mikudagur 10. oktober 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 196 - 10. oktober 2007
Landsstýrismaðurin
í innlendismálum
er nú sinnaður at
linka krøvini til
arbeiðsgevarar, sum
vilja hava útlendska
arbeiðsmegi
Útlendingar í
Føroyum
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað hevur stóran týdning at
fáa semju um ætlanin at fáa
fleiri útlendingar til Føroyar
at arbeiða. So má tað heldur
taka eitt sindur longri tíð, áðr-
enn tað er klárt at fáa út-
lendska arbeiðsmegi henda-
vegin.
Tað sigur Jacob Vester-
gaard, landsstýrismaður í
innlendismálum.
Føroyskt vinnulív skríggj-
ar eftir arbeiðsmegi og fyri at
nøkta tørvin, hava arbeiðs-
gevarar ligið á landsins mynd-
ugleikum fyri at fáa teir at
gera tað lættari at fáa útlend-
ingar til Føroyar at arbeiða.
Í hesum sambandi hevur
landsstýrismaðurin í inn-
lendismálum
gjørt
eitt
uppskot, sum skal gera tað
lættari at fáa ES borgarar til
Føroyar at arbeiða.
Lógin skal bæði til við-
gerðar í Løgtinginum. Men
av tí at talan er um danskt
málsøkið, skal málið eisini
til viðgerðar í Fólkating-
inum.
Tíðarætlanin fokin
Upprunaliga var ætlanin, at
lógin skuldi koma í gildi 1.
januar.
Men nú er so langt útlið-
ið, at sjálvt landsstýrismað-
urin so smátt er farin at
ásanna, at tann tíðarætlanin
er fokin, ella í øllum førum
er hon við at fúka.
Men orsøkin til, at tað
gongur so seint, er ikki
tann, at landsstýrismaðurin
í innlendismálum hevur lig-
ið á málinum.
- Tað er hálvur annar mán-
aði síðani, at eg var liðugur
við eitt uppskot um eina
lóg, sum ger tað lættari at
fáa ES borgarar til Føroyar.
Síðani tá hevur uppskotið
verið til viðgerðar í politisku
skipanini og í samgonguni.
Í samgonguni er tað ser-
liga Javnaðarflokkurin, sum
setir seg ímóti, at málið ikki
verður fram, sum tað fyri-
liggur nú.
Vandi fyri happing
Eftir uppskotinum, sum nú
fyriliggur, skulu arbeiðsgev-
arar, sum fáa útlendingar
higar at arbeiða, tryggja
teimum minst 30 tíma
arbeiðsviku.
Hetta hevur fingið bæði
arbeiðarafeløg og Javnaðar-
flokkin at stúra fyri, at
arbeiðsgevarar fara fyrst at
biðja útlendingarnar til ar-
beiðis fyri ikki at bróta
lógina, tá ið tað knípur við
arbeiði og so má føroyska
arbeiðsmegin
standa
og
hyggja at og sutta labbarnar.
Javnaðarflokkurin stúrir
fyri, at skulu útlendingar
fáa framíhjá rætt framum
føroyska arbeiðsmegi til at
fáa eina 30 tíma arbeiðsviku,
kann tað føra til ófrið á
arbeiðsmarknaðinum. Men
tað kann eisini føra til, at
teir útlendingar, sum koma
higar at arbeiða, fara at vera
happaðir og forfylgdir.
Tí vil Javnaðarflokkurin
ikki uttan víðari taka undir
við uppskotinum, sum tað
fyriliggur.
Linka krøvini
Jacob Vestergaard sigur, at
samband er ímillum tey
ymsu ráðini í landsstýrinum
og so seint sum mánadagin
var fundur ímillum løgmann
og innlendismálaráðið.
- Avbjóðingin er at orða
uppskotið so, at allir partar
kunnu taka undir við tí,
bæði politiskir flokkar og
partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum.
- Tað er tað týdningar-
mesta og so ger tað minni, at
tað tekur eitt sindur longri
tíð.
Ein stórur ivaspurningur
er júst orðingin um, at ar-
beiðsgevarar skulu tryggja
útlendingum, teir fáa higar,
eina arbeiðsviku upp á
minst 30 tímar
Í eini roynd at finna eina
semju, er Jacob Vestergaard
nú eisini sinnaður at tosa
um at sleppa kravinum um
at tryggja útlendingum í
Føroyum minst 30 tíma
arbeiðsviku.
- Ein møguleiki er at
sleppa kravinum um 30
tíma arbeiðsviku, so at ein-
asta
treyt
fyri
at
fáa
útlendingar higar, er, at teir
hava tilboð um arbeiði.
Hinvegin staðfestir Jacob
Vestergaard, at eitt krav,
sum ikki verður slept, er, at
útlendingar, sum koma hig-
ar, skulu arbeiða eftir før-
oyskum sáttmálum og fyri
føroyska løn.
Í Danmark og øðrum
norðanlondum, hava nógvar
søgur verið um, hvussu
gróvliga
arbeiðsgevarar
hava misbrúkt útlendska ar-
beiðsmegi, helst úr Eyst-
urevropa við at dumpa løn-
irnar og við at geva teimum
bústaðir, sum eru undir alt
mark.
Men hesum stúrir Jacob
Vestergaard ikki so illa fyri
í Føroyum.
- Okkara samfelag er so
lítið, at vit eiga at kunna
byrgja upp fyri sosialari
dumping, sigur landsstýris-
maðurin.
Hann leggur afturat, at í
hesum sambandi arbeiðir
landsstýrið eisini við at
gera eina eftirlitsskipan,
sum skal ansa eftir, at ar-
beiðsgevarar ikki dumpa
lønirnar hjá teimum útlend-
ingum, sum koma higar at
arbeiða.
Júst spurningurin um sosi-
ala dumping og framíhjá-
rættindi
til
30
tíma
arbeiðsviku, hava verið høv-
uðsorsøkin til, at arbeiðara-
feløgini hava sett føtur í
spenni ímóti, at ætlanin
varð sett í verk.
Hinvegin er tað óhugs-
andi, at útlendingar koma
higar at arbeiða, men enda
við at fáa almannahjálp,
skuldi tað verðið ov lítið av
arbeiði.
- Í somu løtu, teir ikki
hava arbeiði, er grundarlagið
fyri
uppihaldsloyvinum
burturdottið og so mugu
teir fara av aftur landinum,
sigur Jacob Vestergaard.
Tí hevur Jacob Vester-
gaard framvegis eina vón
um, tað fer at eydnast at
seta ætlanina í verk. Men
nær tað verður, fær hann so
onki sagt um enn.
Les eisini greinina: Javn-
aðarflokkurin
tríggjar
spurningar um útlendingar
Linari krøv fyri at fáa útlendingar til Føroyar
Útlendingar í
Føroyum
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Enn er óvist, nær uppskotið
um at gera tað lættari hjá
ES borgarum at koma til
Føroyar, verður sett í verk.
Eitt uppskot er liðugt,
men í samgonguni eru tað
serliga Javnaðarflokkurin,
sum hevur sett seg ímóti, at
tað verður sett í verk, sum
tað fyriliggur nú.
Í Løgtinginum nú ein
dagin staðfesti Løgmaður,
at Javnaðarflokkurin ikki
uttan víðari vil góðtaka upp-
skotið hjá landsstýrismann-
inum í innlendismálum um
at gera tað lættari hjá ES
borgarum
at
koma
til
Føroyar at arbeiða.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður og formaður Javnað-
arfloksins, segði í Løgting-
inum, at Javnaðarflokkurin
hevur sett tríggjar spurning-
ar fram og teir eru hesir:
1: Hvat eftirlit hava vit
við útlendingar, sum koma
higar at arbeiða og teirra
arbeiðsgevarum?
2: Hvørjar upplýsingar
geva vit útlendingum, sum
koma til Føroya at arbeiða?
3: Skulu útlendingar, sum
koma higar at arbeiða, hava
framíhjá rætt til eitt ávíst
tímatal um vikuna framum
føroyska arbeiðsmegi?
- Hetta eru viðkomandi
spurningar og eg haldi, at
innlendismálaráðið
skal
syrgja fyri at geva okkum
svar upp á teir, segði
Jóannes Eidesgaard.
Eisini Hendrik Old, for-
maður í vinnunevndini hjá
Løgtinginum
skilti
ikki
rættiliga, hví fiskivinnan
gramdi seg so illa um trot á
arbeiðsmegi.
- Tað er eitt stutt tíðarskeið
upp á tveir mánaðir um
várið, tá ið nógv fiskarí er,
at tað kann vera trot á
arbeiðsmegi. Allar aðrar
tíðir á árinum, er støðan
heilt hampilig.
- Vit hava smá viðurskifti
og vit skulu helst ikki koma
í ta støðu, at vit hava eini
20-30 útlendingar í eini
bygd, sum hava trygd fyri
eini arbeiðsviku upp á 30
tímar, samstundis sum alt
bygdarfólkið
má
ganga
hendur í lumma, tí arbeiðs-
gevarin skúgvar tey afturum
fyri at halda lógina.
- Tað fer at ganga útyvir
teir útlendingar, sum koma
higar at arbeiða, vissi teir
skulu hava framíhjá rætt til
teir tímarnar, sum eru á
einum
flakavirki,
segði
Hendrik Old.
Annars skilti hann heldur
ikki trupulleikan við hand-
verkarum, tí vit hava havt
óteljandi útlendskar hand-
verkarar í Føroyum og tað
hevur ongantíð verið trupul-
leikar, segði hann.
Les eisini greinina: Linari
krøv fyri at fáa útlendingar
til Føroyar.
Javnaðarflokkurin tríggjar spurningar um útlendingar
Stór mótstøða hevur verið ímóti ætlanini at fáa útlendingar til Føroya, men nú er Jacob
Vestergaard til reiðar at linka krøvini fyri at forða fyri, at útlendingar fáa størri rætt í Føroyum
enn føroyingar
Ferðamenn við Norrønu
bóðu um friðskjól
Tveir ferðamenn, sum komu til Íslands við Norrønu í gjár,
hava søkt um friðskjól í Íslandi. Ein palestini og ein sýrialend-
ingur høvdu einki samleikaprógv, tá teir komu í land av
Norrønu á Seydisfirði í gjár, og tá teir fingu at vita, at teir
skuldu vísast av landinum, valdu teir at biðja um friðskjól í
Íslandi, skrivar Morgunblaðið. Útlendingastovnurin í Reykja-
vík hevur nú málið, og hann skal gera av, um menninir verða
vístir úr Íslandi, ella um teir fáa friðskjól. Teir báðir menninir
eru í tríatiárunum.
Misnøgdir grønlendingar
Grønlendsku politikararnir Kupik Kleist og Josef Motzfeldt
eru alt annað enn fegnir um eitt roknistykki hjá danska
professaranum Martin Paldan. Hann hevur sagt, at danski
blokkstuðulin til Grønlands má metast um lán, ið
grønlendingar hava tikið, og at síðani 1950 er hetta lánið
komið upp í 130 mia. krónur. Kupik Kleist og Josef
Motzfeldt siga, at professarin hevur gloymt at mótrokna
ágóðan, sum danir hava fingið burtur úr Grønlandi hesi 55
árini.