hósdagur 11. oktober 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 197 - 11. oktober 2007
Kommunusamskipan Føroya er tvørkommunalur felagsskapur,
ið virkar fyri felags áhugamálum og størri kommunalum sjálvræði.
Aðalhugsjónin er, at kommunurnar skulu umsita øll mál, ið eru
beinleiðis viðkomandi fyri borgaran.
KSF arbeiðir fyri greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land
og kommunur, og at kommunali myndugleikin verður styrktur.
KSF veitir m.a. løgfrøðiliga ráðgeving, skipar fyri skeiðum, gerð
av felags mannagongdum og kunning til limakommunurnar og
almenningin.
Limakommunurnar í KSF eru Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar
kommuna, Runavíkar kommuna, Tvøroyrar kommuna,
Fuglafjarðar kommuna, Vágs kommuna og Sands kommuna.
KSF umboðar 69 % av íbúgvunum í Føroyum.
www.ksf.fo
Søkt verður eftir skrivstovufólki til Kommunusamskipan Føroya,
KSF, at byrja skjótast gjørligt
SKRIVSTOVUFÓLK
STARVIÐ
Í samstarvi við aðalskrivaran og umsitingina fert tú at taka
tær av felags áhugamálum hjá limakommununum.
Tú fert millum annað at:
standa fyri vanligum skrivstovuhaldi so sum bókhaldi,
journal, postavgreiðslu og innkeypi
skipa fyri og luttaka í tiltøkum hjá KSF
samskifta við landsmyndugleikar, áhugabólkar og onnur
fyrireika fundir, skeið og annað felagsvirksemi
fáa til vegar kunning og tilfar til limakommunurnar
FØRLEIKAR
KSF roknar við, at tú:
hevur skrivstovuútbúgving ella annan viðkomandi lærdóm
hevur áhuga í kommunuviðurskiftum
hevur góð samstarvsevni og ert fyrikomandi
hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
dugir at hava nógv at gera og at arbeiða skiftandi tíðir
KSF BJÓÐAR
Eitt fjølbroytt og spennandi arbeiði við nógvum ymiskum
uppgávum. Vit bjóða tær eisini fakliga menning, skeið
og onnur viðkomandi tilboð.
SETANARTREYTIR
Talan er um fulltíðarstarv. Starvsstaðurin er Tórshavn.
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðs-
gevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóan Petur
Hentze, aðalskrivara, tel. 302482 ella 282480.
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir
skal vera KSF í hendi í seinasta lagi 19. oktober 2007.
Send umsóknina til:
Kommunusamskipan Føroya, KSF · R.C. Effersøesgøta 30
100 Tórshavn
ella til jph@ksf.fo.
Studio PegaSuS
tlf 456500
Studio Pegasus
– ein kreativur orkudepil
Ljóð- og videolýsingar
Videoupptøkur og redigering
Tónleika/fløgu-upptøkur
Brúðarkoyring
Skalt tú hava eina serliga uppliving, so er at leiga ein
bil hjá Havnar Bilasavni frá Sp/F Bilrøkt í Havn. Vel t.
d. ein svartan Ford A frá 1930, ein hvítan Chevrolet
frá 1931, ein bláan Chevrolet Skyline frá 1952 ella ein
brúnan Jaguar frá 1978
Ring til Bilrøkt á 588880
www.bilrokt.fo bilrokt@bilrokt.fo
Brúðarkoyring
lýsingar