Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 • 12. oktober 2007 Vikuskifti 21 Ynskir tú at búgva á bygd, men tó nærhendis Havnini, er Kollafjørður rættað staðið fyri teg, tí í Kollafirði er nærum alt, sum tær tørvar. Her er barnaansing, skúli, ítróttarhøll og svimjihøll. Eisini eru góðir handils­ møguleikar, bæði matvøruhandil og klædnahandil. Sethúsini, sum eru til sølu, eru í trimum hæddum og eru sera vælhildin. Húsini standa í friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi í Kollafirði. Her er sera gott útsýnið yvir fjørðin. Inngongdin er frá kjallaranum og her kemur tú fyrst inn í ein dur og síðani inn í eina stóra og rúmliga gongd við trapp­ um upp á miðhæddina og víðari upp á loft. Í kjallaranum er ein stór stova og trý kjallararúm. Stovan er sera stór, og kann hon sostatt nýtast sum kombinerað stova og kamar. Hetta er eitt frálíkt rúm til tannáringini. Kjallararúmini er stór og kunnu nýtast til mangt, so sum ítrivsrúm, arbeiðsrúm og gloymslurúm. Í miðhæddini er ein gongd, baðirúm, grovkøkur, svalarúm, hjallur, ein hems, køkur, stova og tvey kømur. Grovkøkurin er nýggjur og sera snotiligur. Her er alt, sum tær tørvar, so sum stórt og gott borðpláss, tvey stór vøsk, ovnur, uppvaskimaskina og vaskimaskina. Á gólvinum eru flísar. Køkurin er stórur og sera arbeiðsvinarligur og er gott pláss til eina stóra familju. Á loftinum er ein gongd, eitt stórt rúmligt loftsrúm við altan og eitt kamar við einari innbygdari dupultari koyggju. Eitt fyrimyndarligt rúm til børnini. Tú fært meira at vita um ognina við at ringja til Skyn á tlf. 35 74 00. Tlf. 357400 · Tórsgøta 16 · www.skyn.fo Fakta: Bústaður: Polatrøð 7, Kollafjørður Byggiár: 1983 Hæddir: 3 Stødd innan: 324 fermetrar Grundøkið: 624 fermetrar Prísuppskot: kr. 2.200.000 Stór og góð sethús í Kollafirði