Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 206 - 24. oktober 2007                      Würth Føroyar Claus Christensen Tel 22 50 17 Bernhard Jacobsen Tel 22 23 26 Würth messa á Hjalla Í døgunum 25., 26. og 27. oktober verður Würth messa á Hjalla 6 í Hoyvík (har verkstaðið hjá Strandferðsluni fyrr helt til). Vit fara at sýna fram eitt stórt úrval av tí, sum vit selja innan ok- kara fýra høvuðsvinnur: A U T O M E TA L E L T R Æ ...og fara vit sjálvandi at hava nøkur sera góð messu-tilboð! Messan er opin soleiðis: Hósdag 25. & Fríggjadag 26. frá kl. 10.00 til kl. 18.00 Leygardag 27. frá kl. 11.00 til kl. 16.00 Komandi ár skulu Føroyar aftur til próvtøku hjá ST viðvíkjandi lágari kvinnuligari umboðan. Í dag – ST-dagin – skipar Demokratia fyri fundi um hetta í Miðlahúsinum KVINNUUMBOÐAN Á ST-degnum mikudagin 24. oktober skipar Demo- kratia (Nevndin fyri øktum kvinuleikluti í politikki) fyri fundi í Miðlahúsinum. Evnið er Føroyar og CEDAW- próvtøkan 2008. CEDAW er stovnur undir ST, sum arbeiðir við at beina fyri mismuni móti kvinnum. Føroyar undirskrivaðu CEDAW- sáttmálan í 1987. Í fjør vóru Føroyar til próvtøku í CEDAW, og atfinn- ingarnar vóru nógvar. CEDAW átalaði lágu kvinnuumboðanina í politikki, í akademiska umhvørvinum og í leið- andi størvum og lønar- munin millum føroyskar menn og kvinnur. Í 2008 skulu Føroyar aftur til próvtøku. Hvat skal til, so vit ikki aftur dumpa? Á fundinum greiðir Kitty-May Ellef- sen frá próvtøkuni í fjør og metir um, hvat krevst. Í panelinum vera Bjarni Djurholm, landsstýris- maður í javnstøðumálum; Hans P. Strøm, fyrrverandi landsstýrismaður í javn- støðumálum, og Heidi Petersen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Fundurin verður kl. 19 í Miðla- húsinum og er almennur. Føroyar til próvtøku í ST Tann fyrsti diplo- matbilurin í Før- oyum nakrantíð er skrásettur, og hann fær fyrstu føroysku bláu nummarplátur- nar í morgin SENDISTOVA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í februarmánaði varð nýggjar íslendskur aðal- konsul tilnevndur, og var tað fyrrverandi altings- limurin, Eiður Guðnason. Hann kom úr starvi sum sendimaður í Íslands í Kina. Sjálvur segði hann, tá hann tók við starvinum, at hann kom úr tí størsta landinum til tað besta landið. Hóast Eiður Guðnason ber heitið ”aðalkonsul”, so hevur hann kortini diplomatstatus. Tað merkir, at hann verður vardur av immuniteti sam- bært ”Wienerkonventiónini frá 24. april 1963 om konsulære forbindelser”. Sum ein liður í hesum er bilurin, sum hoyrir til íslendsku sendistovuna skrá- settur sum diplomatbilur. Men av tí at hetta var fyrstu ferð í søguni, at ein diplomatbilur skuldi skrá- setast í Føroyum, so átti Akstovan ongar bláar nummarplátur, sum diplo- matbilar eiga at hava. Men nú eru nummarpláturnar fingnar til vega, og í morgin fær bilurin hjá íslendsku sendistovuni nýggju plát- urnar á bilin. Og tað merkir ikki heilt einki, tá ein bilur hevur bláar nummarplátur. Tá er hann vardur av immuniteti, og førarin við diplomat- statusi kann ikki rættarsøk- jast. Løgreglan kann sjálv- andi steðga bilinum, um hann fremur brot at ferðslu- lógina, men kann ikki rættarfylgja diplomatinum. Sambært Winersáttmála- num, so sleppa diplomatar undan toll-, skatta- og avgjaldsskyldu, tó við onk- rum undantøkum. Í veruleikanum er íslend- ska sendistovan í Føroyum at rokna sum ein partur av íslandi. Eiður Guðmundsson fær fyrsta diplomatbilin í Føroyum Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni, við fyrstu føroysku diplomatnummarplátunum, sum í morgin verða settar á bilin hjá íslendska aðalkonslinum í Føroyum Mynd: Eirikur Lindenskov