Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 12. oktober 2007 13 viðmerkingar Nú hava fólk givið seg til kennar í orð og tal um upprópið, sum Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, kom við í brævi til allar skúlar í Føroyum. Onkur vil reka hann úr starvi sum menta­ málaráðharra, og onkur er glaður fyri hesa útsøgn hansara. Nei, einki er for­ gjørt í hesum, sum menta­ málaráðharrin við nýtum orðum skrivar um, tá ið hann vísir á, hvønn týdning tað hevur at sungið verður við børnunum. Hugsi eisini, at Jógvan veit, hvat hann tosar um. Sjálvur hevur hann undirvíst í sangi (tónleiki) í fólkaskúlanum, og væl dugir kallurin at gera løg og syngja sjálvur. Ja, tað vóru góðir dagar, tá ið hann undirvísti í Fugla­ fjarðar skúla, tá ið sangurin næminga og lærara millum átti sína glóð næstan í øllum lærugreinum. Tá var hvør árgangur eitt kór. Meg minnist væl frá míni tíð sum næmingur í Fugla­ fjarðar skúla, at sungið var hjá øllum lærarum í skúla­ num, og var hetta eisini sami andi, tá ið eg fyri 40 árum síðani sjálvur bleiv lærari í sama skúla. Í mong Harrans ár stóð ikki á t. d. at fáa næmingarnar at syngja bæði í barnaskúla­ num og í framhaldsdeild­ ini. Eg gevi Jógvani mín fulla stuðul, at vit eiga at syngja meira í fólkaskúla­ num, tí vit hava nakað at samanbera við, og tað er tann vani og siður, sum vit hava havt, sum nú fyri mær, er við at kódna av anglisaksiskum ljóði í MP3arum og ljóðpottum, sum kunnu rúma eini 20 000 løgum. So kemur alt annað. sum t. d. útvarp, alnótin, fløgur, DVD og video, sum í stóran mun bera sama boðskap i orð og ljóði. Tað er ein øgilig bylgja av fremmandum løgum, sum floyma yvir okkum dag sum nátt, og er meginpartur av hesum vánalig poppløg. Tey ungu skulu vera ung, meðan tey eru ung Sjálvandi skulu tey ungu vera ung, meðan tey eru ung (børn). Einki ilt um tað. Vit lurtaðu í okkara ungu døgum eftir Luxem­ burg, Top ­Twenty fyri at hoyra, hvat nú t. d. Tommy Steele hevði upp á hjartað, men fá vóru tey, ið áttu t. d. plátuspælara og band­ upptakara, so tá ið hugurin var til tað kundi verið lurtað eftir teimum løgum, sum vóru uppi á døgum um hesa tíð. Hugsi ikki, at vit hugsaðu so nógv um hesi løg meira enn tað, at tað var bara nakað, sum sungið var onkuntíð í løttum løtum í ungmanna­ kæti og í góðum hýri saman við øðrum. Hetta fylti ikki so nógv í sinni­ num, men var tó ein partur av okkara ungdómsmentan. Persónliga minnist meg væl, tá ið eg hoyrdi kór­ sang, t. d. Fuglafjarðar sangkór syngja jólakvøld í Fuglafjarðar kirkju, at hetta vildi eg ogna mær og sleppa mær upp í okkurt kór, tá ið hetta stóð einum í boði. Poppurin rakk ikki hesar hæddir í mínari verð, men avspeglaði kórsang­ urin eina mentan, sum mong ung droymdu um at ogna sær. Ja, í skúlanum varð sungið týskt, eingil­ skt, svenskt, íslendskt, danskt og sjálvandi føroy­ skt. Hetta var føroyskur sangur, inter norðurlend­ skur sangur og inter evrop­ eiskur sangur. Hesin táttur í sangmentanina møtti tú eisini á Føroya læraraskúla. Dreymurin um at syngja í eina mikrofon Tað tykist mær nú, at vit vaksnu skulu niður á tað støði, har tey ungu eru við sínum løgum og dyrka tey. Hetta kemur ikki so sjáld­ an fyri, og eru treytirnar, tá ið undirvísast skal í sangi og tónleiki í t. d. framhaldsdeildini. Nú eru forsterkarar og alskins eldrivin ljóðføri á lofti, og verður sangurin framborin við mikrofonum. Vit eiga ikki at gloyma, at sangurin í túsundir og aftur túsundir av árum er borin fram beinleiðis á mannamunni og í mínari verð, tá ið undirvíst verður, so er mikrofonsangur ofta drivin av fáum sangarum. Dreym­ urin at syngja í eina mikro­ fon, átti kanska verið fyri øll. Sjálvandi finst ein javnvág millum henda dreym og vanligan floks­ sang, treyðugt so, eins og tað finst ein gongd leið millum Orff ljóðføri og sang. Stóri trupulleikin í dag innan skúlans gátt er, at tað verður so lítið sungið í øðrum tímum, tí er upp­ gáva hjá sanglærarum ovurstór t. d. bert at føra føroyska/inter norður­ lendska/inter evropeiska sangsiðin víðari. Tí haldi eg tað, at Jógvan er komin at tinnuna í hesum føri, so tað stendur eftir. Tá ið eg t. d. fór at syngja við kóri sum blaðungur, vóru vit bert ung, sum sungu. Hetta var í seksti árunum, men vit lurtaðu sanniliga eisini eftir t. d. Elvis Presly, Beathles, Rolling Stones, Pat Boone og Robert McBirnie. Í dag standa somu fólk og syngja í teimum somu blandaðu kórunum, og tilgongdin av ungum fólkum hevur verið lítil seinastu 30 árini. Havi ofta sagt við ung fólk at koma upp í tað blandaða kórið, men fái til svar: “Har eru bara gomul fók, ið syngja, og tað er so moðið, sum tit syngja!” Statt har! Rætt mær eina mikrifon og eitt gospellag, tað er cool og tað rular! Nú er ikki uppgáva skúl­ ans at útbúgva sangarar til kórsangarar. Í føroyskum skulu vit ikki útbúgva skald, ella listafólk í mynd­ list, men ein natúrlig kensla av tí, ið er lógarfest (lesiætlan, kunngerðum, rundskrivum) í lærugrein­ unum, tað kensluliga, mentanarliga og vitanini at frama er t. d. tað, sum vit lærarar eiga at hugsa um, tá ið undirvíst verður og ikki leggja okkum eftir einsporaðum sangi, sum verður trúttað niður í okkum frá morgni til myrkurs. Fjøltáttaður sangur Nú eri eg vorðin so gamal, at hugsandi er, at tað finst ein javnvág millum klass­ iska siðvenjing og nýmót­ ans rytmiskan tónleik, men ein dag fer alt Føroya fólk at rakna úr einum anglisak­ siskum rúsi – Top­twenty rúsi og leitar aftur til okkara sang ­ til kingo­ sangin, til rímirnar, vísir­ nar, kvæðini, skjaldrini, sálmarnar og allan annan føroyskan sang. Lat meg siga tað afturat, at tað er eingin tjóð í Norðurlond­ um, sum eigur so fjøl­ táttaðan (fólka)sang, sum vit føroyingar, tí haldi eg tað, at orð Jógvans eru komin upp á breddan í tøkum tíma. Allir skúlar í Føroyum, sum hava eitt næmingatal, sum liggur millum 200 og 400 næmingar eiga at hava eitt ella fleiri kór. Tað skul­ di verið eitt krav – lógar­ fest bæði við kunngerðum, rundskrivum og í eini lesi­ ætlan. Hetta kræv skuldi verið sett t. d. Føroya Læraraskúla. Hví ikki tað? Hví ikki lyfta og lætta og vera har uppi sum ljómurin er bestur bæði í klassiskum og rytmiskum tónleiki? Men hetta náa vit ikki, uttan at allir lærarar syngja við børnunum!!!! So skuldi eisini verið eitt krav, hvat næmingarnir áttu at duga av løgum(sangi), tá ið teir fóru úr 7. flokki. og eitt krav til læraraskúla­ næmingarnar, tá ið teir komu út av læraraskúla­ num. Hetta hevði nørt um alla sangundirvísing og allan tónleik. Sangur í skúlanum (tónleikur) Frits Johannesen P e d a g o g u r til Dagstovnin í Fuglafirði Søkt verður eftir pedagogi 40 t. viku at byrja 1. november 2007 ella eftir nærri avtalu. Dagstovnurin, sum er ætlaður til 76 børn, er skipaður í tvey hús við eini barnagarðstovu og eini vøggustovu í hvørjum húsi. Í 2006 varð dagstovnurin útbygdur við einari stovu afturat. Vit sóknast eftir pedagogi: • ið kann arbeiða sjálvstøðugt og er førir fyri at orða seg skrivliga. • hevur fakligar royndir og vitan, sum kann nýtast í dagliga arbeiðinum. • sær møguleikar fram um mørk og tolir broytingar. • hevur góð samstarvsevnir. • er eldhugaður og jalligur Vit kunnu bjóða tær: • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur. • eitt starv, har tú kanst brúka tína dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan • samstarv við NSR tænastu, sosialu deild og stovnar hjá Fuglafjarðar kommunu Setanartreytir Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommununala Arbeiðsgevarafelagið. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til leiðaran í dagstovninum, Julianna Næs á tlf.737780. Umsóknir saman við avritum av prógvum og viðmælum skulu verða býráðskrivstovuni, Norður í Gerði 10, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi 22. oktober 2007 Møguligar setanarsamrøður verða í viku 43. Kommunan skilir sær rætt til at velja millum innkomnu umsóknirnar ella onga at taka. Fuglafjarðar Kommuna Hugnalig eldri hús, ið liggja Heiðaskákið 10 í Havn, við sera góðum útsýni yvir Havnina, eru til sølu, um hósk­ andi boð fæst. Sigast kann um húsini, at hesi stava frá 1962 og eru uml. 112 m2 til støddar. Húsini treingja til ábøtur. Húsini liggja niðanfyri Norðara Ringveg og tætt við Viðarlundina og eru ca. 10 min. til gongu frá miðbýnum. Myndir av húsunum eru at síggja á heimasíðu okkara www.lawfirm.fo Áhugaði kunnu venda sær til: AdvokAtfelAgið við Strond 4 Yviri við Strond 4 · tel 311260 · fax 311261 · P.o. box 359 fo-110 tórShavn · faroe iSlandS email: lawfirm@lawfirm.fo HEIMASÍÐA: WWW.LAWFIRM.FO tormóður djurhuuS · jógvan Páll laSSen · Petur even djurhuuS jógvan e. ellefSen · anna dam · ingi højgaard · jóhan j. lamhauge gunn ellefSen · mimi SteintórSdóttir HúS vIÐ HEIÐASkákIÐ Í HAvn tIL SøLu! Lesið Sosialin - so eru tit við