hósdagur 18. oktober 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 202 - 18. oktober 2007
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Landsstýrið fer í
komandi viku at
viðgera uppskot til
enn eina útbjóðing
á landgrunninum.
Bjarni Djurholm
vónar at fáa tað
gjøgnum tingið,
áðrenn val verður
útskrivað
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Í dag fær landsstýrismaðurin
í oljumálum, Bjarni Djur
holm, handað uppskotið til
3. útbjóðing á føroyska land
grunninum. Tað er Jarð
feingi, sum hevur gjørt ætl
anina fyri at bjóða nýggj
øki á landgrunninum út til
oljufeløgini. Bjarni Djur
holm sigur, at ætlanin er at
leggja uppskotið fyri lands
stýrið í komandi viku, og so
verður tað borið í tingið
skjótast gjørligt. –Vit vóna,
at tingið klárar at avgreiða
hetta málið, áðrenn valið
verður útskrivað. Um hetta
ikki eydnast, er vandi fyri,
at tað dettur afturum eitt
løgtingsval. Tað merkir, at
vit koma langt út á várið,
áðrenn vit kunnu bjóða
nýggj øki út til oljuleiting.
Má ikki koma í drag
Landsstýrismaðurin sigur,
at tað er umráðandi, at mál
ið ikki kemur í drag. Vit
koyra eftir eini ætlan, har
ávísur samanhangur er mill
um 1., 2. og nú 3. rundu,
tvs. at umsitingin hevur
arbeitt út frá tí, at økini
kunnu bjóðast út eftir sam
tykt í løgtinginum í desemb
er ella eftir árskiftið. Verður
tað ikki gjørt nú, so kunnu
vit missa upp til eitt hálvt
ár, og tað heldur Bjarni
Djurholm er sera óheppið.
BP boring
Boringin hjá BP kann koma
at fáa ávirkan á komandi
útbjóðing. –Kemur BP út
við einum positivum úrsliti,
so kann tað økja um áhugan
hjá oljufeløgunum at vera
við í eini nýggjari útbjóðing
sigur
landsstýrismaðurin.
Hinvegin heldur hann ikki,
at eitt vánaligt úrslit neyð
turviliga nýtist at minka um
áhugan.
Góður fundur
Bjarni Djurholm var við á
Oljutinginum í gjárkvøldið,
tá komandi boringin hjá BP
var á skránni, og Jonathon
Truemann frá BP greiddi
frá boringini, hvørjar vánir
felagið hevur til brunnin,
og hvønn leiklut brunnurin
hevur fyri virksemið á At
lantsmótinum og fyrireik
ingarnar annars. Hann
heldur, at fyrilesturin var
sera upplýsandi. –Upplýs
ingarnar, sum komu fram
um møguleikarnar og trupul
leikarnar, vórðu sera neyvir
og meira enn eg hevði rokn
að við kundu koma fram á
einum almennum fundi, so
tað er bara at fegnast um, at
BP vil kunna um alt hetta.
Tá hugsað verður um,
hvussu opinskáraður BP
stjórin var, so gevur tað okk
um ikki verri vónir kanska
heldur betri.
Síggja
nakað
stórt í
undir
grundini
-men vita ikki við
vissu, hvat tað er
William
brunnurin
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
At ein nýggj boring á
landgrunninum nærkast
var helst orsøkin til ovur
stóru undirtøkuna á Olju
tinginum í gjárkvøldið.
Umleið 100 fólk høvdu
leitað sær á Hotel Føroy
ar og hoyra bretska geo
fysikararn Jonathon True
man greiða frá William
brunninum. Hann var
rættiliga
opinskáraður
og greiddi í smálutum
frá hesi risastóru verkætl
an, sum kann koma at
seta Føroyar á oljuheims
kortið. Hann vísti á, at
teir síggja nakað heilt
stórt í undirgrundini,
(stórar strukturar), sum
tey vóna goymir olju ella
gass. Men basaltið ger,
at teir fáa ikki sagt, hvat
hetta í veruleikanum er.
Hóast BP hevur vónir
um at finna kolvetni, so
er her talan um ein tor
føran brunn at bora.
Nógvar
avbjóðingar
liggja fyri framman. BP
hevur ikki nógvar royndir
við at bora gjøgnum
basalt
heldur.
Lesið
meira frá Oljutinginum í
morgin.
tel 30 30 30 www.ft.fo www.nummar.fo info@nummar.fo www.gulu.fo info@gulu.fo
Seinasta freist at
lata broytingar inn
til telefonbókina
2008 er mikudagin
7. november 2007
Mikudagin 7. november 2007 er seinasta freist at koma við
rættingum til Hvítu Síðurnar í Telefonbókini fyri 2008 (vanliga
telefonyvirlitið). Rættingarblað til Hvítu Síðurnar er á síðu 563
í Telefonbókini 2007, og skal sendast til: Kundaskráseting,
Føroya Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn ella faks 31 79 68.
Eykaupptøkur v.m.:
Umframt rættingar til navn, bústað, telefonnummar, o.s.fr. ber
eisini til at gera nakað serligt burturúr júst tínum telefon-
nummari við undirstrikingum, eykaupptøkum og/ella undir-
upptøkum. Prísurin er 62,50 kr. (íroknað mvg) fyri hvørja undir-
striking, eykaupptøku ella undirupptøku.
Búmerki:
Eisini ber til at umbiðja búmerki í Hvítu Síðum. Prísurin fyri
búmerki er kr. 2.000,00 (ikki íroknað mvg) fyri hvørja upptøku.
Fyri búmerki í litum er prísurin kr. 3.000,00 fyri hvørja upptøku.
Mikudagin 7. november 2007 er seinasta freist at boða frá av
nýggjum, um upptøka ynskist í Gulu Síðum.
Prísir:
(A) Standardlýsing ........................................ kr.
900,00
(B)
Innramming............................................. kr. 1.000,00
(E)
Grafisk lýsing fyri mm (min. 30 mm) ....... kr.
30,00
(Sí dømi á s. 565 í Telefonbókini 2007)
Litlýsingar
Umframt vanligar svart/gular lýsingar, er eisini møguleiki at lýsa
við hvítari bakgrund og við litum. Eykakostnaður fyri hvíta bak-
grund er kr. 600,00 og fyri litir við hvítari bakgrund kr. 1.400,00.
Skrásetingar-/rættingarblað til Gulu Síður er á síðu 564 í Tele-
fonbókini 2007, og skal sendast til: Føroya Tele, Postboks 27,
FO-110 Tórshavn, ella faks 32 11 66.
GG: Prísirnir á Gulu Síðum eru uttan mvg!
Í mars 2008 verður telefonbókin borin út til allar fastnetstelefonfelagar í Føroyum.
Virki, handlar og stovnar skulu boða frá av nýggjum, um lýst verður í Gulu síðum.
Boðast skal eisini frá, um verandi lýsing ynskist óbroytt.
Hvítu Síður
Gulu Síður
Telefonbókin
2008
Triðja útbjóðing klár
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum tosar við Jonathon Trueman og Hjarnar
Djurhuus frá BP
Mynd Jan Müller
BP stjórin endaði
fyrilesturin við at vísa
henda myndina, sum
Óli Petersen eigur lut í.
Við ynskinum um eini
“svørt” jól
Mynd Eyðun Elttør