Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 201 - 17. oktober 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Leygarkvøldið 19. januar bjóðar Róðrarfelagið Knørr­ ur til stórfingið dansi­ kvøld í ítróttarhøllini á Hálsi við norska superbólkinum Scandinavia og føroysku legendunum í Spaðar 5 DANSUR Tíðindaskriv Scandinavia, sum júst hevur givið út fløgu, er ímillum kendastu dansiorkestur í Noregi og hevur fingið fleiri heiðurslønir og gullplátur fyri tónleik sín. Og løgið er tað ikki, tí fleiri av limunum hava spælt saman líka síðan 1988, tá ið orkestrið varð stovnað. Hesa tíðina hava teir eisini haft fleiri enn túsund konsertir um øll Norðurlond, so talan er kanska um best samanspælda dansiorkestur yvirhøvur. Á føroyaferðini verður orkestrið fullmannað við Eirik Johansen, gittar og sang, Steinar Storm Kristi­ ansen, tangentar og sang, Pål Fuglseth Tautra, bass og sang, Ronny Jakobsen, trummur og sang, Bjørn O. Jensen, saksofon og sang, og Finn Jacobsen, gittar. Eisini Spaðar 5 við Ólavi Øster og hansara monnum stillar upp við sterkastu manning, so borðreitt verð­ ur við góðum svingtínum og sjelarum alt kvøldið. Róðrarfelagið Knørrur, sum leggur lunnar undir dansin, vónar, at fólk fær eitt hugnaligt kvøld saman. Avlopið frá tiltakinum fer alt til ungdómsvirksemi fel­ agsins. Forsølan til er longu byrj­ að, og atgongumerki fáast í bensinstøðum kring alt land­ ið. Væntandi kemur nógv fólk saman, so tey, sum vilja tryggja sær eitt at­ gongumerki, hava høvið at keypa tað í góðari tíð. Kærleikans dansikvøld við Scandinavia og Spaðar 5 19. januar verður kærleikans dansikvøld á Hálsi við norska superbólkinum Scandinavia og føroysku legendunum í Spaðar 5 Vit søkja eftir sølufólki til køksdeildina Sí lýsing á heimasíðu okkara www.balslev.fo Nýggjur leikur við TVAZZ Fundamentalisturin er heitið á nýggjum leiki, sum sjónleikarfelagið TVASS venur í hesum døgum SJÓNLEIKUR Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Fundamentalisturin er heitið á nýggjum leiki, sum sjónleikarfelagið TVASS venur í hesum døgum. 27. oktober 2007 hevur TVAZZ frumsýning av leikinum Fundamentalist­ urin, sum er ein finskur leikur frá 2006. Funda­ mentalisturin hevur higar­ til bert verði framførdur í Finlandi, har hann varð sýndur yvir 100 ferðir fyri fullsettum húsum. Juha Jokela leikstjórnaði sjálvur finsku uppset­ ingina, og vitjar hann eis­ ini í Føroyum til frumsýn­ ingina. Fundamentalisturin er ein leikur um trúgv. Men eisini ein leikur um tvey leitandi menniskju og samband teirra millum, teirra vónir, sannføring, kærleika og glatan og ikki minst teirra samband við Kristnu trúnna og tulking av Bíbliuni. Hvat kostar tað at til­ ogna tær eina trúgv fult og heilt? Hvat kostar tað at missa trúnna? Hvat er sonn frelsa? Hvør av teimum er fundamentalisturin? Eru bert nakrir av spurningunum, sum leik­ urin setur. Hesi bæði kristnu menniskjuni leita eftir sannleikanum – í átrúnað­ inum, í hvørjum øðrum og í sær sjálvum. Her av stendst ein samanbrestur, sum fær óbótaligar avleið­ ingar fyri bæði tvey. Ein samanbrestur, sum vit stundum eisini síggja um okkara leiðir? Leikarar eru Bárður Persson og Gunnvá Zach­ ariasen. Leikstjórin er sviin Petra Berg Holbek og ljós –og pallsniðgevi er Egil B. H. Hansen. Forsølan av atgongu­ merkjum er byrjað í Kunningarstovuni á Vaglinum í Havn. Sí annars www.tvazz.com TÍÐINDASKRIV Á fjórða sinni bjóðar sjálvhjálparbólkurin Bót til bata øll kvinnum, ið eru skurðviðgjørdar fyri bróst­ krabbamein, til tiltakið Opið hús í felagshúsinum hjá Krabbameinsfelagnum. Felagið vil fegið røkka so nógvum kvinnum, ið hava ella hava havt bróstkrabba, sum til ber; tí vónar bólk­ urin, at nógvar kvinnur taka av tilboðinum. Endamálið er at hava eina hugnaliga løtu saman, har møguleiki er fyri at tosa, stuðla, hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp. Og royndirnar eru, at kvinnurnar eru fegn­ ar um at koma saman á henda hátt, siga umboð fyri Bót til bata. Bót til bata er sjálvhjálp­ arbólkur undir Føroya felag móti krabbameini. Bólkurin varð stovnaður í 1988 og hevur verið virkin síðan. Í bólkinum eru kvinnur, sum eru skurðviðgjørdar í brósti. Tær hava fingið upplæring í at veita stuðul, vegleiðing og ráð til aðrar kvinnur, ið skulu skurðviðgerast ella eru skurðviðgjørdar fyri krabbamein í brósti. Opið hús verður í hølun­ um hjá Føroya Felag móti Krabbameini á Grønlands­ vegi 58 í Tórshavn týskvøld­ ið 23. oktobur 2007 kl. 19.00. Hevur tú hug at taka lut, vinaliga boða frá á tele­ fon 317959, 217959 ella 217957, ella í telduposti: ffk@krabbamein.fo Bót til bata opið hús Lesið -so eru tit við! Margret Mortensen, ráðgevi hjá Krabbameinsfelagnum