hósdagur 25. oktober 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 207 - 25. oktober 2007
Men annars ávirka
stóru skógareldarnir
í Kalifornia ikki lívið
so ógvuliga nógv,
sigur Rebekka Kelly,
sum býr í harðast
rakta býnum, San
Diego
SKÓGARELDAR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Herviligu
skógareldarnir,
sum í meiri enn eina viku
hava herjað í statinum Kali
fornia, halda fram við somu
megi.
Sløkiliðini hava nú upp
givið vónina um at fáa tam
arhald á eldunum, og royna
nú í staðin at bjarga tí, ið
bjargast kann. Nógv túsund
fólk eru rýmd frá húsi og
heimi, og sambært tíðinda
stovunum hava tvey fólk
mist lívið í skógareldunum.
Føroyska Rebekka Kelly
býr í sunnara partinum av
býnum San Diego, sum er
ein av harðast raktu býunum
í øllum statinum.
Vindrin er minkaður nú,
men teir hava kortini ikki
fingið tamarhald á eldunum
enn. Her hjá okkum er støð
an ikki so ógvuliga hættis
lig, tí vit búgva so sunnar
liga, men vit merkja væl
nógva roykin og eisini
sterka luktin, tá vit fara
útum, sigur Rebekka Kelly.
Hon sigur, at herviligu
skógareldarnir hava havt ta
ávirkan, at hon ikki hevur
verið til arbeiðis í eina heila
viku. Tað ber snøgt sagt
ikki til at koma fram fyri
eldunum.
Eldarnir gera, at fleiri av
motorvegunum eru stongd
ir. Tað ger so, at tað eru
ógvuliga nógv fólk, sum
ikki sleppa til arbeiðis, og
har eri eg ein teirra, sigur
Rebekka Kelly.
Fólk hjálpast at
Hóast eldarnir sjálvandi
ávirka gerandisdagin hjá
øllum har um vegir, so er
støðan kortini ikki so ring,
har sum Rebekka býr.
Vit merkja eldarnar væl,
men ikki so nógv, at vit
mugu rýma heimanífrá,
sigur hon.
Annars metir hon ikki, at
panikkur er í fólki, ella at
tey eru serliga bangin í
heila tikið.
Nei, eg haldi ikki, at
ræðsla er á fólki. Sjálvandi,
onkur er deyður av eldun
um, men eg haldi, at fólk
standa saman og hjálpa
hvørjum øðrum. Men nógv
hava verið noydd at rýma úr
húsunum, og tey vita ikki,
hvussu støðan er við teirra
heimum,
vísir
Rebekka
Kelly á.
Seinastu tíðindini í morg
un bendea annars á, at
sløkkiliðsmenn eru um at
fáa tamarhald á støðuni.
Hartil hevur løgreglan í San
Bernadino skotið og dripið
ein mann úr Arizona, sum
teir hava illgruna til kann
vera ein av pyromanunum,
sum løgreglan illteinkir fyri
at standa aftan fyri eina røð
av skógareldunum.
Maðurin bar seg illgruna
samt at við California State
University, og eftir eina bil
jagsrtan ætlaði maðurin at
koyra á løgreglubilin, so
løgreglumenninir sóu seg
noyddar at skjóta mannin.
Nú verður kannað, um mað
urin hevði í hyggju at seta
eld á skógarvøksturin við
universitetið.
Ikki til arbeiðis í eina viku
Porkeri vil samskifta við
borgarar
Fyri umleið einum ári síðan avgjørdi bygdarráðið í Porkeri at fáa sær eina
heimasíðu. Heimasíðan hevur verið virkin eina tíð, og nú ymiskar tillag
ingar eru gjørdar. Stórur dentur er lagdur á at gera heimasíðuna brúkara
vinarliga og lætta at arbeiða við, soleiðis at brúkarin bæði skjótt og væl
kann finna teir upplýsingar, hann hevur tørv á, skrivar kommunan í tíð
indaskrivi. Eisini ber til at síggja nær bygdarráðsfundir verða hildnir, har
skrá og samtyktir verða kunngjørdar, umframt hvørji grundstykki eru tøk
í kommununi. Á heimasíðuni www.porkeri.fo finnast eisini upplýsingar
um skúlan, barnaansing, sosiala deild og annað.
Eginogn í Eik vaksin
22,6 prosent
Roknskapurin hjá Eik Banka fyri 3. ársfjórðing 2007 vísir, at
vøkstur og støðufesti eyðkennir virksemið í Eiksamtakinum,
skrivar samtakið í tíðindaskrivi. Øll feløg í samtakinum eisini
tey nýggju eru í framgongd, og útlitini fyri árið eru góð. Avlop
ið er 281,6 mió. kr. eftir skatt móti 155,2 mió. kr. sama tíðar
skeið í fjør. Áðrenn skatt er avlopið 332,1 mió. kr. móti 192,3
mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Harvið er eginognin rentað 31,1
prosent p.a. móti 22,6 prosent p.a. sama tíðarskeið í fjør. Javnin
táttar nú í 20 mia. kr og er vaksin góð 88 prosent seinasta árið
Mamma Rebekka Kelly er úr Havn, meðan pápin er amerikanari. Tey búgva í Galt, sum liggur í útjaðaranum á San Diego í Kalifornia
Herviligir skógareldar herja í Kalifornia í hesum døgum