Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 55

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 26. oktober 2007 55 SKÍÐFERIA Í FRONSKU ALPUNUM 22. februar – 2. mars 2008 Uppliva fronsku Alpunar í eina viku saman við familjuni ella vinum. Tú hevur minnini fyri lívið. Farið verður til hugnaliga býin Avoriaz, ið liggur á fjallasíðuni við eitt stórt skíðøkið. Økið hevur liftu, ið skjótt flytir skíðfólki frá býnum til skíðøkið. Eingin bilferðsla er í býnum. Bilar og bussar verða parkeraðir uttanfyri býin, og tí er staðið sera vælegnað til barnafamiljur, ið kunnu bólta sær uttan at vera í vanda fyri fronsku bilførarunum. Les Portes du Soleil-økið hevur avbjóðingar bæði til roynda skíðarin og til tann óroynda. Brattasta skíðbrekkan í Alpunum, "Múrurin", er eitt gott tilboð til tann djarva. Tey óroyndu og varligu kunnu velja aðrar skíðbrekkur, sum ikki eru so brattar; bæði í Fraklandi og í Schweiz. Avoriaz, og økið rundanum, hevur nógvar góðar matstovur. Eitt sera vælumtókt stað er “The Place”, ið bjóðar uppá “afterski” við góðum, livandi tónleiki. Gist verður í 2-rúmsíbúðum. Íbúðin hevur køk, stovu v/uppreiðing til 2 fólk, eitt kamar, baðirúm og balkon. Allir vanligir hentleikar eru, t.d tlf, sjónvarp og uppvaskimaskina. Ferðasíðan hjá Sosialinum Hoydalsvegur 17 • 100 Tórshavn Tel: 34 00 00 / 34 00 60 • Fax: 34 00 11 booking@62n.fo www.62n.fo Kr 8.499,- Prísur fyri hvønn í íbúð til 4 fólk Børn 4-11 ár gjalda kr. 7.174,- Børn 2-3 ár gjalda kr.6.249,- *Fyrvarni verður tikið fyri prentvillum og príshækkingum Kr 8.499,- Prísur fyri hvønn í íbúð til 4 fólk Børn 4-11 ár gjalda kr. 7.174,- Børn 2-3 ár gjalda kr.6.249,- *Fyrvarni verður tikið fyri prentvillum og príshækkingum Ferðaskrá: 22. feb. Vágar – Kastrup kl. 08.15 – 11.30 23. feb. Kastrup - Chambery (um kvøldi, tíðir koma seinni) 23. feb. Chambery – Avoriaz við bussi, uml. 2 tímar 45 min. 01. mar. Avoriaz – Chambery við bussi, uml. 2 tímar 45 min. 01. mar. Chambery – Kastrup (um kvøldi, tíðir koma seinni) 02. mar. Keypmannahavn – Vágar kl. 15.20 – 16.35 Íroknað prísin er: • Flogferð Vágar – Kastrup – Chambery og aftur v/ øllum avgjøldum • Gisting í 2-rúmsíbúð í Avoriaz • 6 daga liftkort • Flutningur frá Chambery til íbúðina í Avoriaz • Danskur ferðaleiðari Ikki íroknað: • Skíleiga uml. kr. 640,- fyri vaksin og kr. 340,- fyri børn • Liftkort á heimferðardegnum kr. 250,- • Ferða- og avlýsingartrygging • Gisting í Keypmannahavn á út- og heimferðini. Hesum vilja vit tó fegin hjálpa við. Prísurin er treytaður av at 4 fólk deila íbúð lýsingar