fríggjadagur 12. oktober 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 198 - 12. oktober 2007
Sóknast verður eftir verkætlanarleiðara og verksetarum til eina av
Føroya størstu og mest avbjóðandi almennu kt-verkætlanum
THS-verkætlanarleiðari
Verkætlanarleiðarin avloysir núverandi verkætlanarleiðara, sum hevur valt at røkja
aðrar uppgávur innan verkætlanina. Verkætlanarleiðarin kemur at hava prosjekt
leiðsluna fyri einum toymi, ið telur 5 starvsfólk, sum øll arbeiða við verksetan og
menning av skipanini. Talan er um tíðaravmarkað starv í 2 ár, við møguleika fyri
leingjan.
Uppgávurnar hjá verkætlanarleiðaranum eru í høvuðsheitum hesar:
• samskipa innkoyringina av THS í heilsuverkinum
• samskipa undirvísing í nýtslu og umsiting av skipanini
• standa fyri kunning um gongdina í verkætlanini – bæði innanhýsis í verkætlanini
og mótvegis uttanhýsis áhugabólkum
• samskifta við veitarar
• menna og viðlíkahalda skjalatilfar
• samskifta við KTskivuna – sum er THSsupporteindin
• samskipa uppstigingar og rættingar til skipanina
• leiða og stýra nýggjar verkætlanir undir THSverkætlanini, t.d. markamót til
apoteksskipan og aðrar skipanir
• samskipa tillagingar av skipanini
• tillaga skipanina
Haraftrat er møguleiki fyri, at viðkomandi í framtíðini eisini fær tillutað aðrar kt
uppgávur fyri ráðið, so sum at luttaka í øðrum ktverkætlanum, t.d. innan kttrygd
og uppstiging av verandi skipanum.
Vit leita eftir umsøkjara, sum:
• hevur nøktandi ktútbúgving og/ella royndir innan kt
• hevur útbúgving og/ella arbeiðsroyndir innan prosjektarbeiði – helst sum
verkætlanarleiðari
• dugir væl at samstarva og motivera
• evnar at hava yvirlit, eisini í torgreiddum støðum
• dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
• er væl skipaður
Vit kunnu bjóða tær:
• eitt spennandi og mennandi starv í eini av størstu ktverkætlanum, sum higartil er
sett í verk í Føroyum
• eitt starv, har tú verður partur av einum dynamiskum toymi, har tú í stóran mun
sjálv/ur sleppur at mynda tín leiklut í toyminum
• eitt spennandi og mennandi arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á trivnað og
skipaða førleikamenning
• førleikamennandi tiltøk í THSskipanini innan verkætlanarleiðslu og á øðrum
týðandi økjum hoyrandi til starvið
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag, umframt áramálsviðbót. Verkætlanarleiðarin fær í tí dagliga tilvísing til
KTleiðaran í Almanna og heilsumálaráðnum.
Viðmerkjast skal, at setanin fevnir um Almanna og heilsumálaráðið og stovnar undir
tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Nicolai M. Balle, KTleiðara, á telefon
304050 ella á teldupostbústaðnum nicolai@ahr.fo
Umsóknir við avriti av viðkomandi prógvum og skjølum skulu sendast til:
Almanna og heilsumálaráðið
Eirargarður 2
100 Tórshavn.
Ktdeildin
og verða okkum í hendi í seinasta lagi 29. oktober 2007 kl. 12.00
Landssjúkrahúsið
Almanna- og Heilsumálaráðið
Almanna- og heilsumálaráðið og Landssjúkrahúsið leita eftir fólki til uppgávuna at seta í verk og menna talgildu heilsuskipanina, stytt
THS, til alt tað føroyska heilsuverkið. Talan er um eitt starv sum verkætlanarleiðari og 4 størv sum verksetarar av THS-verkætlanini.
THS-verksetarar
Hevur tú heilsufrøðiliga bakgrund, dámar tær at undirvísa og læra fólk upp, so
hevur tú nú møguleika at søkja starv sum THSverksetari. Tú kemur at arbeiða í
einum toymi, sum í løtuni arbeiðir við at seta í verk talgildu heilsuskipanina í
føroyska heilsuverkið.
Uppgávurnar hjá THS-toyminum eru í høvuðsheitum hesar:
• skipa fyri og undirvísa brúkarum í THS
• savna saman og viðlíkahalda frálærutilfar
• vegleiða/upplæra brúkarum, so hvørt sum eindirnar taka THS í brúk
• lýsa arbeiðsgongdir
• luttaka á arbeiðsfundum og verða við til at savna saman upplýsingar, sum eru
grundarlagið undir uppseting av THS
• undirvísa superbrúkarum í nýggjum funktiónum
• undirvísa í nýggjum tillagingum í THSskipanini
• nároyna nýggjar tillagingar av THSskipanini
• samskifta við KTskivuna
• sparra og samstarva við lokalar umsitarar á eindunum
• eftir førimuni luttekur THSversetari eisini í umsiting av skipanini
Vit leita eftir umsøkjara sum:
• hevur heilsufakliga bakgrund ella royndir innan heilsuverk
• hevur kunnleika og áhuga fyri kt og/ella royndir innan kt
• dugir at orða seg í skrift og talu
• er fyrikomandi og dugir við fólki
• arbeiðir sjálvstøðugt
Vit kunnu bjóða tær:
• eitt spennandi og mennandi starv í eini av størstu ktverkætlanini, sum higartil
er sett í verk í Føroyum
• eitt starv, sum tú í stóran mun sjálv/ur sleppur at mynda
• eitt spennandi og mennandi arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á trivnað og
skipaða førleikamenning
• skipað verður fyri undirvísing og førleikamennandi tiltøkum í THSskipanini og á
øðrum týðandi økjum hoyrandi til starvið.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkis
felag. Aftrat lønini verður goldin ein viðbót.
Starvið er tíðaravmarkað í 2 ár, at byrja 1. januar 2008, við møguleika fyri leingjan.
Viðmerkjast skal, at setanin er undir Landssjúkrahúsinum við dagligum arbeiðsstaði
í THStoyminum á Almanna og heilsumálaráðnum.
THSverksetarar hava tilvísing til THSverkætlanarleiðaran, sum í tí dagliga vísir til
KTleiðaran á Almanna og Heilsumálaráðnum.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Ann Thomsen, kervisfyrisitara, á
telefon 304050 ella á teldupostbústaðnum ann@ahr.fo ella til Hjørdis Zachariassen,
THSsamskipari, á telefon 304500 ella á teldupostbústaðnum hjza@lsh.fo.
Umsóknir við avriti av viðkomandi prógvum og skjølum skulu sendast til:
Landssjúkrahúsið
J. C. Svabosgøta
Lønar og starvsfólkadeildin
100 Tórshavn.
og verða okkum í hendi í seinasta lagi 29. oktober 2007 kl. 12.00
Almanna- og heilsumálaráðið · KT-Deildin
Eirargarður 2 • FO100 Tórshavn
Landssjúkrahúsið · Lønar- og Starvsfólkadeildin
J. C. Svabosgøta • FO100 Tórshavn
lýsingar