Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 206 - 24. oktober 2007 tíðindi Størsta broytingin hjá havnarborgarum var at kunna fara til handils undir taki – og ikki minst at fáa ferskt neytakjøt hvønn dag. Í sam­ bandi við 30 ára dag­ in verður eitt stórt listarverk hjá Tróndi Patursson á torginum tendrað SMS 30 ÁR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í hesum døgum eru liðin 30 ár síðani, at SMS lat dyrnar upp á fyrsta sinni. Men tað var kortini longu í 1973, at Hans Mortensen saman við øðrum stovnaði felagið aft­ an fyri SMS. Tórshavnar býráð hevði ætlanir um sølumiðstøð á Trapputrøðni. Hetta skuldi gerast á tann hátt, at gjørd var ein høvuðsgøta, har handlar so kundu byggja sær handilshøli framvið. Tá alt so var liðugt, skuldi tak leggjast á. Hetta hugskotið helt Hans Mortensen tá ikki vera tað besta, og tí bar hann upp á mál við býráðið um ta loysnina, sum seinni gjørdist SMS. ­ Hetta var ein tung pro­ sess, og málð var fyri í býráðnum fleiri ferðir, men tað endaði so við, at Petur Christiansen, borgarstjóri kundi skkjóta fyrsta skotið í 1976, segði Hans Morten­ sen við Sosialin í sambandi við 25 ára dagin hjá SMS. Tað var tann 2. november í 1977, at SMS lat upp dyrn­ ar á fyrsta sinni. Men á var SMS ikki tað sama, sum í dag. Tá vóru bert tvær lonir – og handlarnir kundu tú telja á fingrunum. Ætlanin var tó altíð at byggjast skudli fleiri lonir, og í 1980 var farið undir at byggja hinar fýra lonirnar. Seinni í áttatiárunum vóru aðrar um­ og útbygg­ ingar gjørdar, ein tann størsta, tá parkeringskjallar­ in og goymsluhølini norðan­ fyri vórðu gjørt. Fyri havnarborgarar – og føroyingar annars, var tað nakað nýtt at kunna fra til handils ”undir taki”. Nógv varð tosað um, at hetta fór at køva miðbýin, og tað vóru fólk, sum als ikki vildu seta sín fót i SMS av slíkum grundum. Men í dag munnu tey fer fá, ið ikki keypa í SMS av hugsjónar­ ligum orsøkum. Tað sum sermerkti SMS var matvøruhandilin Super­ land, sum skifti navn til Miklagarð fyra mánaðir eftir upplatingina, tann 1. mars í 1978. Umframt at hetta var ein stórur handil, so bar nú eis­ ini til at keypa fekst neyta­ kjøt, sum var innflutt úr Danmark í kølibingjum. Leiðari í slaktarínum í SMS tá vart tann 26 ára gamli danin, Jørgen Jørgensen – og hann er har enn! Jørgen Jørgensen hevur fyrr sagt við Sosialin, at tað ”kjøtmessiga” var eitt sjokk at koma til Føroyar á fyrsta sinni, tí tú fekst t. d. ikki ferskt neytakjøt. Tí fóru tey beinanvegin undir at leggja til rættis, hvussu hesin flutn­ ingur kundi skipast í serlig­ um kjøtbingjum. Í sambandi við 30 ára dagin hjá SMS verður stóra listarverkið hjá Tróndi Pat­ ursson á torginum í SMS tendrað. Tað verður Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum tendrar listar­ verkið, sum er eitt torn, kl 17. SMS 30 ár - og nýtt listarverk Listaerverkið hjá Tróndi Patursson á Torginum í SMS verður tendrað í morgin kl 17 Mynd: Jens Kristian Vang Tá Petur Christiansen, borgarstjóri í Havn skjeyt fysta skotið av til SMS. Saman við Petur C síggjast Hans Mortensen, fyrrverandi stjóri í SMS og 10 ára gamli sonurin, Niels, sum í dag er stjóri í SMS