fríggjadagur 12. oktober 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
klumman
umborð
Nr. 198 • 12. oktober 2007
Mouttøkur eru
ikki fyri fólk
Miðlastjórar frøddust á
móttøku seinasta fríggjadag
um, at fólk og miðlar kundu
hittast til móttøku. Meðan eg
royndi at fáa eyga á ‘fólkið’ í
stúvstappaða Miðlahúsinum,
kom eg at hugsa um summar
feriur í Hattarvík. Har vóru
aðrar móttøkur og onnur fólk.
– Posturin kemur, róptu tey
í Hattarvík. Og so fór alt, sum
gekk á tveimum beinum – og
nøkur fýrbeint eisini – oman
at taka ímóti.
Millum stórar hundar og
slitnar gummiskógvar gingu
vit børn og hugdu at, meðan
bygdarfólk tóku í móti posti,
vørum og avbygdafólki og
sendu mjólkaspannir, post
og avklimatiserað býarfólk
avstað aftur. Hetta vóru
móttøkur, sum vildu nakað.
Kvøldið eftir fínu mouttøk
una í Vágsbotni gekk eg ein
túr millum húsini í Kunoy.
Skýmligt var at ganga í
smáu túnunum, men ljós var
í hvørjum hjalli. Ein hjalls
hurð stóð á gloppi, og á
vegginum hingu eitt ótal av
veðrahornum.
Hornini bóru boð um eitt
annað slag av móttøkum,
sum í hesum døgum verða
hildnar í flestu bygdum í
Føroyum. Til hesar móttøkur
– sum ikki eita móttøkur, men
slakt – hittast fyrrverandi
og núverandi bygdafólk til
arbeiði, hugna og prát.
Móttøkur – altso tær
veruligu mouttøkurnar
– eru eitt Havnafenomen.
Her hittast almenna fyri
sitingin, stórkapitalurin og
hámentanin. Og sjálvandi
vóru hvørki hattarvíksfólk
ella kunoyingar at hóma,
tá sosiala miðlahúsið og
fólksliga útvarpsrásin skipaðu
fyri móttøku.
Men kanska stóð lurtið
frá í onkrum køki í Kunoy.
So tey kundu fylgja við, hvat
ið veruliga hendir í hesum
landinum. Á móttøkum í
Havn.
Dorit Hansen
blaðkvinna
dorit@sosialurin.fo
Ólavur Poulsen í Klaksvík eigur
útróðrarbátin Søkan, fyrrver
andi Fiskaklett. Hendan bátin
keypti hann tíðliga í vár, men
frammanundan hevði hann ein
annan Søka, fyrrverandi Árna
búgvan, bygdur á Lítlubeding í
Klaksvík í 1965 júst sama ár,
sum Ólavur er føddur. Árnabúgvin
er longdur 20tonsari, meðan
Fiskaklettur er 50tonsari.
Eg havi siglt alt mítt lív, og fyri
hálvum fjórða ári síðan legðist
eg uppi at rógva út í egnum báti.
Vit eru 3 mans umborð, og í landi
skipar pápi mín, Óli Poulsen, fyri
egningini.
Sum 42 ára gamal, telist Ólav
ur millum yngra ættarliðið av
útróðrarmonnum.
Mær dámar sera væl at
rógva út, tí tú ert tín egni harri.
Spenningur er á hvørjari ferð, og
tú veitst ongantíð, hvussu dagurin
vignast. Jú, eg eri millum yngru
útróðrarmenninar um okkara leiðir.
Onkur er komin aftrat í seinastuni,
men tað eru fáir, sum leggjast til.
Ólavur hevur altíð havt stóran
áhuga fyri sjónum. Tað liggur líka
sum í blóðinum. Bæði mammu
beiggjar og beiggjar Ólavs eru sigl
andi. Beiggjarnir eiga Ågot, og tað
var bróðir hansara, Poul Eyðfinn,
sum var fyri løsti og doyði umborð
á Ågot, tá teir fingu brotasjógv fyri
nøkrum árum síðan.
Men Ólavur hevur eisini upp
livað, hvussu náttúrukreftir og
tungur reiðskapur kunnu hátta sær,
tá illa vil til. Tað venda vit aftur til.
Sum blaðungur var hann
einar tveir túrar við línubátinum
Rókhamri, ein undir Íslandi og ein
undir Føroyum. Teir egndu úti og
royndu í einar 56 dagar hvønn
túrin.
Eftir túrarnar við Rókhamri, fór
Ólavur at arbeiða á trolvirkinum
hjá Kjølbro, og har var hann í hálvt
annað ár.
Hann fór nú á laksaveiði við
Dragasundi í tveir vetrar, og var
onkran túr á ísfiskaveiði undir
Føroyum um summarið.
Tað var buldrasligt at vera á
laksi á hávetri, men vit tjentu væl.
Prísurin var høgur, og eg trúgvi,
at hetta var ein orsøkin til, at
føroyingar fingu eyguni upp fyri
møguleikanum at ala laks.
Ólavur hevði ætlað sær at lært
okkurt og søkti tí at sleppa sum
ellærlingur. Hann kundi sleppa í
læru, men fór ikki kortini.
Eg haldi, at tað var møguleikin
fyri at tjena pening, sum dróg meg
til skips aftur, sigur hann.
Í 1985 fór hann við rækjuskipi
num Karinu, har onkur av brøðrum
hansara eisini var við.
Hetta var ógvuliga áhugavert,
og hetta var eisini ein góður
kjansur, sum ikki ein og hvør
fekk. Vit royndu við Svalbard og í
Eysturgrønlandi. Vit tjentu einar
400.000 krónur hetta eina árið.
Ólavur sigur, at tað gekk so væl
við Karinu, at hann rættiliga fekk
blóð á tonna at tjena.
Eg var soleiðis fimm túrar við
út í eitt, og minnist eg rætt, var eg
bert nakrar heilt fáar dagar heima
hetta árið.
Eftir tíðina við Karinu, fór hann
á skiparaskúla í 1986 og gjørdist
liðugur á Klaksvíkar Sjómansskúla
í 1987.
Síðan eg fekk skiparaprógv,
havi eg brúkt míni pappírir hvønn
dag, eg havi verið á sjónum øll
árini síðan.
Hetta merkir, at starvið hjá
Ólavi øll hesi ár hevur verið á eini
skipsbrúgv.
Fyrsta skip, eg førdi eftir
skúlan, var snelluskipið Dragin, ið
verfaðir mín átti. Hetta er skúlaskip
í dag. Vit gjørdu ein hampiligan
Íslandstúr.
Hann var umborð á Draganum
einar 23 túrar sum skipari.
Nú bar leiðin yvir til Grønlands
sum stýrimaður umborð á línubáti,
ið mammubeiggi hansara, Sigmund
Andreassen, førdi.
Eg var í Grønlandi í tvey ár, og
endaði sum eftirlitsmaður fyri KGH
umborð á týskum trolarum.
Tá hann kom heimaftur, varð
Ólavur biðin at koma yviraftur
til Grønlands sum skipari við
grønlendska rækjubátinum,
Qaqqaliaq, sum nakrir brøður har
yviri áttu. Men hetta gjørdist bara
til tann eina túrin.
Hetta var ein lítil bátur, og
líkindini vóru keðilig.
Hann heldur, at nú kann tað
kanska tykjast, sum tíðin umborð á
summum skipum var heldur stutt,
men tá tú ert ungur og hevur fingið
tíni pappírir, hevur tú lyndi at siga
ja til næstan alt – og so býðst aftur
ein nýggjur møguleiki.
Tú skalt jú eisini gera tær tínar
royndir.
Ólavur var bert 24 ára gamal, tá
hann fyrstu ferð fekk skiparakjans
við grønlendskum rækjubáti.
Nú fór Ólavur sum annar stýri
maður við rækjuskipinum Ango,
sum Agga í Garðastovu førdi.
Stýrimaður var Kaisten Lognberg.
Hann var tríggjar túrar við hesum
skipi, tveir við Svalbard og ein í
Kanada. Ein partur av tíðini, teir
vóru í Kanada, gjørdist ein ring tíð.
Eg kom til skaða umborð á
Ango. Vit lógu fastir í illveðri, og tá
vit skuldu skjóta trolið útaftur, fekk
eg weirin sendandi um kroppin.
Vanlukkan hendi, tá weirurin leyp
upp um “oynna” á troldekkinum og
sendi meg út í keysina.
Ólavur minnist einki frá tilburð
inum, fyrr enn læknin nakrar tímar
seinni stóð uppi yvir honum umborð
á skipinum.
Læknin var komin út við tyrlu, og
tað vísti seg, at Ólavur hevði fingið
innvendugt kraniubrot.
Tað tók einar 18 tímar at
sigla inn til Nuuk, og tað gekk ein
heil vika á sjúkrahúsi, áðrenn eg
megnaði at reisa meg. Tað vísti seg
eisini, at skaðin var gingin útyvir
balansuskipanina.
Í dag merkir Ólavur ikki stórvegis
til skaðan, hann fekk.
Vit mistu eisini ein kanadiara,
meðan vit royndu í Kanada. Hetta
var ótrúliga óbehagiligt, tí eingin
visti, hvussu maðurin var farin fyri
borð. Tá vit høvdu leitað í rúma
tíð, boðaðu vit frá, at maður var
saknaður. Vit og onnur skip á leiðini
fóru at leita, men maðurin kom ikki
aftur í aftur.
Ólavur sigur, at Ango misti
mannin umleið eina viku, áðrenn
hann kom til skaða umborð, og
umleið eina viku seinni, meðan
hann enn lá á sjúkrahúsi í Nuuk,
fekk Faroe Prawn mannin í trolið.
So, hetta var ein døpur tíð,
ásannar hann.
Eftir tíðina umborð á Ango,
fór Ólavur sum stýrimaður við
Arctic Sea, sum hevði ligið leingi.
Tvíburðabeiggi hansara, sum eitur
Hjalti, var millum aðrar á dekkinum.
Hann var eisini ein av eigarunum
saman við eitt nú Teymavirkinum
og norðmonnum. Eftir tveir túrar
undir føroyskum flaggi, flaggði
skipið yvir til kanadiskt flagg.
Soleiðis endaði mín karriera
sum rækjumaður. Hevði man
sloppið til Kanada tá, trúgvi eg, at
nógvir møguleikar høvdu verið har
yviri, tí eg hevði góð sambond við
eitt nú norðmenn, sigur hann.
Ólavur gekk nú heima í einar
tveir mánaðir og fór síðan umborð
aftur á rækjubátin Karinu, sum
tá kallaðist Olympic Champion.
Her var hann við í eitt ár sum
stýrimaður.
Av Olympic Champion fór hann
í 1992 út at sigla við donskum
farmaskipi, sum hann var við í fýra
ár.
Tú visti ikki heilt, hvat tú skuldi
gera. Kreppa var, og her var stórt
arbeiðsloysi. Eg søkti tá kjans við
donskum farmabáti – og slapp
við beinanvegin. Vit sigldu við
ymiskum farmi um at kalla allan
knøttin. Longsta tíð, vit vóru í
sjónum út í eitt, var í 45 samdøgur.
Seinasta skipið, Ólavur var við,
áðrenn hann fór at rógva út, var við
einum brunnbáti.
Eg var soleiðis skipari við
brunnbáti í 9 ár, men sum tíðin
leið, sást tú, hvønn veg tað bar við
alivinnuni. Nú var útróðurin farin
at blóma, og bátarnir fingu nógvan
fisk. Tað var tá, eg gjørdi av at
keypa bát og fara at rógva út, sigur
Ólavur Poulsen.
Allir túrar eru spennandi
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
- Mær dámar sera væl at rógva út, tí her ert tú tín egni harri. Spenningur er á
hvørjari ferð, sigur Ólavur Poulsen Mynd: Snorri Brend
Tað var ein dapur túrur við rækjuskipinum Ango í
Kanada á sinni. – Fyrst mistu vit ein mann, síðan
fekk eg stóran skaða. Meðan eg lá á sjúkrahúsi í
Nuuk, fekk ein annar føroyskur bátur mannin í
trolið. Alt hetta hendi í 14 dagar, sigur Ólavur
Poulsen