týsdagur 23. oktober 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 205 - 23. oktober 2007
Hótta Esvagt við verkfalli
Felagið hjá donskum skipsyvirmonnum, Søfartens Ledere,
hóttir nú við at lata teir limirnar, sum sigla við skipunum hjá
Esvagt, fara í verkfall. Partarnir hava tingast um nýggjan sátt
mála í seinastuni, men sambært fakfelagnum hevur tað ikki
borið til at finna semju um løn og onnur viðurskifti. Tí hevur
felagið nú boðað Esvagt frá, at fæst ikki semja um sáttmálan,
fara limirnir hjá Søfartens Ledere i verkfall á midnátt tann 19.
november.
Politikarar misbrúka lóg
Í Grønlandi hevur hvast orðaskifti tikið seg upp, eftir at
danska sjónvarpið DR hevur gjørt eina sending um,
hvussu fyrrverandi politikarar og embætismenn misbrúka
eina lóg til at ogna sær hús í Nuuk fyri lítið og lætt. Í
sendingini kemur millum annað fram, at fyrrverandi
landsstýrismaðurin Johan Lund Olsen fekk eini hús í
Nuuk fyri 680.000 krónur, sjálvt um tey vórðu virðismett
til tvær mió. krónur. Sendingin er í DR TV mikukvøldið.
Komandi sunnu
dagin verður
minnisvarði avdúk
aður í Skálavík fyri
Kristian Osvald
Viderø, presti og
rithøvunda
Avdúking
Kári Mikkelsen
Kendi presturin, rithøv
undurin og bíbliutýðarin,
Kristian Osvald Viderø,
vanliga nevndur Viderø,
verður nú heiðraður í
heimbygdini Skálavík.
Sunnudagin 28. okto
ber verður minnisvarði,
ið er gjørdur á Grótvirkin
um í Skálavík, avdúkaður
við Skálavíkar kirkju.
Byrjað verður við guðs
tænastu kl. 12, og síðani
verður hátíðarhald, har
sonurin Torbjørn Viderø
avdúkar minnisvarðan.
Viderø var føddur í
Skálavík 1906 og andað
ist
í
Keypmannahavn
1991. Eftir konfirmatión
ina var hann til skips
nøkur ár, áðrenn hann í
1926 fór á Føroya Fólka
háskúla. Í 1930 tók hann
málsligt studentsprógv í
Keypmannahavn.
Gud
frøðiprógv fekk hann frá
lærda háskúlanum í Keyp
mannahavn í 1941. Hann
var prestur í Hvalvík,
Havn, Viðareiði og síðst í
Hvalba. Harumframt ferð
aðist hann dúgliga suður
og eystureftir alla ævi
sína. Sum bíbliutýðari
var hann maðurin, ið
megnaði at lyfta arvin
eftir Jákup Dahl próst.
Týðing hansara av Gamla
Testamenti var liðug í
1952 og kom út í síni
heild í Bíbliuni 1962.
Fyrsta bók hansara var
»Ferð mín til Jorsala«,
sum kom út í 1957.
Eftir at hann fór frá
sum prestur eru nógvar
bøkur
komnar
aftrat.
Teirra millum tær nógv
lisnu sagabøkurnar og
ferðafrásagnir.
Tá »Ferð mín til Jor
sala« varð givin út aftur í
1984, tók Sverri Egholm,
landsbókavørður til, at
hetta so avgjørt var tann
bók, hann metti hægst í
føroyskum bókmentum.
Eitt verk, sum ikki smæð
ist burtur ímillum bestu
heimsbókmentir.
Eftir hátíðarhaldið verð
ur alment borðhald á
Keldu, har fleiri fara at
hugleiða um bygdamann
in, sum gjørdist prestur,
bíbliutýðari og skald.
Minnisvarði fyri
Viderø presti
Upplæring
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Fyri tveimum vikum síðani
vóru nøkur børn úr dag
stovninum, Vípuni, á Hálsi
í Havn og Løgmannabreyt í
Hoyvík vesturi í Sandavági
og tóku síni egnu epli upp,
sum tey sjálvu settu niður í
mei.
Eins og børnini vóru
eplini rættiliga smá, men
hetta týddi ikki so nógv fyri
børnini, sum hugnaðu sær
óført við arbeiðinum.
Tað er ein av pedagog
unum, sum eigur teigin, har
veltan liggur. Hetta er vorð
in ein siðvenja, ið hevur til
endamáls at læra børnini
nakað um føroyska siðin at
»seta niður epli«, sum dag
stovnarnir byrjaði við fyri
17 árum síðani.
Á hvørjum ári verða set
epli sett við til næsta árið.
Havnarbørn við mold undir neglini
12 børn og fýra vaksin vóru við á vóru við á »arbeiðsferðini« í
Vágum og tóku epli upp
Tveir dagstovnar í Havn og í Hoyvík hava í 17 ár havt egna
eplaveltu í Sandavági
Endamálið við at velta er at læra børnini um føroysku
siðvenjuna »at seta niður epli«
Viderø, sum doyði í 1991,
var ættaður úr Skálavík.
Heimbygdin heiðrar nú
bygdamanninum við
einum minnisvarða