Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

pssst! … hevur tú hoyrt? • oktober 2007 4 V ælkomin til Pssst!, sum teskar tær tað allarseinasta innan móta og vakurleika, bæði uttan úr heimi og úr Føroyum. Veturin er so smátt farin at gera seg kláran til komu, og fyri einaferð skyld kunnu vit, sum dagliga ferðast í føroyska regninum og ruskveðrinum, eisini klæða okkum í nýggjasta heyst/vetrar mótan við góðari samvitsku. Í ár er mótin nevniliga bæði heitur og praktiskur, við nógvum stórum bundnum troyggjum, frakkum og handskum. Og nú vit tosa um góða samvitsku, hava klók høvd tvinnað móta og vælgerararbeiði saman, soleiðis, at t.d. AIDS sjúklingar fáa gleði av, at eg keypi mær ein I-pod ella eitt plagg frá Armani. Les um moralskan móta, sum alsamt vindur uppá seg. Nýggjastu make-up ráðini fara eisini at gera myrku árstíðina stutt- ligari og glaðari, við pink varra- stiftum, følskum eygnavippum og sterkt littum neglalakki. Summi eru tó, sum ikki halda tað vera nóg mikið bert at leggja make-up fyri at snýta seg vakrari, men heldur leggja seg undir skurð. Les spennandi samrøðuna við fýra føroyskar kvinnur, sum allar hava valt plastikkkirurgi sum seinasta útveg. Seinastu síðurnar í blaðnum eru ognaðar jólaborðhaldunum, sum nú standa fyri durum. Jólaborðhald eru góður matur og drekka, stás og gott lag, og eru eisini ein gleðikelda mitt í myrkrinum. Góðan lesihug, og havi ein góðan og stuttligan vetur, Eydna Skaale, blaðstjóri Pssst! ... hevur tú hoyrt? Útgevari: Sosialurin Samskipari: Eydna Skaale Blaðfólk: Dorit Hansen, Rigmor Dam, Teitur N. Joensen, Ragnhild Dam, Theodor E. D. Olsen, Eydna Skaale Myndir: Sunva Eysturoy Lassen Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Lýsingarfólk: Henrietta Hammer Gudny Langgaard Umbróting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Perman: Føroya Prent Forsíðan: Durita Müller Thomsen, 23 ár. Starvast sum móttøkufólk. Aftan fyri hómast Torkil Jónsson, 24 ár, gongur á Vinnuháskúlanum. Bæði eru ílatin frá Trend Floor. Hár, make-up og styling frá Royal Hárfríðkan s.6–7 Mást hava til kvinnur og menn s.8 Virðið í klædnaskápinum s.12–13 Leggur heimin fyri sínar føtur: Samrøða við Beintu Poulsen, sniðgeva s.14 Boðskapurin í klæðunum: Samrøða við Súsonnu O. Skaale, sálarfrøðing s.16–17 Make-up s.18–19 Móti til børn Mást hava til børn s.20–21 Haute Couture – hvat fæst í Føroyum s.24–25 Besta íløga, vit hava gjørt Prát við fýra føroyskar kvinnur um plastikkoperatiónir s.28–29 Móta- myndir s.32–33 Munurin á sniðgevara- skúlum: Prát við fýra snið- gevarar um útbúgvingina s.35 Rættir menn ansa sær eftir húð og útsjónd s.38–39 Tá langomma var lekkur s.40 Moralskur móti s.43 Jólaborðhald s.44 Voxpop s.46 Persónligt prát er gott: Prát við Berg Godtfred, samskiftisráðgeva s.48 Jólaborðið: Borðið vakurt dekkað, umframt prát við Leif Sørensen um matin til jólaborðhaldini s.49 Klumma Góð ráð um alkoholnýtslu Uppskrift til punch uttan alkohol s.50 Uppskrift til punch við alkoholi Skemt til jólaborðini Alt tað nýggjasta innan klæði, hár og make-up Les um fýra føroyskar kvinnur, sum hava fingið plastikkoperatiónir Beinta Poulsen úr Havn selir sítt design til 7 ymisk lond Tá langomma var lekkur Alt um jólaborðhaldið Innihald s.10–11 Krúllur og lív í vetrarhárinum