fríggjadagur 12. oktober 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 12. oktober 2007
33
S e r n á m S d e p i l i n
Í Sernámsdeplinum er eitt sálarfrøði
starv leyst til setan skjótast til ber.
Dagliga tænastustaðið er í NSR
tænastuni í Eysturoy, Glyvravegur 10
B, Glyvrar.
NSR tænastan er eitt samtak ímillum
Sernámsdepilin og Runavíkar, Nes,
Sjóvar, Leirvíkar, Gøtu og Fugla
fjarðar kommunur. NSR tænastan
virkar sum sjálvstøðugur stovnur undir
Sernámsdeplinum og veitir skúlum,
stovnum, foreldrum og myndugleikum
námsfrøðiliga og sálarfrøðiliga
ráðgeving.
Høvuðsuppgávan hjá NSR tænastun
er at kanna førleikastøðu og læruum
støður hjá børnum við serligum tørvi
og at ráðgeva í skipan av undirvís
ingarligum og mennandi tiltøkum fyri
hesi. Manningin í NSR tænastuni er
ein samskipari, ein sálarfrøðingur og 3
serlærarar/ráðgevar
Sálarfrøðingurin, ið vit sóknast eftir,
hevur ein týðandi lut í hesum toymi, ið
í samstarvi við Sernámsdepilin støðugt
skal menna sernámsfrøðiliga
virksemið.
Útbúgvingarkrøv og eginleikar
• Cand. ped. psyk./ cand. psyk. – ella
samsvarandi. Fyrimun hevur
umsøkjari, ið hevur arbeitt við
børnum.
• Fakligan førleika og hug at arbeiða
bæði við kliniskt – psykologiskum og
pedagogiskt – psykologiskum
uppgávum.
• Duga at nýta kanningarúrslit í
ítøkiligum undirvísingar – og
viðgerðartilmælum.
• Hava hug og evni til neyvt samstarv
við aðrar fakbólkar.
• Vitan um nervasálarlig greiningar
amboð er eisini ein fyrimunur.
Løn eftir sáttmála við avvarðandi
fakfelag.
Nærri fæst at vita við at venda sær til
Hans Eli Dahl, stjóra, tlf. 314522/
225803, (email hanseli@snd.fo) ella
Hans Jón Juul Thomsen, samskipara,
tlf. 239190, (e mail hjt@nsreystur.fo)
Umsókn við avriti av próvskjølum v. m.
skal vera Sernámsdeplinum í hendi í
senasta lagi mánadagin tann 12.
november 2007 og skal sendast til:
Sálarfrøðingur í NSR tænastuni
í Eysturoy
Sernámsdepilin
Frælsið 32 · Postrúm 2036
FO 165 Argir · Tlf. 314522 · Fax 310196
epostur: sernamsdepilin@snd.fo
S e r n á m S d e p i l i n
Vegna farloyvi skúlaárið 07/ 08 sóknast
vit eftir talilærara skjótast til ber at veita
taluvenjing og at virka í talumennandi
arbeiði við børnum og ungum ( 0 – 18
ár). Í mestan mun at arbeiða við smáum
talibólkum í Sernámsdeplinum, men
onnur skipan kann eftir umstøðunum
eisini koma fyri. Eftir útbúgving og
førleika kann tann, ið settur verður, fáa
aðrar uppgávur á samskiftisøkinum.
Talan kann eisini vera um 2 parttíðar
størv.
Førleikakrav
Útbúgvin talilærari, audiologopedur,
pedagogur ella lærari við serlærara
útbúgving ella á annan hátt útbúgvin/
eftirútbúgvin umsøkjari við royndum
at arbeiða við smábørnum, og sum
hevur áhuga at talivenja við børnum
og at luttaka í talimennandi arbeiði
annars.
Løn
Eftir sáttmála við avvarðandi Fakfelag.
Umsókn við avriti av próvskjølum og
møguligum viðmælum eigur at vera
Sernámsdeplinum í hendi tann 26.
oktober 2007.
Meira fæst at vita við at venda sær til
Egon Hansen, tali – hoyriráðgeva ella
Hans Eli Dahl, stjóra.
Avloysari fyri talilærara
Sernámsdepilin
Frælsið 32 · Postrúm 2036
FO 165 Argir · Tlf. 314522 · Fax 310196
epostur: sernamsdepilin@snd.fo
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til farmastøðina á Drelnesi at seta í fast starv.
Freistin at søkja starvið er fríggjadagin 19. oktobur 2007 kl. 12:00. Sí lýsingina á heimasíðu
okkara www.ssl.fo
Fólk til farmastøðina á Drelnesi
lýsingar