Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 205 - 23. oktober 2007 Portørarnir í Heilsu­ verkinum seta nú hart ímóti hørðum. Ein stórur meiriluti av portørunum hótta við at leggja arbeiðið niður, fáa teir ikki sín vilja og um eitt samdøgur fer okkurt at henda Ósemja Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fyrrapartin í morgun var mótmælisgonga í Havn. Tað eru portørar í føroyska heilsuverkinum, sum í morgun gjørdu vart við sína ónøgd. Og ónøgdin er so stór, at fáa teir ikki sín vilja, hava teir hótt við at leggja arbeiðið niður. Portørarnir í heilsuverkin­ um ganga í tvíningum eftir at ein stórur meiriluti av teim­ um rýmdi úr Havnar Arbeiðs­ mannafelag og meldaði seg inn í Starvsmannafelagið. Men Havnar Arbeiðs­ mannafelag er ikki sinnað at geva samráðingarrættin frá sær og lata Starvsmanna­ felagið samráðast um nýggj­ an sáttmála fyri portørarnar. Tí boðaði Starvsmanna­ felagið herfyri frá, at fær felagið ikki samráðingar­ rættin, tá ið nýggjur sáttmáli skal gerast, fara teir portør­ ar, sum eru limir í starvs­ mannafelagnum, at leggja arbeiðið niður. ­ Nú hava vit frætt, at fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðsmannafelag eru farin at samráðast um nýggjan sáttmála fyri allar portørar­ nar, eisini teir, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, sigur Ásbjørn Knudsen, sum er talsmaður hjá portørunum í Starvsmannafelagnum. Sostatt nærkast alsamt einum arbeiðssteðgi í heilsu­ verkinum, har stórur parti av portørunum fara at leggja arbeiðið niður. Hann sigur, at av teimum umleið 50 portørunum í landinum, eru yvir 40 farnir í Starvsmannafelagið. Tí høvdu portørarnir í Starvsmannafelagnum fund í gjárkvøldið og har varð avrátt at fara mótmælisgongu fyrrapartin í morgun. ­ Men tað vera bara teir portørar, sum hava frí, sum fara í mótmælisgongu, tí hetta er eitt tiltak, sum borgarin onki skal merkja til, sigur talsmaðurin. Í morgun fóru yvir 20 portørar í fullari mundering í mótmælisgongu í Løgtingið, har teir hittu Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna­ og heilsumálum. Men av tí, at Magni Laksá­ foss, landsstýrismaður, sum umsitur sáttmálan, er burtur­ staddur, hittu teir ístaðin eisini Kaj Leo Johannesen, formann í Sambandsflokkin­ um. Hann sigur, at endamálið við tiltakinum er at gera politikararnar varugar við, hvør avleiðingin kann vera, sleppur Starvsmannafelagið ikki at samráðast um sátt­ málan. Her sipar hann til hóttanina um arbeiðssteðg. ­ Men tað er ein støða, sum vit fyri alt í verðini vilja sleppa undan og tí vildu vit fáa politikararnar á tal, sigur hann. Bíða eitt samdøgur Ásbjørn Knudsen sigur, at nú er skriðan lopin og portørarnir, sum eru farnir í Starvsmannafelagnum, ætla nú at ganga plankan út. ­ Støðan er tann, at Fíggj­ armálaráðið vil ikki tosa við okkum og tí er vandi fyri, at tiltøk verða sett í verk. Hann sigur, at tí fara port­ ørarnir um eitt samdøgur at taka støðu til, hvørji stig skulu takast og tað kann hann ikki siga nakað ítøki­ ligt um enn. ­ Um eitt samdøgur fer okkurt at henda, men hvat tað verður, ber ikki til at siga nakað um enn. Men hann leggur dent á, at nú verður ikki bakkað, tí nú skal málið hava eina loysn, so at fíggjarmálaráðið virðir tað, sum hann kallar “fólkaræðiligu rættindini hjá tí stóra meirilutanum av portørunum, sum eru farnir í Starvsmannafelagnum”. ­ Nú er onki at raffla um longur, leggur hann afturat. Leggja portørarnir í Starvsmannafelagnum arbeiðið niður, verða teir stevndir fyri gerðarrætt beinan­ vegin, sigur leiðarin í lønardeildini í fíggjarmálaráðnum Ósemja Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Leggja portørarnir í Starvs­ mannafelagnum arbeiðið niður, er tað ólógligt. Tað staðfestir Snorri Fjalls­ bak, leiðari í lønardeildini í fíggjarmálaráðnum. ­ Hendir tað seg, at teir leggja arbeiðið niður, vænti eg, at teir verða stevndir fyri fasta gerðarrættin bein­ anvegin, sum eitt mál, ið hevur skund. Snorri Fjallsbak sigur, at fasti gerðarrætturin kann taka skjótar avgerðir, tá ið tað krevst og hann sigur, at fer fíggjarmálaráðið at dúva upp á í hesum føri. Hann sigur, at Fíggjar­ málaráðið fer undir ongum umstøðum at samráðast við fleiri fakfeløg um sama sáttmálaøkið. ­ Vit hava samráðst við Havnar Arbeiðsmannafelag í yvir 30 ár og vit leypa ikki frá eini avtalu við felagið og sostatt verður tað Havnar Arbeiðsmannafelag, sum varðveitir samráðingarrættin fyri portørarnar, sama um meirilutin er limur í Starvs­ mannafelagnum ella ikki. Tí eigur Havnar Arbeiðs­ mannafelag søguligan sam­ ráðingarrætt fyri portørarnar og tað verður ikki fyrrenn hvør einasti portørur er farin úr Havnar Arbeiðsmannafelag yvir í Starvsmannafelagið, at samráðingarrætturin fylgir við. ­ Tað er Havnar Arbeiðs­ mannafelag, sum er okkara sáttmálapartur í hesum føri. ­ Hendir tað, verður tað torført hjá Havnar Arbeiðs­ mannafelag at tvíhalda um samráðingarrættin. Merkir tað, at so leingi bara ein einasti portørur er eftir í Havnar Arbeiðs­ mannafelag, verður samráð­ ingarrætturin ikki fluttur yvir í Starvsmannafelagið? ­ Ja, faktiskt, sigur Snorri Fjallsbak. Men gevur Havnar Arbeiðsmannafelag sjálv­ boðið samráðingarrættin frá sær, er støðan ein onnur. Samstundis Snorri Fjalls­ bak, at samráðingar eru í løtuni við Havnar Arbeiðs­ mannafelag um nýggjan sáttmála fyri portørarnar. Sáttmálin er annars ikki uppsagdur, men hann var úti 1. oktobur, men heldur fram, so leingi hann ikki er upp­ sagdur og so leingi nýggjur sáttmáli ikki er gjørdur. Verða stevnd við brestin Taka hesir báðir avgerð um, at leggja arbeiðið niður, kunnu teir vænta at verða stevndir við brestin. Her er tað Ásbjørn Knudsen, talsmaður fyri teir ónøgdu portørarnar, høgrumegin, í práti við Gunnleiv Dalsgarð, formann í Starvsmannafelagnum Í morgin kann alt henda Tað vóru óvanliga nógvir portørar at síggja í Havnar gøtum í morgun, men tað er tí, at teir nú ætla at seta hart ímóti hørðum Mannarættindi í Margarinfabrikkini Mikukvøldið 24.oktober kl. 19.30 verður temakvøld í Margarinfabrikkini undir heitinum »Mannarættindi og tey ungu«. Tiltakið verður fyriskipað í samband við, at hesin dagur er altjóða mannarættindadagur. Ung í Máf fara at framføra við Forum­ teatur, har tey fara at varpa ljós á rættindi hjá teimum ungu í Føroyum í dag. Unga sangkvinnan Karin Jóhansdóttir fer at framføra nøkur løg. Eisini verður kafé við onkrum góðum afturvið. Tiltakið er ókeypis.