týsdagur 23. oktober 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 - 23. oktober 2007
37
JÓLAHUGNI
Í TÝSKLANDI
6. - 10. desember 2007
Tak eitt vikuskifti í
desembur úr
kalendaranum og uppliv
eina ørvísi og hugnaliga
jólaferð
Saman við Risskov Rejser skipa
vit á 62ºN fyri ferð til Gluckstadt,
Stade, Hamburg og Lubeck at
uppliva teir hugnaligu, týsku
jólamarknaðirnar. Her er sum at
koma í eina dreymaverð.
Hugnaligi jólahýrurin er í hásæti
við nógvum jólabúðum, nissum í
hundraðtali, einglar, angandi
grann og jólatrø.
7. des. verður koyrt í bussi frá
Vejle til Týsklands og gist verður
í býnum Gluckstadt.
Fyrsti, langi steðgurin verður í
Stade, har møguleiki verður at
uppliva og granska býin og
hugnaliga jólamarknaðin. Býurin
er eisini kendur fyri teir mongu
spennandi serhandlarnar.
Gerst ein troyttur í beinunum av
øllum jólastákinum, so er bara at
seta seg við eina av teimum
mongu jólabúðunum og njóta eitt
glas av “gluhwein” og onkrum
góðum afturvið.
8. des. verður koyrt fram við ánni
Elben, gjøgnum fleiri lítlar býir til
Hamburg. Har verður rundferð í
býnum og síðani verður vitja á
stóra jólamarknaðinum, ið hevur
alskins jólalutir og vøkur
listahandverk.
9. des. verður farið til Lubeck.
Høvuðsgøtan og tey mongu
torgini rundanum eru øll vakurt
prýdd við granni, ljósum og
guirlandum. Her er møguleiki at
keypa forkunnugt jólaprýði og
gávur, ið ikki fáast til keyps
aðrastaðni.
Við eina av býar-kirkjunum, eru
ævintýrini, hjá brøðrunum
Grimm um Tornurósu, Teir 7
smáu dvørgarnar, Øskufíu,
umframt aðrar ævintýrpersónar,
næstan vorðin livandi av
leikmyndum, sum eru settar upp í
desembur-skógini av jólatrøum.
Eisini er vert at vitja stóra
Niederecks marcipanhúsið. Her
finnur tú heilt víst eina leskiliga
og øðrðvísi mandlugávu.
Farið verður aftur til Vejle
seinnapartin 9. des. Gist verður á
Golden Tulip Hotel.
10. des. er møguleiki fyri at njóta
hugnaliga býin, Vejle, sjálv/ur.
Hotel Golden Tulip Vejle
er hugnaligt hotel við góðum útsýni yvir Vejle Fjord.
Kømrini eru vælútgjørd og hava allar hentleikar.
Hotel Raumann
er økonomi hotel, ið liggur í hjartanum á Gluckstadt.
Kømrini hava sjónvarp og bað.
Ferðasíðan hjá Sosialinum
Íroknað prísin er:
• Retur ferðaseðil Vágar - Billund v/ øllum avgjøldum
• Gisting í dupultrúmi v/morgunmati á Hotel Golden
Tulip Vejle 6. - 7. des. og 9. - 10. des
• Bussferð til Týsklands við ferðaleiðara
• Gisting í dupultrúmi á Hotel Raumann í Gluckstad 7. - 9. des.
• Morgunmatur og døgurði í Týsklandi
Ikki íroknað:
• Drykkivørur
• Atgongumerki
• Avlýsingar og ferðatrygging
Hoydalsvegur 17 • 100 Tórshavn
Tel: 34 00 00 / 34 00 60 • Fax: 34 00 11
booking@62n.fo
www.62n.fo
Ferðaskrá:
6. des.
Vágar - Billund
kl. 11.00-14.00
7.-9. des. Ferð í Týsklandi
10. des. Billund – Vágar
kl. 20.45-21.45
Kr 5.150,-
Prísur
fyri hvønn í dupultrúmi
Kr. 770,- eyka fyri einakamar
Kr 5.150,-
Prísur
fyri hvønn í dupultrúmi
Kr. 770,- eyka fyri einakamar
*Fyrvarni verður tikið fyri prentvillum og príshækkingum