fríggjadagur 12. oktober 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 198 - 12. oktober 2007
Ársveitslan hjá
Landsfelag Pensjónista
Leygardagin tann 20. oktober 2007 kl. 17.30
til 24.00 verður ársveitslan hildin
á Hotel Føroyum.
Tey, ið ætla sær á veitsluna skulu tekna
seg hjá sínum lokalfelag og gjalda har.
Kostnaðurin er kr. 200,- pr. luttakara.
Atgonguseðilin er samstundis lutaseðil.
Seinasta freist at tekna seg er
mánadagin 15. oktober.
Nevndin
Frá Sláturmiðstøðini
Vit hava yvirtikið arbeiðið hjá AG – Kjøt á Toftum
Vit eru byrjaðir at fletta, so um tú ikki hevur tíð
og orku, so eru vit til reiðar at hjálpa tær, óav-
markað nøgd.
Eisini er møguleiki at bíða, ímeðan flett verður.
Vit kunnu eisini skipa fyri flutningi, um tað er
neyðugt.
Skjótt og væl úr hondum greitt.
Ring: 21 67 47 ella 28 67 87
Sláturmiðstøðin
Fjøruvegur 1 · 785 Haraldssund
Frá Barnagarðinum á Teiginum á Sandi:
Pedagogar
Vit sóknast eftir 2 pedagogum. Størvini
verða sett 15. november, 2007. Talan er
um ávíkavist eitt fast starv 30 tímar um
vikuna og eitt barnsburðarfarloyvisstarv í
25 tímar um vikuna í 3 mánaðir.
Krøvini til tín eru:
at tú er fyrikomandi og erlig/ur
at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt
og ábyrgdarfult í samráð við børn og
starvsfelagar.
at tú heldur arbeiði við 0-9 ára gomlum
børnum vera spennandi og avbjóðandi.
at tær dámar at verða úti í øllum veðrið.
at tú dugir at síggja møguleikar heldur
enn avmarkingar.
at tú er nærverandi og dugir at lurta.
at tú vil verða við til at menna
barnagarðin og tað arbeiði vit hava sett
okkum fyri.
Størvini verða lønt sambært sáttmála mill-
um Føroya Pedagogfelag og KAF/Fíggjar-
málaráðið. Arbeiðstíðin er vanliga millum kl.
7.30 og 17.30.
Tú fært nærri upplýsingar um størvini, um
tú vendir tær til Lailu Marston Petersen,
stovnsleiðara á tlf. 361750/212751.
Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum,
skal sendast til Sjálvsognarstovnin Barna-
garðin á Teiginum, Koytugøta 1, 210 Sandur.
Umsóknarfreistin er úti 31.10.07. Allir
umsøkjarar fáa svar.
Sjálvsognarstovnurin
Barnagarðurin á Teiginum
Pensionistafelagið í Havn
Ársaðalfundur verður í Losjuni,
Tinghúsvegur 18, mikukvøldið
31. oktober kl. 19.00.
Dagsskrá sambært § 11 í lóg felagsins.
Nevndin
Bøgøta 12 · Postboks 321 · 110 Tórshavn
tel 31 22 11 · el-mikk@post.olivant.fo
Einar mikkElsEn sp/f
Elektrikkari søkist!
Vegna økt virksemi, verður søkt eftir einum
royndum elektrikkara til fjølbroytt el-arbeiði
v.m. Má kunna arbeiða sjálvstøðugt.
Koyrikort til bil krevst.
Áhugaðir kunnu senda okkum
ein teldupost!
lýsingar