mánadagur 15. oktober 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 15. oktober 2007
35
Stutt Sagt
Burma
fær vápn
Hóast USA og ES hava
bannað sínum fyritøkum
at selja hernaðarstýrinum
í Burma vápn, so bendir
nógv á, at bannið fær ikki
tann stóra týdningin. Væl
vitandi keldur siga, at
Burma keypir vápn úr Ind
ia og Norðurkorea, men at
tað mesta kemur úr lond
um sum Kina, Russlandi
og Serbia. Vápnasøla til
Burma er lóglig, tí eingin
altjóða regla ella samtykt
bannar londum at selja
hernaðarstýrinum vápn.
Kleimd
í hel
Minst tólv fólk vórðu
kleimd í hel á einum hin
dufestivali í India um
vikuskiftið. Indisku mynd
ugleikarnir siga, at festi
valplássið var ætlað til
200.000 fólk, men at
600.000 komu. Tað gjørd
ist ógvuiliga trongt, og tá
fólk royndu at sleppa burt
ur, vórðu minst tólv teirra
kleimd í hel. Fleiri onnur
fingu skaða. Av teimum
tólv vóru fýra kvinnur og
fýra børn. Ein onnur van
lukka skaðaði India í gjár.
Har norðuri í landinum
doyðu seks fólk, tá ein
bumba brast í einari bio
høll, siga myndugleikarnir.
Eingin hevur átikið sær
ábyrgdina av spreinging
ini.
Søgulig
flyting
Grikkar eru farnir undir at
flyta nakrar av teimum
gomlu skurðmyndunum
úr templunum á Akropolis
til eitt nýtt savn, sum
ætlandi skal hýsa øllum
teimum týdningarmestu
lutunum úr teimum gomlu
templunum. Harafturat er
ætlanin hjá griksku mynd
ugleikunum at fáa fatur á
fleiri fornlutum, sum eru
á
British
Museum
í
London og aðrastaðni, og
at savna teir í tí nýggja
savninum. Arbeiðið at fly
ta lutirnar av Akropolis
byrjaði um vikuskiftið, og
tíðindastovurnar skriva, at
nógvir grikkar, sum vóru
komnir at hyggja, feldu
tár, tá teir stóru kranarnir
lyftu teir gomlu lutirnar
uppfrá.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Allur heimurin veit, at Serbia fer
ongantíð at viðurkenna Kosovo sum eitt
sjálvsstøðugt ríki (Vojislav Kostunica).
útlond
Lívið sum handverkari er heitið á fyrilestri, sum Bettina Andersen fer
at halda í hølum Starvsmannafelagsins J. H. Schrøtersgøta 9, Tórshavn.
Bettina Andersen greiðir frá og vísir myndir, um hvussu lív hennara er
merkt av, at handverk er bæði hennara ítriv og vinnuvegur.
Fyrilesturin verður 17. oktober kl. 19.30, ókeypis atgongd.
Meira um Bettinu
Andersen fæst at vita á
www.bettinaandersen,dk
og á www.husflid.dk
»Lívið sum handverkari«
Føroya Heimavirkisfelag
-Vit fara ongantíð
at lata Kosovo
frá okkum, sama
hvussu stórt trýst
verður lagt á okkum,
sigur serbiski
uttanríkisráðharrin
Enn eina ferð er tann politis
ka støðan á Balkan spent.
Júst sum umboð fyri alban
ararnar og serbarnar í Koso
vo hittust í Bruxelles í gjár,
gjørdi serbiski uttanríkisráð
harrin greitt, at tað kemur
ikki upp á tal at lata Kosovo
loysa frá Serbia.
Kosovo
verður
ikki
sjálvsstøðugt ríki uttan góð
kenning frá Serbia, og allur
heimurin veit, at Serbia fer
ongantíð
at
viðurkenna
Kosovo sum eitt sjálvsstøð
ugt land, segði Vojislav
Kostunica, uttanríkisráðhar
ri.
Serbarnar og kosovoal
banararnir eru ósamdir um,
hvørja støðu Kosovo skal
hava í framtíðini. Partarnir
hava tingast leingi saman
við ESsemingsmanninum
Wolfgang Ischinger og russ
iska diplomatinum Aleksan
der BotsanKhartsjenko.
Nú fer tíðin at ganga und
an. USA hevur boðað frá,
at landið vil hava eina loysn
fyrst í desember, og tann
10. desember skal ST hava
eina frágreiðing um støðu
na.
Kosovoalbanararnir
hava hótt við at skipa Koso
vo sum sjálvsstøðugt ríki
fyri jól, fæst ikki semja við
serbararnar til ta tíð. Men
Serbia er ikki til at vika.
Tað kemur ikki upp á tal
at lata Kosovo loysa, sigur
Vojislav Kostunica, uttan
ríkisráðharri.
Vojislav Kostunica: -Vit fara
ongantíð at loyva Kosovo at
loysa frá Serbia
Kosovo verður ong
antíð sjálvsstøðugt
-Sambandið millum
politisku leiðsluna
og fólkið hevur
ikki verið nóg gott,
segði kinesiski
forsetin, tá hann setti
floksráðstevnuna í
morgun
Kinesiski forsetin, Hu Jin
tao, setti árligu ráðstevnuna
hjá kommunistaflokkinum í
morgun við at lova kinesiska
fólkinum politiskar nýskip
anir. Hu Jintao legði afturat,
at at bardagin ímóti korrup
sjón fer at halda fram, og at
Kina fer at bøta um viður
skiftini við Taiwan.
Í røðuni ásannaði forsetin,
at teir politisku leiðararnir
hava ikki havt nóg gott sam
band við fólkið, men at
ábøtur eru á veg.
Meiri enn 2.200 fólk eru
á ársfundinum hjá kinesiska
kommunistaflokkinum, og
tey fara ætlandi at velja Ho
Jintao at halda fram sum
forseti í eitt fimm ára skeið
afturat.
Jintao lovaði politisk
ar nýskipanir
Hu Jintao lovar politiskar nýskipanir
Fyrrverandi franski
leiguhermaðurin Bob
Denhard doyði um
vikuskiftið
Bob Denhard er uttan iva
tann best kendi franski
leiguhermaðurin. Hann var
við í kríggi ymsastaðni í
Afrika í sekstiárunum og
seinni, og hann var eisini
uppi í fleiri statskvettum í
afrikonskum londum.
Í juli í ár varð hann dømd
ur tíggju ára fongsul fyri at
hava verið við til at fyrireika
statskvett á Komorunum
úti fyri eysturafrikonsku
strondini í 1995. Franskir
hermenn bardu kvettroynd
ina niðuir, og Denhard varð
tikin til fanga og fluttur til
Fraklands.
Í gjár kunngjørdi systir
hansara, at hann var deyð
ur.
Bob Denhard
deyður
Bob Denhard var 78 ára gamal, nú hann doyði