fríggjadagur 19. oktober 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 • 19. oktober 2007
Vikuskifti
16
Tað er 9. oktober í 1967. Klokkan
er 13.10. Langt inni í boliviska
frumskóginum, í fátæku bygdini
La Higuera, verður ein skitin
maður leiddur út úr tí, sum eina
ferð var ein skúli.
- Skjót hann! Hann er
ikki annað enn eitt fólk!
So hoyrast skotini frá rifluni
hjá Mario Teran, kapteyni í
boliviska herinum. Tann 39 ára
gamli Ernesto ”Che” Guevara
er deyður í einsemi. Fidel
Castro hevur gloymt hann, og
boliviski kommunistaflokkurin
PCB hevur svikið hann. Sjúkur,
særdur og skitin, men við einari
turkatrúgv upp á ta marxistisku
kollveltingina. Che Guevara var
deyður, og ein nýggj ímynd hevði
sæð dagsins ljós.
Tann ungi Che
Ernesto Guevara vaks upp í einum
argentinskum meðalstættarhúski.
Foreldrini styðjaðu vinstravongin.
Tann ungi Ernestu las lækna
vísindi. Í 1953 fór hann á eina
átta mánaðir langa motor
súkluferð kring Latínamerika, og
tað skuldi vísa seg, at hendan
ferðin fekk stóra ávirkan á
hansara politisku sannføring. Á
ferðini sá hann, hvussu fátækir
bøndur vórðu illa viðfarnir, hvussu
arbeiðsmenn vórðu háðaðir, og
hann varð stórliga ávirkaður av
tí ovurstóra muninum á ríkum og
fátækum.
Heimafturkomin til Argentina
gjørdi hann seg lidnan við
lesnaðin, stakk í sekkin og
fór av landinum. Hann kom
ongantíð heimaftur. Terningarnir
vóru kastaðir, og eitt lív í
kollveltingarinnar tænastu var
byrjað.
Kollveltingaraðurin
Che
Che fór til Meksiko. Hetta var
í 1956, og her hitti hann Fidel
Castro, sum hevði sett sær
sum mál at fella kubanska
einaræðisharran, Fulgencio
Baptista, og at skipa Kuba sum
eitt demokratiskt samfelag.
Nýggjársaftan í 1959 tóku teir
høvuðsstaðin Havana, og Che
varð tilnevndur tjóðbankastjóri og
ídnaðarmálaráðharri í tí nýggja
Kuba.
Men sum tann ektaði
hugsjónarmaður hann var, veik
Che ongantíð frá hugtøkum
sum morali og trúgv, og tað
vardi heldur ikki leingi, til hann
gjørdist ósamdur við Castro,
sum var heftur av politiskum
og búskaparligum stuðuli frá
Sovjetsamnveldinum.
Í 1964 gjørdi Che av at fara úr
Kuba. Hann skrivaði Castro eitt
bræv, og hann duldi ikki fyri, at
hann var vónsvikin av tí, sum var
komið burtur úr kollveltingini.
Samstundis segði hann øll størv
og kubanska ríkisborgararættin
frá sær. Hann fór fyrst til Kongo
í Afrika og haðani til Bolivia.
Ørindini vóru tey somu allastaðni,
men einki kom burturúr, tí fólk
høvdu ikki áhuga í hansara
blóðugu kollvelting.
Ein fjølbroytt mynd
Søgufólk í Latínamerika halda,
at nú 40 ár eftir deyða hansara
er tíðin komin til at fáa eina
neyvari og meiri fjølbroytta mynd
av Che. Hann var sannførdur
kollveltingarmaður, og í hansara
eygum skuldi tann einstaki laga
seg eftir kollveltingini. Hann var
lækni, men samstundis ein kaldur
drápsmaður, sum avrættaði fólk
uttan so mikið sum at blunka við
øðrum eyganum. Vanliga nýtti
hann skammbyrsu, og offrið fekk
eina kúlu í høvdið. Fidel Castro,
sum helti til ta meiri siðiligu
kollveltingina, var ovfarin av,
hvussu kaldblóðugur Che var. Tá
Castro eina ferð ætlaðii at bjarga
einum fyrrverandi njósnara undan
avrætting, fekk hann stuut at vita,
at njósnarin var longu tikin av
døgum.
Argentinski søgumaðurin og
rithøvundurin Patrick O’Donnell,
sum hevur skrivað eina ævisøgu
um Che við heitinum ”Che
eitt lív fyri einum betri heimi”,
ger í bókini nógv burturúr, at
Castro gjørdi ikki tað minsta
fyri at bjarga fyrrverandi
stríðsfelaganum.
Fidel helt nógv av teimum
menniskjaligu eginleikunum
hjá Che, men politiskt vóru
teir ósamdir. Meðan Castro
styðjaði Sovjetsamveldið av
fullum huga, helt Che lítið um
leiðararnar í Kreml. Che var av
teirri uppfatan, at vegurin til
sosialismuna gekk ígjøgnum
blóðugar kollveltingar jeldur
enn friðarliga samveru. Hansara
hugsjón medvirkaði til spjaðing
í teimum latínamerikonsku
40 ár eftir
bliknar
myndin
Søgufólk halda, at tað vóru tríggjar høvuðsorsøkir til,
at Che Guevara fekk ta støðu, sum hann fekk. Fyri tað
fyrsta doyði hann ungur. Hann var 39. Í øðrum lagi
minti lík hansara ikki sørt um Jesus, og í triðja lagi
doyði hann í einari tíð, tá borgararættindastríðið
herjaði í USA, og studentarnir í Evropa gingu í
gøtunum
Ernesto Guevara Lynch de la Serna. Føddur 14. juni í 1928 í
Rosario í Argentina. Giftur tvær ferðir og átti seks børn. Deyður
9. oktober í 1967 í La Higuera í Bolivia. Í 1997 vórðu leivdirnar av
Che fluttar til Santa Clara í Kuba. Útbúgvin lækni. Í 1956 fór Che
saman við Fidel Castro og 80 hermonnum við skipinum Gamma
úr Meksiko til Kuba. Nýggjársaftan í 1959 flýddi einaræðisharrin
Baptista úr Kuba.