Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 207 - 25. oktober 2007 Aðalskrivarin í donsku deildini hjá Heimsnátturu­ fondinum heldur, at føroyski høvuðs­ staðurin skal vísa ábyrgd og sløkkja ljósið í mars mánaði næsta ár Veðurlags­ broytingar Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo World Wide Fund for Nature (WWF) skipar í mars mánaði næsta ár fyri einum serligum tiltaki, har teir mæla øllum fólkum í Keypmannahavn til at sløkkja ljósið í ein tíma. – Tað gera vit fyri at savna fólk um eina hending, har tann einstaki persónurin kann verða við til at seta fokus á veðurlagsbroyting­ arnar, segði Kim Carstensen við Rás 2 mikudagin. ­ Meginparturin av ork­ uni, sum verður brúkt til at skapa streym í Keypmanna­ havn, kemur frá brenning av olju. Við at sløkkja ljósið í Keypmannahavn kunnu vit spara orku, og mest av øllum er hetta eitt súmbolskt tiltak, sum skal vísa, at vit hava ein vilja til at gera nak­ að við veðurlagsbroytingar­ nar, sigur hann. Føroyingar uppí Kim Carstensen heldur, at føroyingar áttu eisini at verið við í hesum átaki. ­ Eg haldi, at tað hevði verið eitt gott hugskot, um Havnin eisini kom upp í hetta átakið næsta ár. Vit rokna við, at nógvir býir kring heimin verða við, sig­ ur hann. Átakið varð fyrstu ferð roynt í Sydney í Australia í fjør, og tá vóru helmingurin av íbúgvunum við í átakin­ um. Heimsnátturufondurin hevur sama mál við tiltakin­ um í Keypmannhavn. ­ Vit rokna við, at stórir býir í øllum heimspørtum verða við átakinum tann 29. mars næsta ár, sigur Kim Carstensen. – Við at sløkkja ljósið kunnu vit spara orku, og mest av øllum er hetta eitt súmbolskt tiltak, sum skal vísa, at vit hava ein vilja til at gera nakað við veðurlagsbroytingarnar, sigur Kim Carstensen, aðalskrivari í donsku deildini hjá WWF Mynd: Polfoto Í august yvirtók Sanna Hentze klinikkina In tone Clinic í Jóannes Paturssonargøta í Havn. Sambært nýggja eigaranum liggur 40 ára gransk­ ing aftan fyri við­ gerðina Tað hevur tikið einum toymi av serfrøðingum; ein­ um nervavøddaprofessara, fleiri serfrøðingum og bioverkfrøðingum, fýra ár at menna skipanina, sum er tann besta í øllum heiminum av sínum slagi, heldur Sanna Hentze, sum 1. august yvirtók In tone Clinic í Jóannes Patursson­ argøtu. Hon vísir á, at aftanfyri viðgerðina liggur 40 ára gransking av verkfrøðing­ um, vísindamonnum, lækn­ um og terapeutum. Talan er um til dømis andlits­, slanki­ og vødda­ stimbrandi viðgerðir við ultraljóði, ið eisini kann taka burtur ov nógv feitt á til dømis búkinum. Eisini bjóðar klinikkin sokallaðar útreinsingarvið­ gerðir, sum vanliga geva eina betri vælveru. Aðrar viðgerðir fara inn og stimbra »endorfinurnar«, ið eru pínulinnandi evni, sum kroppurin sjálvur ger. Eisini eru viðgerðir, sum loysa upp vødda infiltratión­ ir, leggur Sanna Hentze afturat í tíðindaskrivi. R E P R O Z BVh`^chi_‹g^i^akZ^i^c\Vgh`^e †[g{aVcYVk^ccj Søkt verður eftir maskinstjóra til skip í frálandavinnu í Norðsjónum. Skipið er skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, FAS, og verður mannað við føroyingum burturav. Maskinorkan er 8000 HK. Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja 35 85 31 ella 21 85 33. Havnin skal sløkkja ljósið In tone hevur skift eigara Sanna Hentze eigur nú klinikkina In tone í Havn In tone fekk í august nýggjan eigara