Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 200 - 16. oktober 2007 ] a seg – Hetta eru sovorðin mál, tú ikki kanst lasta leikarar­ nar fyri, sigur Jógvan Martin Olsen, sum eisini tekur sín part av ábyrgdini fyri stóra tapinum: – Eg taki mín part av ábyrgdini og vit tapa sum eitt lið, slær Jógvan Martin Olsen fast. Fyri at umganga eitt líkn­ andi stórtap í annaðkvøld, skulu menn vera munandi aggresivir í defensiva spæli­ num, heldur Jógvan Martin Olsen. Invisteraðu ikki nóg mikið Hann rósar eisini leikar­ unum fyri góðu taktirnar fram eftir vøllinum, sum komu til sjóndar viðhvørt. – Offensivt var tað gott. Vit tora at spæla og skapa eisini nakrar kjansir, sigur Jógvan Martin Olsen, sum tú ikki avvísir broytingar á fremstu plássunum. Tá hetta er sagt, leggur Jógvan Martin dent á, at tað framvegis ikki var nóg gott, tað ið liðið vísti móti fraklendingum. – Vit mangla at invistera í nærdystum, vinna ikki nóg mikið av leysu bóltunum og tað eru nógvir, sum ikki raka dagsformin, heldur landsliðsvenjarin, sum eisi­ ni rósar franska liðnum: – Teir raka dagin og tað var fantastiskt at síggja has­ ar leikararnar. Hatta er eftir mínum tykki eitt tað besta, vit hava møtt, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari. skulu vera meiri aggresivir í tí defensive – Eg taki mín part av ábyrgdini og vit tapa sum eitt lið, sigur Jógvan Martin Olsen Mynd: Rólant Waag Dam Tem Hansen sigur seg vera kláran, um Jógvan Martin Olsen setur hann á vøllin í morgin LANDSLIÐIÐ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Kiev, Ukraina: Tem Han­ sen kom til Ukraina í gjár­ kvøldið. Hann var ikki við í upprunahópinum hesar báðar landsdystirnar, men eftir Jógvan Martin Olsen mátti síggja burt frá Fróða Benjaminsen, Súna Olsen, Herbert í Lon Jacobsen og Hans Paula Samuelsen, heitti landsliðsvenjarin á Tem Hansen og Hanus Thorleifsson um at traðka til. Hóast Tem kom nakað seinni enn hinir, kláraði hann kortini at luttaka í fyrstu venjingini, sum var í gjárkvøldið. – Tað er deiligt at vera við aftur, segði hann sum tað fyrsta, tá hann kom tiv­ andi út til síðulinjuna eftir lokna venjing. – Nú havi eg ikki verið við tveir dystir á rað, so tað var gott tað kom eitt avboð, legði Tem flennandi aftrat. Kann byrja inni Hóast Tem Hansen kom við upp á avboð hesaferð, skal hann rokna við at koma á vøllin í morgin. Súni Olsen er leikbannaður og tann sessin yvirtekur Atli Danielsen helst. Men vanligi makkarin hjá Súna, Mikkjal Thomassen, er plágaður av skaða pg óvist er, um hann kann spæla í annaðkvøld. Við øðrum orðum sær sentrali mið­ vøllurin hjá Føroyum rætti­ liga tunnur út, og tískil er tað rættiliga sannlíkt, at Tem Hansen kemur á vøll­ in, um hann ikki byrjar inni. Ein møguleiki, sum landsliðsvenjarin als ikki avvísti eftir venjingina mánakvøldið. – Tað er væl møguligt, tí hann hevur gjørt tað rætti­ liga væl, ljóðaði svarið, tá Jógvan Martin Olsen varð spurdur um tað var Tem Hansen, sum kom at avloy­ sa Mikkjal Thomassen, um tað var neyðugt. Tem Hansen sigur seg tó ongar ábendingar hava fingið um, hvørt hann fær spælitíð í annaðkvøld ella ikki. Men hann tekur av til­ boðnum, um tað kemur. – Eg kom við upp á avboð, so tað er ilt at siga hvønn leiklut eg komi at hava. Men eg kann lova tykkum, at eg eri klárur um eg fái kjansin, sigur Tem avgjørdur. Saknað landsliðið Hóast hann ikki hevur ver­ ið burtur frá landsliðnum í heilt so langa tíð, sigur Tem Hansen seg hava sakn­ að júst hesar avbjóðingar. – Sjálvandi havi eg tað. Serliga tá Christian (Lam­ hauge Holst, blðm.) varð úttikin og fór avstað, með­ an eg sat eftir, sigur Tem Hansen, sum í summar gjørdist liðfelagi við júst hin hálva føroyingin á landsliðnum, Christian Lamhauge Holst. – Eg skifti frá 1. deild og Fremad Amager til SAS­liguna og Lyngby. Tað merkir at eg nú kappist á einum hægri støði og tað er hugaligt. Hinvegin fái eg ikki heilt so nógva spælitíð sum áður, sigur Tem, sum er skiftur inn nakrar dystir í SAS­liguni, men annars hevur spælt mest á eykaliðnum. Tem tekur kjansin Tem Hansen er bólttryggur miðvallarleikari og verður væntandi at síggja á vøllinum mikukvøldið, tá Súni Olsen er leikbannaður og Mikkjal Thomassen ivasamur Mynd: Rólant Waag Dam jørð hjá venjaranum, sum skýrdi Voronin at vera bein­ leiðis orsøkin sigursmálið, ið Italia fekk ímóti Ukraina í dystinum teirra millum í september. Men hóast tað eftir øllum at døma er vátt í reiðrinum millum Blokhin og Voronin, sum byrjaði áleyparin inni í dystinum móti Skotlandi leygardagin. khin Shevshenko ynskir at Blokhin heldur fram sum venjari - Sigrar eru týdningarmiklir Skuffilsi var stórt í Danmark, tá tað ikki eyndaðist danska fótbóltslandsliðnum at vinna á Spania um vikuskiftið. Liðskiparin, Jon Dahl Tomasson, sigur nú, at teir ikki mugu gevast at spæla, tí sigrar eru enn ótrúliga týdningarmiklir. – Vit mugu royna at vinna síðstu dystirnar, tí jú hægri vit liggja á UEFA­ og FIFA­styrkilistanum, jú lættari mótstøðulið fáa vit. Og tað er tað klárt, at vit heldur vilja møta einum liðið, sum á pappírinum er veikari enn t.d. Spania, staðfestir liðskiparin á danska landsliðnum. Bendner skal helst byra Danski landsliðsvenjarin, Morten Olsen, hevur alla sína tíð sum landsliðsvenjari spælt eit 4­3­3 system, men nú er nógv, sum bendir á, at hetta verður broytt til dystin móti Lettlandi í morgin. Nógv bendir á, at hann ætlar at spæla eina 4­4­2 uppstilling, og hetta kann geva unga Arsenal­ áleyparanum, Nicklas Bendtner, møguleikan frá byrjan av. – Eg royni at gera mítt besta til venjing fyri at vísa Morten Olsen, at eg skal byrja inni. Tað er eitt mál hjá mær, at spæla meira fast í framtíðini, sigur Bendtner.