mánadagur 22. oktober 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 204 - 22. oktober 2007
Blómuhandil
í Ribarhúsi
Leygardagin læt Blómuhandilin Summardáin
upp framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Á
framsyningini verður ymiskt innan blómubind
ing, hugna til heimið, Keramik og annað at
síggja. Framsýningin í Ribarhúsi er opin fram
til 4. november mánadag til fríggjadag frá
klokkan 1517.30 og leygardag 1114..
Gentuleikluturin í myndbókum
Í kvøld klokkan 20 fer Marna Jakobsen at halda fyrilestur við heitinum “Tá
býflugan kom til Føroya”. Fyrilesturin snýr seg um gentuleiklutin í føroyskari
myndbókaskriving og tekur støði í myndbókini Trøllalív eftir Elin Bjørg Høj
gaard. Bókin kom út fyri 30 árum síðan, og áhugavert er m.a. at vita, um kyns
leiklutirnir eru stereotypir, og um vit við at kaga í myndbøkur fyri børn kunnu
lesa okkurt samfelagsligt burtur úr teimum. Hvussu er vorðið við myndbókum,
ið eru útkomnar hesi 30 árini? Eru leiklutirnir broyttir? Eru teir ikki – og hví
man tað vera, um so er? Kvinnufelagið skipar fyri tiltakinum, sum verður í
Mettustovu í Havn. Øll (ikki bara allar!) eru vælkomin, og høvi er eisini at tekna
seg sum lim í felagnum.
Í Vestmanna verður
ein áhugaverdur
fyrilestur um happing
og trivnað hjá
børnum
Í samband við at ársfrágreið
ingin hjá Vestmanna Skúla
stýri skal leggjast fram fyri
foreldrum og lærarum í
Vestmanna Skúla, verður
skipað
fyri
almennum,
áhugaverdum fyrilestri í
Aulunu í Vestmanna Skúla
23. oktober klokkan 19, har
Anna Dalsgaard trivnaðar
ráðgevið greiðir frá.
Anna Dalsgaard er júst
komin aftur til Føroya eftir
eitt ár í Danmark, har hon
hevur skúlað seg innan
arbeiðið við trivnaði og
sosialari førleikamenning í
skúlum og dagstovnum.
Anna bjóðar seg fram til
skúlar og dagstovnar at gera
ítøkiligar mannagongdir í
sambandi við trivnaðar og
antihappingararbeiði, ráð
geving og vegleiðing í trivn
aðararbeiði við børnum og
ungum í barnagarði og
skúla, aktivt arbeiði við
sosialum trivnaði í skúla
flokkum, við sosialari før
leikamenning í barnagørð
um og skúlum, í happingar
fyribyrging. Vegleiðing og
ráðgeving í at steðga happ
ing, og aktivt arbeiði í skúla
flokkum, har happing er.
Eisini heldur hon fyrilestur
í evnum innan trivnaðarøkið
fyri lærarum, pedagogum,
foreldrum og øðrum áhug
aðum.
Evnið ið nomið verða við
eru millum onnur: Hvønn
leiklut vit sum foreldur hava,
tá ið tað snýr seg um trivnaðin
hjá okkara børnum í skúl
anum. Hvussu lesi eg av um
barn mítt er happað ella um
tað happar? Hvat kann eg
gera? Hvat kunnu vit sum
foreldrabólkur gera?
Anna Dalsgaard er út
búgvin lærari av N. Zahles
seminarium í Danmark,
hon hevur pedagogiska dip
lomútbúgving í sálarfrøði
av Danmark pedagogiska
universiteti, hjágrein í ítrótti
(exam. scient) av Odense
universiteti, skeið í konflikt
mekling, sosialari førleika
menning, antihapping og
trivnaði, drúgvar royndir
sum lærari í serskúlum og
fólkaskúlum í Keypmanna
havn og Føroyum, umframt
eitt ár námsuppihald í Dan
mark, Svøríki og Noregi í
skúlum og dagstovnum,
sum raðfesta trivnað høgt.
Fyrilestur um trivnaðin í skúlanum
Anna Dalsgaard er trivnaðarráðgevi, og hon fer at tosa um
trivnaðin í skúlanum og um, hvønn leiklut foreldur hava, tá tað
snýr seg um trivnaðin hjá børnunum
Herfyri fekk sang og tóna
smiðurin, Martin Joensen,
handað M. A. Jacobsen virð
isløn fyri fagrar bókmenti.
Sunnukvøldið
heiðraði
Vestmanna kommuna Mart
ini Joensen á Fjørukrónni,
har ein rúgva av fólki var
komið saman at feira bygda
mannin, sum sjálvt um
hann býr í Havn, onkurs
vegna altíð hevur heimbygd
ina við í skaldskapi sínum.
Formaðurin í mentanar
nevndini, Pauli P. Petersen,
bjóðaði vælkomini, borgar
stjórin, Karl Olsen, helt røðu
og
teir
báðir
handaðu
skaldinum ein málning av
Gunnari Streymoy, ið mynd
aði kenda lagið »Svarti ravn
ur«, sum Martin Joensen
hevur gjørt orð og lag til.
Her eru nakrar myndir
frá móttøkuni í gjárkvøldið
klokkann 19, har Martin
Næss, landsbókavørður og
vinmaður Martins, eisini
segði nøkur orð.
Martin
heiðraður í
heimbygdini
Martin Joensen í miðjuni, saman við Eyðun
Hansen og Paula Magnussen
Martin Joensen fær handað gávu frá Vestmanna kommunu, sum er ein
málningur eftir Gunnar Streymoy, ið avmyndar Svarta ravn
Nogvir vestmenningar vóru komnir á Fjørukrónna at heiðra Martin Joensen
Myndir: Hilbert Elisson