fríggjadagur 19. oktober 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 • 19. oktober 2007
Vikuskifti
Hvør var Abu al-Qaqa? Jú, hetta
er kanska tann mest óviðkomandi
spurningurin at seta í vikuni, tá
ið so mætir og týðandi menn,
sum Clinton og Blix hava vitjað.
Men Irak, saman við kjarnorku-
vápnum, hava verið uppi og vent
í kjakinum. Abu al-Qaqa, eisini
kendur við hansara upprunaliga
navni Mahmud al-Aghasi, var
ein av fleiri prædikumonnum
í miðeystri, sum tala harðliga
ímóti amerikonsku innrásini av
Irak. Men samstundis talaði
hann ímóti al-Qaida í einstakum
prædikum ráddi hann ungum
frá at fara til Irak í kríggj. Á
heimasíðum og kjaksíðum fekk
hann nógvar ákoyringar frá
al-Qaida viðhaldsmonnum fyri
at vera í lummunum á sýrisku
myndugleikunum. Drápsmenninir
sigast at vera irakar og hava
tilknýti til al-Qaida.
Í Sýria verður dúgliga kjakast
um prædikumannin, ið dróg í
túsundatali av ungum aleppo-
búgvum til moskuna har hann helt
sínar eftir hondinum kendu talur,
ið m.a. forbannaðu amerikonsku
hersetingina í grannalandinum
Irak. Spurningar, sum neyvan heilt
vera svaraðir, verða settir: hvør
drap hann, ella heldur, hví varð
hann myrdur? Grovu linjurnar
til ein modernaðan amr. action/
thriller film eru teknaðar upp.
Men hetta er altso tann poltiski
veruleikin, sum nú flestu sýrar
einaferð fyrihalda seg til.
Sami Moubayed skrivar
regluliga fyri Asia Times. Hann
er sýri og søgufrøðingur, og
eftir hansara greinum at døma,
helst eitt slag av einum loyalum
stjórnar-spindoktara. Undir
heitinum »An Anti-US voice
22
Túsundvís fylgdu honum
til gravar. Ungdómar
gingu í t-shirtum við
mynd av honum á og
tekstinum: »Ein rødd av
rættvísi í eini tíð av tøgn«
Miðeystur
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Irakisk flóttafólk
í Sýria
ST metir, at 1.4 milliónir milliónir irakisk flóttafólk
eru komin yvir um markið til Sýria. Hetta merkist
m.a. á prísum í sýriska høvuðsstaðnum. Tilsamans
metir ST at 2.2. milliónir irakar eru fluttir úr Irak
eftir 2003.
Ein prædikum