mikudagur 10. oktober 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 196 - 10. oktober 2007
Ringo Starr, Sean
Lennon og Olivia
Harrison vóru
hjástødd, tá Yoko
Ono tendraði sína
Friðarsúlu á Viðey
við Reykjavík í
gjárkvøldið
Minning
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
- Hetta er ein gáva til heimin
frá John og Yoko og frá
íslendsku
tjóðini,
segði
Yoko Ono, einkjan eftir
John Lennon, tá hon hevði
tendrað ljósini, sum lýsa
beint upp í loft og mynda ta
bláligu Friðarsúluna.
- Nøkur okkara eru her á
staðnum, onnur eru við okk-
um í huganum, og onnur
eru í fongsli. Men tey eru
eisini við okkum her í
kvøld. Summi eru farin hið-
ani, men tey eru eisini sam-
an við okkum í dag, segði
Yoko Ono.
Millum teirra, sum vóru
komin til Íslands til hátíð-
arløtuna, vóru Sean Lennon,
sonur John og Yoko, gamli
Bettles-trummusláarin
Ringo Starr og einkjan eftir
George Harrison, Olivia
Herrison. Serliga Ringo var
hugtikin av Friðarsúluni, og
hann tók av fullum huga
undir við einum kóri, sum
sang kenda lagið ”Imagine”
hjá Lennon.
- Eg kom higar bara fyri
at síggja Friðarsúluna, og
eg haldi, at hon er ótrúliga
vøkur. Eg ivist ikki í, at
John hevði verið fegin um
súluna hjá konuni.
- Eg haldi, at Jonh er mill-
um okkum. Hann er millum
okkum í Íslandi í kvøld,
segði Ringo Starr við blaðið
Vísir.
FØROYA TELE
Eirikur Lindenskov
- Nevndin í FT Samskifti
hevur avgjørt at seta nýggja
leiðslu í felagnum, sum
skal vera við til at tryggja
samtakinum Føroya Tele
eina nýggja felags kós fram-
eftir. Richard Mortensen er
í hesum sambandi í semju
við nevndina farin úr stjóra-
starvinum, og nevndin í FT
Samskifti fer nú at leita eft-
ir nýggjum stjóra.
Soleiðis
sigur
Føroya
Tele í tíðindaskrivi.
Samtakið Føroya Tele
setir nýggja felags kós fyri
móðurfelagið og dótturfe-
løgini, og í hesum viðfangi
skal FT Samskifti, sum er
eitt av dótturfeløgunum,
hava nýggja leiðslu.
Richard Mortensen, sum
hevur verið stjóri í FT Sam-
skifti, síðani Føroya Tele
var skipað sum samtak í
2005, er í hesum sambandi
í semju við nevndina farin
úr stjórasessinum. Sam-
stundis verða marknaðar-
depilin og søludepilin í FT
Samskifti lagdir saman.
Nevndin í FT Samskifti
fer nú at leita eftir nýggjum
stjóra. Kristian R. Davidsen,
sum er nevndarformaður í
FT Samskifti og samtaks-
stjóri í Føroya Tele røkir
stjórastarvið, til nýggjur
stjóri ella fyribilsstjóri er
settur.
Samtakið Føroya Tele er
skipað sum eitt móðurfelag
og fýra dótturfeløg. Móður-
felagið nevnist P/F Telefon-
verkið, og FT Samskifti er
dótturfelagið, sum hevur
um hendi alla sølu av fjar-
skiftistænastum. Hini dóttur-
feløgini eru netfelagið, FT
Net, Televarpið og Formula.
fo, sum Føroya Tele fyri
stuttum keypti meirilutan
av.
Føroya Tele er í eini
arbeiðstilgongd, har leiðslan
leggur nýggjar ætlanir fyri
alt samtakið, ið verða grund-
arlagið undir víðari menn-
ingini av Føroya Tele, sum
framhaldandi verður fremst
í framburðinum m. a. við
áhaldandi at víðka heima-
marknaðin út um landodd-
arnar.
Richard Mortensen
Runavík
Ítróttarhøllin
Týsdagin 9. okt.
Kl. 19
Tórshavn
Ítróttarhøllin á Hálsí
Mikudagin 10. okt.
Kl. 19
Klaksvík
Ítróttarhøllin
Hósdagin 11. okt.
Kl. 19
Forsøla av agongumerkjum í
og við dyrnar ein
tíma undan sýningunum.
www.arena.dk
Í kvøld er John
í Íslandi
Richard Mortensen farin frá
sum stjóri í FT Samskifti
Yono Ono greiðir frá Friðarsúluni
Mynd: Vísir
Tær sterku ljósstrálurnar mynda Friðarsúluna
Mynd: Morgunblaðið
Ringo Starr og Yoko Ono
undir hátíðarløtuni á Viðey
Mynd: Vísir