Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 42

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 203 - 19. oktober 2007 heilsanir Kristina og Beinta Góðu tit báðar, hjartaliga tillukku við 20 ára føðingar­ døgunum. Bestu heilsanir. Vit ið elska tykkum Kristina og Súsanna Hjartaliga tillukku við 20 og 16 ára degunum, her eru tit ungar.!!! Bestu ynskir frá Baldur Kristina og Súsanna Góðu tit báðar. Hjartaliga tillukku við føðingar­ døgunum sunnudagin og mánadagin, vit gleða okkum at koma yvir til ein drekkamunn. Heilsanir frá abba og Eilen Kristina og Súsanna Vit ynskja tykkum ein góðan føðingardag og alt tað besta í framtíðini. Vit elska tykkum. Mamma og babba Kristina og Súsanna Hey tit báðar Ja, vit høvdu ein fínan túr í Paris, tað var gott at onkur hevði rundan føðingardag tá. Nú er tað tykkara túrur. Hjartaliga tillukku Ynskir Tummas Góði Hákun Hjartaliga tillukku á føðingardegnum. Tey bestu ynskir frá abba tínum í Havn Góði fitti abbi Hjartaliga tillukku við degnum 20. okt. Takk fyri at tú ert so góður við meg, og tímir so væl at trilla meg:­) Eg eri so góð við teg, og tað er so stuttligt tá vit spæla. Takk fyri alt. Frá Lív Hey abbi mamma og babba eru so glað fyri at tú ert so góður við meg, og tey vilja eisini ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum. Heilsan vit 3 :-) Tann 17. okt fylti tann órakaði á myndini 26 ár :) Góði Henry Hjartaliga tillukku við degnum. Alt tað besta frá okkum á Brosmuskalla. P.S. 1000 takk fyri hjálpina her í Heyst Eg og foreldur míni takka hjartaliga øllum sum á ymsan hátt gjørdu mín fermingardag 25. mars 2007 so góðan og hátíðarligan. Heilsan Sunnleif Uni Niclasen, Argir Góða fitta Beinta Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við 11 ára føðingardegnum 21. okt. Bestu heilsanir omma og abbi