fríggjadagur 26. oktober 2007síða 51
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 26. oktober 2007
51
Søkt verður eftir starvsfólki til barnaverndartænastuna
at byrja 1. desember 2007, ella eftir nærri avtalu. Talan
er um fulltíðarstarv.
Viðkomandi fer í tøttum samstarvi við leiðaran
á deildini at taka tær av málsviðgerð av
barnaverndarmálum, ið m.a. fevnir um heimavitjanir, at
ráðgeva børnum og/ella familjum teirra, at samstarva
við stuðlar og at seta teir í starv, umframt alt vanligt
skrivstovuarbeiði. Samskift verður við almennar
stovnar, løgreglu, skúlar, dagstovnar og dagrøkt,
læknar og heilsurøktarfrøðingar.
Barnaverndartænastan heldur til á
kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka og nakað av
ferðing er knýtt at starvinum.
Vit ynskja, at tú hevur
• eina hóskandi útbúgving, eitt nú sum sosialráðgevi,
námsfrøðingur ella líknandi
• breiða vitan og góðan førleika at orða teg bæði
munnliga og skrivliga
• telduførleika á brúkarastøði
• evni til at arbeiða tvørfakliga.
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi
yrkisfelag. Meiri fæst at vita um starvið við at venda
sær til leiðaran á sosialu deild á tlf. nr. 471022 ella
771023, ella umvegis teldupost: hansandr@sunda.fo
Umsóknir við prógvum v.m. skulu vera okkum í hendi
í seinasta lagi mikudagin 31. oktober 2007, og skulu
sendast til:
Sunda kommunu
Sosiala deild
Oyrarbakkavegur 3
Postboks 10
400 Oyrarbakki
Barnaverndartænastan er skipað í samstarvi millum Sunda-, Eiðis-, Hvannasunds-, Viðareiðis- og Húsa kommunur, og
er partur av Sosialu deild í Sunda kommunu. Í hesum kommunum búgva stívliga 3000 fólk.
Starvsfólk til
Barnaverndartænastuna í Sundalagnum
sansir.fo
R E P R O Z
BVh`^chi_g^i^akZ^i^c\Vgh`^e
[g{aVcYVk^ccj
Søkt verður eftir maskinstjóra til skip í
frálandavinnu í Norðsjónum.
Skipið er skrásett í Føroysku Altjóða
Skipaskránni, FAS, og verður mannað
við føroyingum burturav.
Maskinorkan er 8000 HK.
Upplýsingar um starvið kunnu fáast
við at ringja 35 85 31 ella 21 85 33.
Upphiting
til eitt stuttligt
jólaborðhald
hvat við einum
Láturskeiði
Vivian Sjóðklett
láturinstruktør
tlf. 30517532
vsjodklett@gmail.com
frá
290,-
Tín Triumph
amme BH
378,-
Tín Triumph BH
Hvítur push-up
399,-
Tín Triumph
BH
299,-
Tín sport BH
412,-
lýsingar
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in