sum nýbyrjari innan tann akademisku heimin. Kelda: Fjølnir Myndir: Bjørg Dam TÍÐINDASKRIV Hesa vikuna sýnir P/F Esmar Simonsen nýggjastu Daewoo bilarnar fram á Torginum í SMS. Esmar Simonsen fekk fyri trimum árum síðan umboð uppá koreanska bilmerki Daewoo. Síðan tá hevur sølan av Daewoo bilum í Føroyum verið rættuliga góð. Karl Birgir Isaksen, sum er stjóri hjá Esmar Simonsen, sum dagliga heldur til á Kambsdali, letur væl at søluni. Vit eru stak væl nøgdir við søluna higartil. Vit hava havt rímuliga javna sølu, síðan vit fingu fyrsta Daewoo bilin heim fyri sløkum 3 árum síðan, sigur Karl Birgir. Daewoo bilarnir eru kendir fyri at verða bíligir og góðir. Og, sum Karl Birgir sjálvir sigur, so er m.a. prísurin, dygdin og tað at bilarnir eru snøggir, sum ger, at sølan í Føroyum - og annars aðrastaðni eisini - er góð. Karl Birgir sigur, at á søluframsýningini í SMS fara teir at sýna fleiri ymiskar bilar. Teir fara at hava tríggjar bilar á Torginum í senn. Annan hvønn dag ella okkurt so, verða hesir bilar skiftir út við onnur modell. Á hendan hátt gerst fram- sýningini meiri fjølbroytt, og vit fáa víst eitt breitt úrval av okkara bilum, leggur Karl Birgir at enda afturat. Í samband við bilaframsýningina á Torg- inum í SMS hevur P/F Esmar Simonsen nøkur serlig tilboð. Bilaframsýn- ingin letur aftur leygar- dagin 19. mai. Daewoo-bilar á Torginum í SMS Hesir bilarnir vera á Torginum í SMS í hesi vikuni Halgir W. Poulsen í essinum C M Y K 10 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo