hósdagur 25. oktober 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 207 - 25. oktober 2007
Stutt Sagt
Oljumenn
druknaðu
Tíggju meksikanskir olju
arbeiðsmenn druknaðu, tá
teir í illveðri royndu at
sleppa av einum oljupalli
í Meksikanska Flógvan
um. Veðurmenninir høvdu
boðað frá illveðri, og olju
felagið gjørdi av at taka
fólkið av pallinum. Tað
eydnaðist at taka 58 menn
av pallinum, men tá var
veðrið vorðið so ringt, at
tyrlurnar fingu ikki hjálpt
teimum 10, sum vóru
eftir. Teir royndu at sleppa
frá pallinum við bjarging
arflakum, men tað mis
eydnaðist, og allir doyðu.
Harðar
hvirlur,
ringur
sjógvur og grimdarregn
forðaðu meksikanska flog
vápninum at senda tyrlur
at
hjálpa
monnunum,
skrivar AP.
Bush vil
ávirka Kuba
George W. Bush, forseti,
heldur, at tað gongur ov
seint við at demokratisera
Kuba, og tí hevur hann nú
lagt fleiri ætlanir um,
hvussu USA skal viðvirka
til at skunda undir ný
skipanir í grannalandin
um. Millum annað ætlar
forsetin, at USA skal veita
demokratiseringsfelags
skapum í Kuba fíggjar
ligan stuðul, eins og hann
ætlar at lata loyva amerik
onskum felagsskapum at
lata kubanskum skúlum
telduútgerð. Samstundis
skal hann hava sagt, at
hann er sinnaður at stovna
ein grunn, sum skal hjálpa
kubanum, so skjótt Kuba
er vorðið demokratiskt.
Mismæltur
Mitt Romney, sum roynir
at gerast forsetavalevni
hjá republikanarunum í
USA, var heldur óheppin,
tá hann fyrr í vikuni skuldi
gera viðmerkingar til ta
seinastu bandupptøkuna
við Osama bin Laden.
Um tað vóru tankarnir,
sum órógvaðu hann, er
ikki greitt, men í hvussu
er kom hann at leggja
demokratiska
senatorin
Barrack Obama undir at
hava sagt tað, sum Osama
hevði sagt. Heilt ólík eru
nøvnini ikki.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Tað tænir ongum máli hjá turkum at bumba
í Norðurirak, tá ein ikki veit, hvar fíggindin er
(Robert Gates)
útlond
Heimsins størsta
ferðamannaflogfar
fór sína fyrstu
rutuferð í morgun
Við 471 ferðafólkum innan
borðs lætti Airbus A380
flogfarið hjá Singapore Air
lines sær á av flogvøllinum
í Singapore tíðliga í morgun
og setti kós ímóti Sidney í
Avstralia.
Tað risastóra flogfarið,
sum er líka høgt sum ein
bygningur í sjey hæddum,
er innrættað til vanlig ferða
fólk og til teirra, sum hava
ráð til at rinda fyri eina
marglætisferð í luftini. Eitt
nú ber til at keypa ferðaseðil
til egið rúm við flatskíggja,
song og arbeiðsborði.
Tað elsta ferðafólkið á
teirri fyrstu rutuferðini var
91 ár, og tað yngsta var 10
mánaðir.
Ferðafólkini
høvdu keypt ferðaseðlarnar
ígjøgnum eitt uppboð á
alnótini, og tey høvdu
goldið smáar sjey milliónir
krónur fyri ferðaseðlarnar.
Singapore Airlines fekk tó
ikki nógv burtur úr tí, tí
inntøkurnar á teirri fyrstu
ferðini fóru til vælgerandi
endamál.
Fyrrverandi ST-
aðalskrivarin Kofi
Annan er vorðin
bretskur riddari
Elisabeth
bretadrotning
hevur tilnevnt fyrrverandi
STaðalskrivaran
Kofi
Annan riidara. Tilnevningin
merkir, at Annan kann
skoyta bókstavirnar GCMG
upp í navn sítt, men hann
kann ikki kalla seg »Sir«.
GCMG er ein stytting,
sum sigur, at viðkomandi
hevur fingið St. Michael og
St. Georgekrossin, sum er
latin síðani 1818, og sum
verður latin kvinnum og
monnum, sum hava avrikað
okkurt serstakt fyri heims
samfelagið.
Kofi Annan var aðal
skrivari í ST frá 1997 til
2007.
Grønland hevur
bundið seg til at
skerja útlátið av CO2
átta prosent, men tað
verður trupult
Tað verður ein ovurstór
avbjóðing fyri tað grøn
lendska samfelagið, um
landið skal halda lyftið um
at skarva átta prosent av
CO2útlátinum tey næstu
fýra árini. Tað kom fram á
einari ráðsyevnu í Nuuk
fyrr í vikuni, har umleið 80
umboð fyri heimastýrið,
vinnulívið og ymsar stovnar
luttóku.
Síðani 1990 hevur grøn
lendska CO2útlátið verið
veksandi, og nú er tað
umleið 650.000 tons um
árið. Luttakararnir ásann
aðu, at tað verður ein ovur
stór avbjóðing at røkka tí
ásetta málinum, men hildu,
at tað fer at bera til at koma
væl áleiðis.
Millum hugskotini, sum
komu fram á ráðstevnuni,
vóru uppskot um at byggja
vatnorkuverk og at seta í
verk tiltøk, sum skulu eggja
fólki til at brúka minni
orku. Harafturat varð tosað
um at seta serligt avgjald á
stórar bilar.
Á flog við 471 ferðafólkum
Heimsins størsta
ferðamannaflogfar fer í rutu
fyri fyrstu ferð
Kyoto stór avbjóðing fyri Grønland
Kofi Annan riddari
Elisabeth drotning handar Kofi Annan riddarakrossin