Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-16, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 - 16. oktober 2007 31 Arbeiðstíðin er umleið 20 tímar um vikuna. Fyrimunur er at hava verið í handli áður. Skrivlig umsókn verður at senda okkum sum skjótast. Sp/f 385 Vatnsoyrar Fólk søkist til klædnahandil John Poulsen S e r n á m S d e p i l i n Vegna farloyvi skúlaárið 07/ 08 sóknast vit eftir talilærara skjótast til ber at veita taluvenjing og at virka í talumennandi arbeiði við børnum og ungum ( 0 – 18 ár). Í mestan mun at arbeiða við smáum talibólkum í Sernámsdeplinum, men onnur skipan kann eftir umstøðunum eisini koma fyri. Eftir útbúgving og førleika kann tann, ið settur verður, fáa aðrar uppgávur á samskiftisøkinum. Talan kann eisini vera um 2 parttíðar­ størv. Førleikakrav Útbúgvin talilærari, audiologopedur, pedagogur ella lærari við serlærara­ útbúgving ella á annan hátt útbúgvin/ eftirútbúgvin umsøkjari við royndum at arbeiða við smábørnum, og sum hevur áhuga at talivenja við børnum og at luttaka í talimennandi arbeiði annars. Løn Eftir sáttmála við avvarðandi Fakfelag. Umsókn við avriti av próvskjølum og møguligum viðmælum eigur at vera Sernámsdeplinum í hendi tann 26. oktober 2007. Meira fæst at vita við at venda sær til Egon Hansen, tali – hoyriráðgeva ella Hans Eli Dahl, stjóra. Avloysari fyri talilærara Sernámsdepilin Frælsið 32 · Postrúm 2036 FO 165 Argir · Tlf. 314522 · Fax 310196 e­postur: sernamsdepilin@snd.fo S e r n á m S d e p i l i n Í Sernámsdeplinum er eitt sálarfrøði­ starv leyst til setan skjótast til ber. Dagliga tænastustaðið er í NSR tænastuni í Eysturoy, Glyvravegur 10 B, Glyvrar. NSR tænastan er eitt samtak ímillum Sernámsdepilin og Runavíkar­, Nes­, Sjóvar­, Leirvíkar­, Gøtu­ og Fugla­ fjarðar kommunur. NSR tænastan virkar sum sjálvstøðugur stovnur undir Sernámsdeplinum og veitir skúlum, stovnum, foreldrum og myndugleikum námsfrøðiliga­ og sálarfrøðiliga ráðgeving. Høvuðsuppgávan hjá NSR tænastun er at kanna førleikastøðu og læruum­ støður hjá børnum við serligum tørvi og at ráðgeva í skipan av undirvís­ ingarligum­ og mennandi tiltøkum fyri hesi. Manningin í NSR tænastuni er ein samskipari, ein sálarfrøðingur og 3 serlærarar/ráðgevar Sálarfrøðingurin, ið vit sóknast eftir, hevur ein týðandi lut í hesum toymi, ið í samstarvi við Sernámsdepilin støðugt skal menna sernámsfrøðiliga virksemið. Útbúgvingarkrøv og eginleikar • Cand. ped. psyk./ cand. psyk. – ella samsvarandi. Fyrimun hevur umsøkjari, ið hevur arbeitt við børnum. • Fakligan førleika og hug at arbeiða bæði við kliniskt – psykologiskum og pedagogiskt – psykologiskum uppgávum. • Duga at nýta kanningarúrslit í ítøkiligum undirvísingar – og viðgerðartilmælum. • Hava hug og evni til neyvt samstarv við aðrar fakbólkar. • Vitan um nervasálarlig greiningar­ amboð er eisini ein fyrimunur. Løn eftir sáttmála við avvarðandi fakfelag. Nærri fæst at vita við at venda sær til Hans Eli Dahl, stjóra, tlf. 314522/ 225803, (e­mail hanseli@snd.fo) ella Hans Jón Juul Thomsen, samskipara, tlf. 239190, (e­ mail hjt@nsreystur.fo) Umsókn við avriti av próvskjølum v. m. skal vera Sernámsdeplinum í hendi í senasta lagi mánadagin tann 12. november 2007 og skal sendast til: Sálarfrøðingur í NSR tænastuni í Eysturoy Sernámsdepilin Frælsið 32 · Postrúm 2036 FO 165 Argir · Tlf. 314522 · Fax 310196 e­postur: sernamsdepilin@snd.fo lýsingar miðlahúsið í Vágsbotni www.sosialurin.fo Tórsgøta 1 · Tel 34 18 00 · Fax 34 18 01 post@sosialurin.fo · www.sosialurin.fo Vælkomin! Nevndin Bragdið móttøku í miðlahúsinum Bragdið, sum er felag fyri frælsa ítrótt í Streymoy, bjóðar limum og øllum áhugaðum til móttøku í Miðlahúsinum mikudagin 17. okt. kl. 16-18. Stovningardagur felagsins er 17. okt. 1947 og verður dagurin hildin við hesari móttøku í Miðlahúsinum. Sóknast verður eftir verkætlanarleiðara og verksetarum til eina av Føroya størstu og mest avbjóðandi almennu kt-verkætlanum Almanna- og heilsumálaráðið og Lands- sjúkrahúsið leita eftir fólki til uppgávuna at seta í verk og menna talgildu heilsu- skipanina, stytt THS, til alt tað føroyska heilsuverkið. Talan er um eitt starv sum verkætlanarleiðari og 4 størv sum verksetarar av THS-verkætlanini. Nærri fæst at vita um størvini, við at fara inn á heimasíðu okkara: www.ahr.fo, har nágreiniliga lýsingin stendur. Landssjúkrahúsið Almanna- og Heilsumálaráðið