týsdagur 16. oktober 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 16. oktober 2007
17
Heiðavegur 26 . 600 Saltangará . Tel 417000 . Faks 417001
runavik@runavik.fo . www.runavik.fo
Eitt farloyvisstarv sum sosialráðgevi í Eysturoyar
barnaverndartænastu er leyst at søkja til setan
frá 01.12.2007 til 01.10.2008, við møguleika fyri
longdari starvstíð.
Um Eysturoyar barnaverndartænastu
Eysturoyar barnaverndartænasta fevnir um Nes,
Sjóvar, Runavíkar, Gøtu og Funnings kommunu.
Í samstarvsøkinum eru 7.061 íbúgvar harav
2.077 eru undir 18 ár. Uppgávan hjá barna-
verndartænastuni er at tryggja børnum, ið liva
undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu
og menning, neyðuga hjálp og umsorgan.
Umsitingarliga er Eysturoyar Barnavernd-
artænasta ein eind undir Sosialu deild í
Runavíkar kommunu.
Starvið
Tú kemur, í tøttum samstarvi við sosialdeildar-
leiðaran, at taka tær av einum spennandi og
fjøltáttaðum øki við málsviðgerð, ráðgeving
og øðrum uppgávum, sum Barnaverndar-
umsitingin tekur sær av.
Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.:
• at fyrireika mál til nevndarviðgerð
• at ráðgeva og vegleiða barna- og ungdóms-
familjum við serligum tørvi
•
at ráðgeva barnaverndini í barnaverndar-
lógini
•
at seta í verk og fylgja upp fyriskipanir
•
at virka sum samskipari í málum har fleiri
myndugleikar eru við
•
at samstarva tvørfakligt
•
at arbeiða fyribyrgjandi í samstarvi við fak-
persónar og stovnar á barna- og ungdóms-
økinum
Vit leita eftir starvsfelaga, ið:
•
er útbúgvin sosialráðgevi ella hevur aðra
viðkomandi útbúgving
•
hevur royndir sum málsviðgeri ella aðrar
viðkomandi royndir
•
hevur áhuga og evnir at arbeiða við barna-
og ungdómsfamiljum við serligum tørvi
•
megnar at vera nágreiniligur og samstundis
hava nógvar bóltar í luftini
•
hevur gott yvirlit og dugir væl at orða seg
•
hevur telduførleika á brúkarastøði
Vit bjóða tær
Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
og við góðum møguleika fyri førleikamenning.
Setanarviðurskifti
Starvið, sum er fulltíðarstarv, verður sett
sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðs-
gevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið ella
annað viðkomandi fakfelag.
Fleiri upplýsingar
Fáast við at venda sær til Jákup H. Foldbo,
sosialdeildarleiðara ella Jenny Petersen,
sosialráðgeva á Telefon 417000.
Søk starvið
Við at senda okkum eina umsókn í seinasta lagi
29.10.2007 kl. 12:00
Umsóknin skal sendast til:
Runavíkar kommunu
Att. Eysturoyar barnaverndartænasta
Heiðavegur 26
Postboks 139
FO-610 Saltangará
Sosialráðgevi til Eysturoyar
barnaverndartænastu