Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 94 - 18. mai 2001 Nr. 94 - 18. mai 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 C M Y K 2 Postverkið eigur at verða lagt um og endurnýggjað. Tann semjan stendur við, og peningur verður settur av til umleggingina. Hetta staðfestir Tjóðveldis- flokkurin, sum átalar ákærurnar frá Bjarna Djurholm, um at Tjóðveldisflokkurin hevur forða fyri, at Posverkið verður dagført POSTVERKIÐ John Johannessen Ákæran um, at Tjóðveldis- flokkurin skal hava borið so í bandi, at Posverkið ikki verður dagført, eins og landsstýrismaðurin í vinnu- málum hevði ætlað, eru púra ógrundaðar. Hetta staðfestir Høgni Hoydal, formaður í Tjóðv- eldisflokkinum. – Tjóðveldisflokkurin hevur í øllum lutum stuðl- að, at Postverkið kann um- skipa seg til ein sjálvstøð- ugan stovn, endurnýggja seg, rationalisera og betra inntøkugrundarlagið. – Einasta kravið frá Tjóð- veldisflokkinum hevur ver- ið, at tá stóran umleggingar verða gjørdar, skal hetta vera í samráð við starvs- fólkið og avvarandi fak- feløg. Harafturat skal um- leggingin gerast á ein skip- aðan hátt, so ótryggleiki og kaos ikki valdar, sigur Høgni Hoydal. Semjan stendur við Í grein í Sosialinum í gjár varð víst á, at ein politisk semja varð gjørd í lands- stýrinum, um at postverkið skuldi umskipast. Hesa semjuna segði Bjarni Djur- holm, at Tjóðveldisflokk- urin hevur brotið. Men sambært Høgna Hoydal stendur semjan við. – Royndirnar av fram- ferðini viðvíkjandi Lands- verksfrøðingsstovninum siga alt um, hvussu farast kann skeivt fram við tí úr- sliti, at ótryggleiki valdar og stórur førleiki kann fara fyri skjeyti. – Tí varð ein politisk semja gjørd um, at kom- andi trý árini skal Postverk- ið fara undir eina umlegg- ing, og at neyðugur pening- ur verður settur av til íløgur í tøkni, eftirútbúgving og skipanir fyri starvsfólkið. – Hendan semja stendur við, og umleggingin kann fremjast beinan vegin, staðfestir Høgni Hoydal. Roynir at privatisera Lógaruppskotið hjá Bjarna Djurholm um postvirksemi varð ikki avgreitt í ting- inum hesa setuna. Men tað heldur Høgni Hoydal ikki vera nakra gølu, tí uppskot- ið hevði einki beinleiðis við ætlaðu umleggingarnar á posthúsinum at gera. Talan var um eina generella lóg um postvirksemi. Uppskotið gav ikki Postverkinum pening ella nakra nýskipan. – At bæði postverksstjórin og landsstýrismaðurin í vinnumálum alment hava hótt við hópuppsagnum á Postverkinum, eftir at uppskotið ikki kom fram aftur úr vinnunevndini, hevur onga sakliga grundgeving. Tað svarar til, at landsstýrismaðurin í mentamálum hevði hótt við hópuppsagnum á Útvarpi og Sjónvarpi, eftir at uppskotið um kringvarp mátti takast aftur, vísir Høgni Hoydal á. F o r m a ð u r Tjóðveldisfloksins vísir á, at lógin um postvirksemi kann leggjast fram aftur á ólavsøku, tá ivaspurningar í vinnunevndini vónandi verða greiðir. – At ótryggleiki og politisk rumbul nú verður skapt av hesum, kann bara grundgevast við p a r t a p o l i t i s k u m áhugamálum. – Tað tykist sum endamálið er at mála eina so svarta mynd av Postverkinum, at onki skal bera til uttan at lata privatar taka uppgávurnar uppá seg. – Men ongin politisk forðing er fyri at fara undir umleggja Postverkið til eina nútímans fyritøku. Verður tað gjørt við virðing fyri starvsfólki og teirri týdningarmiklu uppgávu, sum postflutningur er í ein- um landi, so skuldi borið væl til, sigur Høgni Hoy- dal, formaður Tjóðveldis- floksins. Formaður Tjóðveldisfloksins vísir aftur øllum ákærum um, at Tjóðveldisflokkurin skal hava forað fyri, at Postverkið ikki verður endurnýggjað Postverkið verður endurnýggjað