týsdagur 9. oktober 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 195 - 9. oktober 2007 ]
Neistin gav meistar
unum úr Kyndli ein
dyggan undir vangan,
tá liðini møttust í
fyrsta slagnum um
Havnina í ár. Neistin
vann við ikki færri
enn 13 málum, og fyri
aðru ferð í ár av líka
nógvu møguligum
máttu meistararnir
taka til takkar við
einum stórtapi
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Eingin ivi er um, at Kyndil
hevur havt munin á Neist
anum í bestu mansdeildini
hjá monnum í hondbólti.
Teir grønu hava tilsamans
vunnið 30 meistaraheiti,
meðan teir bláu úr Neist
anum hava vunnið fimm.
Seinastu árini hevur Kyndil
eisini aloftast havt munin á
Neistanum, men sjálvt um
teir grønu hava fingið tey
betru úrslitini, so hava inn
anhýsis dystirnir ofta verið
bæði spennandi og dramat
iskir.
Um vikuskiftið var so
fyrsti dysturin á árinum
millum tey bæði havnarfe
løgini á skránni, tá Neistin
hevði
heimavøll
ímóti
Kyndli í høllini á Hálsi. Og
fyri einaferð skyld var tað
Neistin, sum lá framman
fyri Kyndil á stigatalvuni
undan dystinum. Undan
dystinum var eisini greitt,
at Kyndil mátti vera týdn
ingarmikla strikuspælaran,
Janus Einar Sørensen, fyri
uttan, eftir at hann fekk
beinleiðis reytt kort ímóti
strandingum síðsta viku
skiftið.
15 gyltir minuttir
Sum so ofta fyrr, so byrjaði
dysturin rættiliga javnt í
millum hesi bæði liðini.
Neistin legði seg á odda við
tveimum málum beinanveg
in, men tað gekk ikki long
tíð, fyrrenn Kyndil var kom
in upp aftur á javnleik.
Eftir hetta skiftust liðini
um at skora, og tá fyrri
hálvleikur var hálvrunnin,
førdi Neistin 65, og hetta
sá rættiliga út til at skula
blíva enn ein spenanndi
dystur millum Kyndil og
Neistin.
Men síðsta korterið av
fyrra hálvleiki skuldi als
ikki blíva líka spennandi
sum tað fyrsta. Tí nú blev
brádliga stórur munur á lið
unum. Neistin fekk sera
gott tak á Kyndli í verju
partinum, meðan álopið
skoraði mest sum hvørja
ferð, so nú gjørdist munurin
sera stórur a liðunum.
Síðsta korterið fekk Neist
in bóltin heili 12 ferðir í
málið hjá Kyndli, meðan
Kyndil bert skoraði tríggjar
ferðir, so tá liðini fóru til
hálvleiks,
førdi
Neistin
heili 188, og dysturin var í
roynd og veru avgjørdur.
Tað sá rættiliga út til, at
føroyameistararnir vóru á
veg ímóti enn einum stór
tapi í næsta dystinum í
nýggja kappingarárinum.
Neistin helt fram
við góða spælinum
Eftir steðgin vóru helst
fleiri í høllini á Hálsi, sum
væntaðu, at Neistin fór at
traðka eitt sindur á brems
una, men soleiðis var als
ikki.
Ikki tí, fyrstu løtuna av
seinna hálvleiki gekk aftur
javnt á millum liðini, og
Kyndil tóktist hava fingið
eitt sindur betri tak á bæði
verju og álopsparti. Men
spakuliga byrjaði Neistin
aftur at økja um munin, og
tað var eingin sum helst ivi
um, hvat var betra liðið í
hesum dystinum.
Um miðjan hálvleikin
hevði Neistin aftur tikið seg
so nógv fram, at munurin
var heili 14 mál, og alt
bendi á, at Kyndil fór at fáa
eitt rættiliga skrædl henda
dagin.
Spælararnir
hjá
Neistanum spældu avbera
væl, og um hetta verður
støðið, teir fara at leggja
fyri kappingina, so verða
bláu havnarmenninir iva
leyst ringir at steðga.
Síðsta partin av dystinum
tóktist spælið javna eitt sind
ur út. Kyndil fekk nøkur
mál upp í slag, sum gjørdu,
at munurin aftur fór niður á
11 mál, og so skiftust liðini
um at skjóta mál.
Endin var, at Neistin vann
dystin heili 3421, og við
sigrinum eru teir enn ósigr
aðir í Atlantic Airways
kappingini hjá monnum.
Enn eitt beinleiðis
reytt kort
Hjá meistarunum úr Kyndli
sær hinvegin ikki so gott út.
Teir hava, sum øll hini lið
ini, spælt tveir dystir í
nýggja
kappingarárinum,
og um vikuskiftið taptu teir
fyri aðru ferð við 10 málum
ella fleiri. Hetta er sjálvandi
ikki nøktandi hjá meistarun
um, men tað er helst eingin
ivi um, at Kyndil nokk skal
koma seg.
Men ikki nokk við at
Kyndil hevur tapt fyrstu
tveir dystirnar. Teir eru eis
ini illa raktir av leikbannum
í ár. Síðsta vikuskiftið fekk
Janus Einar Sørensen bein
leiðis reytt kort, og tí var
hann sjálvsagt ikki við í
dystinum ímóti Neistanum
leygardagin. Leygardagin
misti Kyndil so enn einaferð
ein av lyklaleikarunum mið
skeiðis í seinna hálvleiki.
Reða kortið, sum Hans Áki
Dal Christiansen fekk eftir
ein nærdyst við Karl Odd
mar Rasmussen, hevði tó
ongan ávirkan á úrslitið, tí
tá hann fekk kortið, førdi
Neistin longu við 13 mál
um.
Reyða kortið kemur tó at
hava ávirkan víðari í kapp
ingini, tí í dystinum hjá
Kyndli ímóti VÍF næsta
sunnudag, má felagið vera
Hans Áka fyri uttan, og
hetta er sjálvsagt ein stórur
missur hjá meistarunum.
Eftir dystin kann so at
enda bert staðfestast, at
Neistin við sigrinum ehvur
lagt seg á odda í Atlantic
Airwayskappingini saman
við H71, meðan Kyndil er
at finna á aftasta plássi við
ongum stigi.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Kyndil – Neistin 21-34 (8-18)
Neistin vann slagið
um Havnina
Fyri aðru ferð á rað tapti Kyndil stórt í
Atlantic Airways-kappingini hjá monnum,
og teir eru nú aftast í deildini. Neistin er
hinvegin at finna heilt frammi í oddinum eftir
sigrar í fyrstu tveimum dystunum.
Mynd: Álvur Haraldsen