fríggjadagur 26. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
pssst! … hevur tú hoyrt? • oktober 2007
8
Kennir tú tað aftur: Skápið
er smekkfult, men allíkavæl
hevur tú einki at fara í. Og tí
noyðist tú simpulten aftur út
at keypa tær okkurt smart til
føðingardagin/veitsluna/jóla
frokostin. Og tú keypir kanska
eitt sindur dýrari enn tú hevði
ætlað, tí “hetta er í grundini
ein íløga, sum tú fert at kunna
nýta í minst 20 ár”. Men
longu næstu vikuna hevur tú
aftur einki at fara í.
Tryggjað klæðini?
Men hevur tú nakrantíð hugs
að um, hvussu nógvan pening
tíni klæði eru verd? Hvussu
nógvir 1000 krónuseðlar
liggja, tá alt kemur til alt, í
tínum klædnaskápið? Um tú
roknar gerandisklæðini, ítróttar
klæðini, penu klæðini, stásið
og føroysku klæðini, umframt
allar skógvar, jakkar, frakkar
og troyggjur við, so er talan
um nógvan pening tilsamans,
ikki so? Heilt nógvan pening!
Harafturat kemur so alt hitt
innbúgvið.
Hetta hava tey í Tryggingar
felagnum Føroyar hugsað
um, og vit hava í tí sambandi
tosað við Helga L. Petersen,
sum starvast har.
– Okkara royndir eru, at fólk
sum heild tryggja innbúgvið
alt ov lágt. Fólk hugsa ofta
ikki um alt, sum tey eiga. T.d.
smykkur, sminka, flott ur og øll
tekniska útgerðin sum telefonir,
stereoannlegg, ipod og slíkt,
verða ofta als ikki roknað við,
greiðir Helgi L. Petersen frá.
Hann sigur, at tað er kund
in sjálvur, ið ásetir virðið á
innbúgvinum, men tað ber til
at fáa hjálp frá tryggingarfe
lagnum.
– Vit hava gjørt ein veg
leiðandi faldara, sum skal
hjálpa fólki at hugsa um ting,
ið tey annars ofta hava lyndi
at gloyma. Har er ein listi, ið
skal hjálpa fólki at koma til
eitt reelt tal, sum dekkar alt
innbúgvið, greiðir Helgi L.
Petersen frá.
Flestu áseta ov lágt
– Okkara royndir eru, at fólk
áseta virðið alt ov lágt, og tað
kann fáa óhepnar avleiðingar.
Tí um okkurt skuldi hent, hevur
kundin ikki rætt til meiri, enn
hann hevur tryggjað fyri, sigur
Helgi L. Petersen at enda.
So eitt gott hugskot er av
gjørt, at fara heim og telja
upp, og minst til klædnaskáp
ið!
Lagt til rættis: Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Hvussu stórt virði
hava tíni klæði?
Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvussu nógv tú í grundini hevur
investerað í klædnaskápið? Fert tú at telja upp, verður samlaða
talið helst størri enn væntað
Klæðini til tann
krevjandi harran
Tórsgøta · 100 Tórshavn · Tel 31 13 95
Teldupostur: hjakissa@post.olivant.fo