fríggjadagur 19. oktober 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 203 - 19. oktober 2007
VR-Bilar søkja eftir verkførara til persónbilaverkstaðin at byrja
skjótast til ber.
Tínir førleikar
Best er, um tú hevur sveinabræv sum bilsmiður og hevur royndir á
økinum. Tað er eisini umráðandi, at tú dugir væl at samskifta og ert
fyrikomandi.
Arbeiðsøkið
Sum verkførari fert tú at arbeiða í einum toymi saman við einum
leiðandi tekniskum mekanikara. Arbeiðsuppgávan fevnir um sam-
skifti við viðskiftafólk og at leiða og skipa arbeiðið á persónbilaverk-
staðnum. Í løtuni eru seks fólk knýtt at verkstaðnum.
Løn
Lønin verður ásett sambært avtalu.
Hevur starvið tín áhuga, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Marna Olsen, stjóra, á 215 099 ella á marni@vr-bilar.fo.
VR-Bilar Sp/f
Hoyvíksvegur 61
Tel. +298 322 110
Fartel. +298 215 099
marni@vr-bilar.fo
VERKFØRARI
TIL PERSÓNBILAVERKSTAÐIN HJÁ VR-BILUM
R e p r o z
Würth Føroyar
Claus Christensen
Tel 22 50 17
Bernhard Jacobsen
Tel 22 23 26
Würth messa á Hjalla
Í døgunum 25., 26. og 27. oktober verður Würth messa á Hjalla
6 í Hoyvík (har verkstaðið hjá Strandferðsluni fyrr helt til).
Vit fara at sýna fram eitt stórt úrval av tí, sum vit selja innan ok-
kara fýra høvuðsvinnur:
A U T O
M E TA L
E L
T R Æ
...og fara vit sjálvandi at hava nøkur
sera góð messu-tilboð!
Messan er opin soleiðis:
Hósdag 25. & Fríggjadag 26. frá kl. 10.00 til kl. 18.00
Leygardag 27. frá kl. 11.00 til kl. 16.00
Við hesum verður søkt eftir kokki til Strandfaraskip Landsins at seta í fast starv skjótast
møguligt
Viðkomandi skal byrja umborð á Teistanum,
men kann til eina og hvørja tíð verða fl uttur
umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum
Landsins.
Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í
mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið
ein er settur umborð á.
Starvið fevnir um
Høvuðsuppgávan hjá kokkinum er at
matgera til manningina, og at hava
sølubúðina um hendi.
Kokkurin hevur ábyrgd av:
• At reinføri er eftir galdandi ásetingum
• Tryggja at trygdin umborð er í samsvari
við altjóða krøv
• Tryggja gott samstarv við myndugleikar
og aðrar samstarvsfelagar
Førleikakrøv
• Praktiskar royndir sum kokkur
• Trygdarskeið
• Heilsuprógv
• Góð samstarvsevni
• Góðan røkjuskap
Vit bjóða
• Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv
• Fakligar avbjóðingar
• Eitt starv sum tú sleppur at skipa og
menna
• Gott samanhald
Setanartreytir
Setanartreytir verða sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum og
møguligum ummælum skulu sendast til:
Strandfaraskip Landsins
att. Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-110 Tórshavn
Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er 30. oktobur 2007,
kl 12:00
Nærri upplýsingar um starvið kunnu
fáast við at venda sær til Jan Haldansen,
deildarleiðara, á tlf. 34 30 00 lokal 3041, ella
e-post: jah@ssl.fo
Kokkur
Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innan-
lands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum
við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar,
8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í
fi mm deildir: Samferðslu-, Sjó-, Fíggjar-, Starvsfólka-, Farma- og cateringdeild.