fríggjadagur 12. oktober 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 • 12. oktober 2007
Vikuskifti 19
Sethús í gerð – Gerðisgøta 10, Skála
Húsini verða í 2 hæddum, niðara hæddin 120 fermetrar
og ovara hæddin 75 fermetrar – í alt 195 fermetrar.
Grundøkið er 581 fermetrar. Húsini verða innilokað, og
keyparin kann síðan sjálv/ur gerða av, hvussu tey vilja
hava tey innrættað. Ásetti kostnaðurin umfatar stoyptan
sokkul við áløgdum undirsløgum, innilokaði hús við
Viking Window úthurðum, trævindeygum og bjálvaðum
útveggjum, álagt tætt tróður og aluminiumtak við
Icopal plasttakrennum. Farið verður undir at byggja, tá
keypari er til húsini. Húsini koma at standa mitt í bygdini
við góðum útsýni út yvir fjørðin. Prísuppskot: kr.
1.075.000,00.
Sethús – Dalavegur 20, Glyvrar
Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd uml. 180
fermetrar. Grundøkið er uml. 1400 fermetrar. Byggiár
uml. 1960. Í 1990 bleiv stórur partur av húsinum
nýgjørdur. M.a. er køkur, stova, gongd og flestu
vindeygu í ovaru hædd skift. Í ovaru hædd er durur,
2 gongir, køkur, stova, kamar, hjúnarrúm, baðirúm,
goymslurúm, vaskirúm, hjallur og útigólv (terassa). Í
niðaru hædd er gongd, kamar, goymslurúm og
fýrrúm. Húsini standa í veðurgóðum umhvørvi og
hava sera gott útsýni yvir fjørðin. Prísuppskot: kr.
1.300.000,00.
Sethús – Hvalvíksvegur 61, Hvalvík
Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd uml. 145
fermetrar umframt ein hjall. Grundin er stoypt og
húsini eru klødd við alminiumsplátum og hava
stáltak. Grundøkið er uml. 240 fermetrar. Byggiár:
1912. Í miðhæddini er gongd, køkur og 2 stovur. Í
ovastu hædd er gongd, baðirúm og 3 kømur. Í
niðastu hædd er kjallararúm / fýrrúm / vaskirúm.
Húsini standa við vegin og hava gott útsýni.
Vit hava stóran eftirspurning eftir húsum og hava selt so nógv, at vit hava nærum útselt. Tí søkja vit eftir ognum at
selja. Hevur tú hug til at selja – vinaliga, set teg í samband við okkum í Inni.
Sethús – Heygagerði 20, Sandavágur
Snotiligu sethúsini eru í 2 hæddum á 128 fermetrar - í alt
256 fermetrar. Grundøkið er 1540 fermetrar. Húsini er
bygd í 1987, men eru dagførd so við og við frá 2003 til
2005 og eru í sera góðum standi. Í ovaru hædd er
inngongd, durur, gongd, køkur / borðstova / stova við
útgongd til svala, hjúnarrúm, baðirúm, 2 kømur, hjallur
og amboðsrúm. Í niðaru hædd er inngongd, durur,
trappugongd / alrúm, kamar, vaskirúm / fýrrúm,
kjallararúm og bilhús. Húsini standa í veðurgóðum,
friðarligum,
barnavinarligum
og
náttúruvøkrum
umhvørvi. Har er sera gott útsýni yvir bygdina og fjørðin
og góður sólargangur. Prísuppskot: 1.600.000,00
Sethús – Víkavegur 9, Haldarsvík
Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd uml. 126
fermetrar umframt ein hjall. Grundøkið er 261 fermetrar.
Byggiár:1954. Niðara hæddin var gjørd av nýggjum í
80’unum, og takið er skift í 2001. Í ovaru hædd er gongd,
2 kømur, hjúnarrúm, stór stova, wc og goymslurúm. Í
niðaru hædd er durur, baðirúm, køkur, stova, kjallararúm
/ fýrrúm. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
Raðhús – Tórsbyrgi 28, Tórshavn
Húsini eru eini raðhús í 3 hæddum - samlað búvídd uml:
165 fermetrar. Hartil er útigólv á 12 fermetrar og eitt
goymslurúm á 12 fermetrar við hálvum lofti. Húsini eru
bygd í 1976, men eru síðani umvæld og dagførd.
Bústaðarlýsing er tøk. Í niðastu hædd er inngongd,
durur, gongd, skrivstova, baðirúm, 2 kømur, vaskirúm og
útigólv. Í miðhæddini er gongd, stór stova, køkur og wc.
Í ovastu hædd er trappurúm og 2 kømur. Felags
hitaskipan og antennuskipan er. Húsini standa í
friðarligum, barnavinarligum og hugnaligum umhvørvi
við góðum grannalagi og hava gott útsýni. Prísuppskot:
kr. 2.200.000,00. Skrivlig boð kunnu latast inn til 1.
november 2007 kl. 15.00.
Jørð – Skálavegur og Dalsvegur, Vágur
Ognin er jørð í Vági matr.nr. 357, 358 og 650 á í alt 11.590
fermetrar, ið liggur sera væl fyri og m.a. partvíst kann
nýtast til grundøki. Til traðarstykkini, sum eru á í alt
9.337 er uttangarðsjørð matr.nr. 650 í Innaraparti í
Toftahaga. Annað grundøkið er 1.225 fermetrar til
víddar og kann lutast í 2 stykki á góðar 600 fermetrar.
Hitt grundøkið er 1.028 fermetrar til víddar og kann
lutast sundur í 2 stykki á góðar 500 fermetrar. Vegur er til
grundstykkini og trøðina. Grundøkini liggja ovarlaga
mitt í bygdini við sera góðum útsýni yvir bygdina og
fjørðin. Ognin verður seld, um hóskandi boð fæst.
Sethús – á Teigi 8, Tórshavn
Dámligu húsini eru í 2 hæddum - í alt 146 fermetrar.
Grundøkið er 484 fermetrar. Byggiár: 1988. Húsini eru úr
góðum tilfari, eru dagførd, væl hildin og í góðum standi.
Í neðra er inngongd, durur, gongd / trappugongd,
baðirúm, 2 kømur, bryggers / vaskirúm / fýrrúm við
útgongd til útigólv / sólkrók, hjallur, matarkøkur,
borðstova / stova við opnum tróðri. Í erva er alrúm /
arbeiðsrúm / stova, hjúnarrúm og goymslurúm, ið er
klárt at gera til klædnarúm og baðirúm. Garagan er
stoypt og klár at gera liðug, og garður / urtagarður við
sólkróki er runt húsini. Húsini standa í veðurgóðum,
friðarligum og barnavinaligum umhvørvi. Spælipláss og
fótbóltsvøllur við graslíki er nærhendis. Húsini standa
nær býnum og stutt er til skúlar, dagstovnar og handlar.
Sethús – Tungugøta 11, Tórshavn
Húsini eru í 3 hæddum á 47 fermetrar - í alt 141 fermetrar.
Grundøkið er 233 fermetrar. Í miðhæddini er inngongd,
durur / trappugongd, matarkøkur og borðsstova / stova.
Í ovastu hædd er hjúnarrúm við útgongd til altan /
terassu við frálíkum útsýni yvir býin, baðirúm og 2
kømur. Í niðastu hædd er sjálvstøðug íbúð. Har er
inngongd, durur, køkur, stova / kamar, baðirúm og
fýrrúm / kjallari við egnari inngongd. Garður / urtagarður
er runt húsini, sum standa í veðurgóðum og friðarligum
umhvørvi mitt í miðbýnum. Stutt er til alt og frálíkt
útsýni er av loftinum.
Sethús – Villingadalsvegur 11, Tórshavn
Húsini eru í 2 hæddum hvør á 125 fermetrar - í alt 250
fermetrar. Hartil er garaga á 30 fermetrar. Grundøkið er
600 fermetrar. Byggiár: 1976 - dagførd og umvæld í
2007. Í neðra er inngongd, durur, baðirúm, hall /
trappugongd, garderoba, vaskirúm, fýrrúm og 2
sjálvstøðugar íbúðir. Íbúð 1: Inngongd, gongd, køkur,
stova og 2 kømur. Íbúð 2: Inngongd, stova, køkur, kamar.
Í erva er durur, gongd / garderoba, matarkøkur, stór
borðstova / stova, hjúnarrúm við útgongd til svala,
baðirúm og 2 kømur. Húsini standa í vøkrum og
veðurgóðum umhvørvi nær miðbýnum við góðum
busssambandi, og tey hava sera gott útsýni oman yvir
Havnina. Prísuppskot: kr. 2.800.000,00.
Sethús – Bøvegur 39, Fuglafjørður
Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd 242 fermetrar.
Grundøkið er 553 fermetrar. Byggiár: 1985. Húsini eru
eini múrsteinshús við steintekju og mahognivindeygum
og hurðum. Ymiskar umvælingar eru gjørdar. M.a. eru øll
gólvini í kømurunum skift til hvíttoljerað ask og
oljubrennarin er eisini skiftur. Í ovaru hædd er durur, 2
baðirúm, hjúnarrúm, matarkøkur, køkur, stova, bryggers,
2 kømur, goymslurúm og terassa. Í niðaru hædd, sum er
partvís innrættað, er fýrrúm, vaskirúm, arbeiðsrúm /
ítrivsrúm, billiardrúm og stórt kjallararúm. Sera snotuligt
er runt húsini, har urtagarður og sólterassa eru gjørd.
Húsini standa mitt í bygdini í friðarligum umhvørvi, og
hava gott útsýni yvir bygdina og fjørðin.
Sethús – Gripsvegur 23, Tórshavn
Áhugaverdu sethúsini, ið standa sera væl fyri mitt í
Havnini, eru í 2 hæddum á uml. 112 fermetrar - í alt 224
fermetrar. Byggiár: 1964. Húsini er væl hildin og í góðum
standi. Í erva er hjallur, inngongd, durur, gongd,
trappugongd til ovasta loft, køkur, grovkøkur / kovi,
trappugongd til niðaru hædd, borðsstova, stova við
útgongd til altan, baðirúm, hjúnarrúm og 3 kømur við
innbygdum skápum. Í neðra er inngongd, gongd,
fýrrúm / goymslurúm, vaskirúm og sjálvstøðug íbúð.
Har er inngongd, gongd, matarkøkur, stova, hjúnarrúm,
baðirúm og kamar. Runt húsini er garður / urtagarður og
alt er snøgt og í góðum standi. Húsini standa væl fyri í
veðurgóðum umhvørvi við góðum sólargangi og
góðum útsýni. Hartil standa tey við høvuðsgøtu í
virknum handils- og vinnuøki og eru eins væl egnað til
vinnuligt virksemi og til bústað. Húsini verða seld um
hóskandi boð fæst.
Sethús – Bakkavegur 13, Fuglafjørður
Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd uml. 138
fermetrar. Grundøkið er 215 fermetrar. Byggiár 1899.
Húsini hava grótgrund, eru klødd við timbri, hava
trævindeygu og alminiumstak. Síðani 1989 er stórur
partur av húsinum umvældur. M.a. er tak, klædningur,
vindeyguni, ketil / brennari skift og baðirúmið er gjørt
av nýggjum. Í miðhæddini er køkur, borðstova og stova.
Í ovastu hædd er gongd, baðirúm, hjúnarrúm og kamar.
Í niðastu hæddini er vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm.
Harafturat er ein hjallur í 2 hæddum á 16 fermetrar,
súkkluskúrur og terassa. Húsini standa niðarliga í
bygdini og hava garð / urtagarð við stórum trøum.
Jørð – Fossaleiti, Haldarsvík
Jørðin er á Fossáleiti matr nr 29, sum liggur sunnanfyri
bygdina beint norðanfyri Fossá. Jørðin er 3.283 fermetrar
til víddar, og nakað av jørðini er dyrka.
Virkisbygningur – Malarendavegur 22,
Nólsoy
Bygningurin stendur á kajøkinum og er uml. 1094
fermetrar til víddar. Elsti partur av bygninginum er frá
1977. Bygningurin kann brúkast til mong ymisk
endamál. Hann hevur m.a. verið brúktur til alistøð, men
einki aliloyvið er í løtuni. Ognin verður seld um hóskandi
boð fæst.