Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 208 - 26. oktober 2007 tíðindi skúlaferð Bjørg Jarnskor praktikantur Rannvá Jarnskor er 16 ár, og er úr Havn. Í juli í ár gekk leiðin hjá henni til Tasmania, tað var ein 25 tíma langur og drúgvur túr­ ur, men hon kom so uppá pláss 6.juli. Hon er við felagsskapinum STS (Stu­ dent Travel Schools). Hon hevur tað sera gott, hon hevur sera gott saman­ hald við familjuna og skúlin er góður, men tó eitt sindur strangur. Hon býr í Glen­ orchy, ið er ein partur av Hobart. Tá hon fer í skúla, koyrir hon tíggju minuttir við buss til skúlan í Sandy­ bay. Eg siti ongantíð í frið, tí tað hvønn dag hendur okk­ urt nýtt og spennandi, sigur Rannvá Skúlin er strangur Rannvá gongur á einum katólskum gentuskúla sum eitur Mount Carmel. Har ganga umleið 500 gentur frá barnagarði til og við 10. flokk. Hon roknar ikki við at nógvar føroyskar gentur høvdu klára at gingið í skúl­ anum, tí at tað er ikki loyvið at hava litað hár, ei heldur strípur og tað er heldur ikki loyvið at brúka nakrar sminkur á andlitinum. Øll ganga í skúlabúnað og tá man skal út úr floks­ stovuni skal man hava und­ irskrift frá lærarnum. Men tað er bara til jólar, sum er summarfrítíðin hjá teimum. Í feburar tá skúlin byrjar aft­ ur, skal hon ganga á Guil­ ford Young College, har eru bæði gentir og drongir á skúlanum, og har er ikki so strengt. Har skal hon ganga til í mai mánað. Nógv at gera í frítíðini Tað er nógv at gera í frí­ tíðini, til dømis spælir hon nógvan fótbólt. Hon spælur við South Hobart og við Tasmanien Southern Team. Tað er nógv at takast við í frítíðini, tað er stuttur túrur oman í býin, so har er hon ofta. Tað eru umleið 20 gradir hvønn dag nú upp­ undir jól. Í summar skal eg til Syd­ ney og Adlelaide. Eg eri sera spent, sigur Rannvá. Leygardagin 27. Okt skal hon til Melbourne at hyggja eftir einum sangleikið sum tey flestu kenna “Phantom of the Opera” Hon er einasti føroyingur sum reisti handan langa teinin við STS, men tey eru umleið 50 børn til samans frá øllum Evrorpa í Austral­ ia. Hósat um hon er einasti føroyingur, hevur hon tað gott og trívist. Fyrst í juni gongur leiðin heimaftur til oyggjarnar vónandi eftir eitt langt og stuttligt tíðarskeið. 16 ára gamla Rannvá Jarnskor úr Havn gongur í ár í skúla í Tasmania í Australia. Henni dámar væl og upplivir nógv Rannvá Jarnskor í Tasmania